Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2020Nr. 222
Kunngerð um skipan, góðkenning o.a. av tryggjaðum búfyriskipanum sambært § 50 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum broytt við kunngerð nr. 8 frá 25. januar 2021 1)
1) Við heimild í § 51, stk. 8 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 12. desember 2020, verður ásett:
Hugtak
§ 1. Ein tryggjað búfyriskipan er ein fyriskipan, ið alt ella nærum alt samdøgrið hevur læstar úthurðar og læst vindeygu.
Stk. 2. Við búfyriskipan sambært stk. 1 er at skilja sjálvstøðugur bústaður ella sjálvstøðug eind av einum bústaði.
Stk. 3. Til ber ikki at læsa kømur ella búeindir, ið ikki eru at meta sum sjálvstøðugir partar av einum bústaði.
Stk. 4. Búfyriskipanin skal hava allar neyðugar hentleikar, ið eru vanligir í einum bústaði.
Treytir
§ 2. Ein tryggjað búfyriskipan kann einans nýtast til persónar, ið eru fevndir av ásetingunum í § 49, stk. 1 og 2 og § 51, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Regluligt eftirlit skal verða við persóninum, meðan hann er í tryggjaðari búfyriskipan.
Stk. 3. Heilsan hjá persóninum má ongantíð vera í vanda, meðan viðkomandi er í tryggjaðari búfyriskipan, eins og at metast má, at persónurin ikki er í vanda fyri at beina fyri sær sjálvum.
Stk. 4. Persónurin skal altíð hava møguleika at heita á hjálp.
Góðkenning
§ 3. Sambært § 50, stk. 4 í løgtingslógini góðkennir landsstýrismaðurin, at tryggjaðar búfyriskipanir verða skipaðar.
Stk. 2. Tá biðið verður um góðkenning av ítøkiligari tryggjaðari búfyriskipan skal upplýsast um:
1) Málbólk.
2) Fysiskar karmar í mun til tørvin hjá viðkomandi.
3) Stødd á búfyriskipan, herundir tal av rúmum.
4) Um búfyriskipanin er skipað sum sjálvstøðugur bústaður ella sjálvstøðug eind av einum bústaði.
5) Starvsfólkaviðurskifti, herundir starvsfólkanormering.
6) Á hvønn hátt regluligt eftirlit er við persóninum, meðan hann er í búfyriskipanini.
7) Innihaldið í tænastuni, sbr. § 49, stk. 3 í løgtingslógini.
8) Hvussu tryggjaða búfyriskipanin verður fíggjað.
9) Samstarv við aðrar avvarðandi myndugleikar.
10) Onnur viðurskifti, ið kunnu vera av týdningi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera avtalu við privatan ella almennan útlendskan veitara um at vera við í tilgongdini at góðkenna tryggjaðar búfyriskipanir.
Skilhaldsreglur
§ 4. Leiðslan fyri tryggjaðu búfyriskipanina hevur ábyrgdina av at gera skilhaldsreglur, ið áseta greiðar reglur fyri uppihaldið í búfyriskipanini.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 28. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)