Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2020Nr. 221
Kunngerð um húsaleigu og felags útreiðslur, skilhald o.a. á fyribils bústøðum og vardum bústøðum
Við heimild í § 48, stk. 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Henda kunngerð fevnir um persón í fyribils bústaði sbrt. § 45 í løgtingslógini ella vardum bústaði sbrt. § 46 í løgtingslógini.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð er at skilja við:
1) Bústaður: Ein ella fleiri bústaðir, skipaðir sum fyribils bústaðir sbrt. § 45 í løgtingslógini ella sum vardir bústaðir sbrt. § 46 í løgtingslógini.
2) Persónur: Persónur, ið býr á bústaðnum, ella annar, ið hevur heimild at virka vegna hendan persónin.
3) Myndugleikin: Almannaverkið ella annar veitari av bústaðartilboði sbrt. § 66 í løgtingslógini.
Sáttmáli
§ 3. Áðrenn persónur flytur inn í bústaðin, verður leigusáttmáli gjørdur millum persónin og myndugleikan.
Stk. 2. Leigumál sbrt. hesi kunngerð eru ikki fevnd av løgtingslóg um útleigan av bústøðum.
Gjald fyri bústað
§ 4. Persónur rindar fyri húsaleigu og harafturat til:
1) útreiðslur fyri streym og hita í bústaðnum,
2) felags útreiðslur í bústaðnum, og
3) endurnýggjan av felags innbúgvi í bústaðnum.
Stk. 2. Foreldur ella verjar rinda eitt ávíst gjald fyri persón, ið er yngri enn 18 ár.
Húsaleiga
§ 5. Húsaleigan fevnir um leigu av egnum hølum og felagshølum, umframt viðlíkahald vegna slit og elli. Húsaleigan fevnir ikki um starvsfólkahølir ella líknandi.
Stk. 2. Húsaleigan verður ásett eftir fermetratalinum, aldrinum og standinum á leigaðu hølunum. Almannaverkið ger eina stigaskipan fyri húsaleigu, sum landsstýrismaðurin góðkennir.
§ 6. Húsaleiga sbrt. § 5 kann setast niður:
1) tá persónur gerst fólkapensjonistur, ella
2) tá persónur hevur uppihaldsskyldu mótvegis børnum, yngri enn 18 ár.
§ 7. Húsaleigan verður javnað á hvørjum ári sbrt. løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar.
Felags útreiðslur
§ 8. Persónur rindar til felags útreiðslur hjá teimum, ið búgva á bústaðnum.
Stk. 2. Inngjaldið verður í felag ásett av teimum, ið búgva á bústaðnum, og leiðsluni á bústaðnum.
Stk. 3. Felagskassin verður gjørdur upp 4 ferðir um árið.
Stk. 4. Tá persónur flytur úr bústaðnum, verður gjørt endaliga upp.
Endurnýggjan av felags innbúgvi
§ 9. Persónur rindar til endurnýggjan av felags innbúgvi á bústaðnum.
Stk. 2. Inngjaldið verður í felag ásett av persónunum, ið búgva á bústaðnum, og leiðsluni á bústaðnum.
Stk. 3. Inngjaldið til endurnýggjan av felags innbúgvi fer á eina uppsparingarkontu.
Streymur og hiti
§ 10. Persónur rindar til útreiðslur fyri ljós og hita á bústaðnum. Inngjaldið verður ásett av myndugleikanum eftir felags nýtsluni á bústaðnum.
Reglugerð
§ 11. Myndugleikin kann í reglugerð áseta reglur um:
1) skilhald á bústaðnum,
2) nýtslu av rúsdrekka og rúsevnum á bústaðnum,
3) inngjald til felags útreiðslur á bústaðnum, og
4) inngjald til endurnýggjan av felags innbúgvi á bústaðnum.
Stk. 2. Reglugerðin verður endurskoðað á hvørjum ári.
Kærur
§ 12. Avgerðir tiknar sbrt. hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá freistini í stk. 1, um serlig orsøk er til tað.
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 28. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)