Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2020Nr. 223
Kunngerð um viðgerð, ætlan, samstarv o.a. í sambandi við móttøkuskylduna hjá Almannaverkinum sambært § 49 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur
Við heimild í § 49, stk. 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð ásetir nærri reglur um móttøkuskylduna hjá Almannaverkinum í mun til persón, ið er dømdur sambært § 74 a í revsilógini og persón:
1) sum sambært rættarúrskurði skal sinniskannast,
2) sum sambært rættarúrskurði ella dómi skal setast í vardan bústað ella vera undir eftirliti, undir hesum møguleika fyri fyrisitingarliga at verða settur vardan bústað, ella
3) sum treyt fyri ákæruafturtøku ella royndarleysgeving verður settur í vardan bústað, ella skal vera undir eftirliti, undir hesum við møguleika fyri fyrisitingarliga at verða settur í vardan bústað.
Stk. 2. Tekur rætturin avgerð um, at persónur skal dømast sambært § 16 ella § 74 a í revsilógini, skal Almannaverkið uttan drál veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð og bústaðartilboð.
Stk. 3. Endamálið við móttøkuskylduni er at tryggja, at persónur, sum er dømdur sambært § 16 ella § 74 a í revsilógini, fær bústaðartilboð, har dentur verður lagdur á at fyribyrgja, at persónurin fremur kriminalitet.
Stk. 4. Við støði í treytunum í dóminum og fyritreytunum hjá persóninum skal veitast sosialnámsfrøðilig viðgerð, sum stuðlar persóninum í at fáa eitt virkið, sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív uttan kriminalitet.
§ 2. Almannaverkið hevur skyldu til at gera eina ætlan, sum er í tráð við dómin og skal fevna um veiting, tænastu og viðgerð, sum persónur fær frá Almannaverkinum, um viðgerð og tilboð, sum persónur fær frá øðrum myndugleika, stovni ella sjálvbodnum felagsskapi, og um skiftið, tá dómurin er sitin.
Stk. 2. Ætlanin skal fevna um:
1) longd á fyriskipan,
2) hvørji mál strembast skal eftir,
3) mett tíðarskeið fyri at røkka málunum,
4) eftirmeting og tillaging av ásettum málum, og
5) uppgávubýti og ábyrgdarbýti millum persón og starvsfólk í mun til at røkka settum málum.
§ 3. Persónur, sum er fevndur av hesi kunngerð, skal hava ein fastan málsviðgera, sum hevur samband við persónin, og sum virkar sum samskipari í mun til veitingar og tænastur frá Almannaverkinum og í mun til viðgerð og tænastur, sum persónur fær frá øðrum myndugleika, ella sjálvbodnum felagsskapi.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er eisini galdandi, tá tilboð verður veitt í øðrum parti av ríkinum.
Stk. 3. Persónur, sum fær bústaðartilboð frá Almannaverkinum, skal eisini hava kontaktpersón, sum starvast á bústaðnum.
§ 4. Hevur persónur tørv á viðgerð ella tilboði, sum Almannaverkið ikki veitir, hevur Almannaverkið skyldu at samstarva við avvarðandi myndugleika, stovn ella sjálvbodnan felagsskap, sum veitir tilboð ella viðgerð og at viðvirka til, at tilboðið og viðgerðin verður veitt.
Stk. 2. Um nøktandi tilboð ikki er til viðkomandi í Føroyum orsakað av vantandi fakligum førleika til at veita nøktandi tilboð, ella tí at grundarlag ikki er fyri at skipa tilboðið, skal Almannaverkið skipa fyri nøktandi tilboði í øðrum parti av ríkinum, gera avtalu um innihaldið í tilboðnum og kostnað við tann, sum veitir tilboðið.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 28. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)