22. desember 2025Nr. 221
Kunngerð um veiðigjald á makreli, sild og svartkjafti 1. januar 2026 til 31. juli 2026
Við heimild í § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 25. mars 2025 og løgtingslóg nr. 216 frá 22. desember 2025 verður ásett:
Skylda at rinda veiðigjald
§ 1. Eigari av fiskifari, undir føroyskum flaggi, sum veiðir av rættindum, Føroyar ráða yvir, skal í tíðarskeiðinum 1. januar 2026 til 31. juli 2026 rinda veiðigjald av veiðu av makreli, sild og svartkjafti.
Stk. 2. Veiðigjaldið er:
1) 4,50 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av makreli.
2) 1,51 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av sild.
3) 0,43 kr. fyri hvørt fiskað kilo í rundari vekt av svartkjafti.
Stk. 3. Veiðigjaldið fer í landskassan.
Gildiskoma
§ 2. Henda kunngerðin kemur í gildi dagin eftir hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 22. desember 2025
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)