Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. mars 2011Nr. 22
Kunngerð um ískoyti til gjald fyri veiting hjá privatstarvandi ergoterapeuti, sum broytt við kunngerð nr. 28 frá 4. apríl 2016
1) Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:
§ 1. Ískoyti til ergoterapiveiting frá privatstarvandi ergoterapeuti kann verða veitt persónum, yngri enn 18 ár, sum hava likamligt ella sálarligt brek ella varandi sjúku, ið hava við sær munandi avleiðingar í gerandisdegnum.
§ 2. Ískoyti verður bert veitt til neyðuga og heilsuliga væl grundaða veiting eftir ávísing frá kommunulækna, sum starvast í kommunulæknaskipanini og serlækna í pædiatri, sum starvast í føroyska sjúkrahúsverkinum.
§ 3. Ískoyti til gjald fyri ergoterapiveitingar kann verða veitt sum einstaklingaveiting, tveypersónaveiting ella bólkaveiting.
§ 4. Ergoterapeutisk veiting skal verða veitt samsvarandi treytunum, sum eru ásettar í sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Heilsumálaráðið.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2010.
Heilsumálaráðið, 28. mars 2011
John Johannessen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)