Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2020Nr. 224
Kunngerð um stuðul til bústaðarbroytingar til persónar við týðandi og varandi skerdum virkisføri
Við heimild í § 27, stk. 6 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
Endamál
§ 1. Henda kunngerð fevnir um persón, ið hevur týðandi og varandi skert virkisføri.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð er at skilja við:
1) Persónur: Persónur við týðandi og varandi skerdum virkisføri.
2) Bústaður: Egin bústaður hjá persóni, leigubústaður, bústaður heima hjá øðrum ella annað slag av bústaði.
3) Annar bústaður: Bústaður, sum persónur fær stuðul til at útvega sær í staðin fyri gamla bústaðin, undir hesum eisini nýbygging.
Stuðul til bústaðarbroyting
§ 3. Persónur kann sbrt. § 27, stk. 1 í løgtingslógini fáa stuðul til bústaðarbroyting, undir hesum broyting av uttandura atkomuviðurskiftum, tá Almannaverkið metir broytingina vera neyðuga fyri at gera bústaðin betur egnaðan hjá viðkomandi at búgva í.
Stk. 2. Hevur bústaðarbroytingin hækkað virðið á bústaðnum við 10% ella meira, verður tann partur av stuðlinum, ið svarar til virðisøkingina, veittur sum eitt rentufrítt og avdráttarfrítt lán, ið fellur til gjaldingar við eigaraskifti.
Stuðul til annan bústað
§ 4. Í heilt serligum førum, har stuðul sbrt. § 3 ikki er nøktandi, og har Almannaverkið ikki kann ávísa annan bústað sbrt. leigulógini, kann persónur sbrt. § 27, stk. 3 í løgtingslógini fáa stuðul til útvegan av øðrum bústaði.
Stk. 2. Persónur, sum býr í leigubústaði, heima hjá øðrum ella líknandi, kann eisini fáa til stuðul til útvegan av øðrum bústaði sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Um virðið á nýggja bústaðnum er 10% hægri ella meira enn virðið á gamla bústaðnum, verður tann partur av stuðlinum, ið svarar til virðisøkingina, veittur sum eitt rentufrítt og avdráttarfrítt lán, ið fellur til gjaldingar við eigaraskifti.
Virðismeting
§ 5. Almannaverkið letur húsameklara gera virðismeting av bústaðnum áðrenn og aftaná bústaðarbroytingina ella av nýggja bústaðnum í mun til gamla bústaðin.
Veðhald fyri lán
§ 6. Lán sbrt. §§ 3 ella 4 verður tryggjað við at stovna og tinglýsa veðskuldarbræv í ognini, har bústaðarbroytingin er framd, ella í nýggju ognini.
Stk. 2. Almannaverkið ber fyrisitingarligu útreiðslurnar av at tryggja afturgjaldskravið.
Niðurskriving av láni
§ 7. Lán sbrt. § 4 kunnu niðurskrivast yvir eitt tíðarskeið upp til 20 ár, um so er, at virðisøkingin minkar í tíðarskeiðinum.
Kærur
§ 8. Avgerðir tiknar sbrt. hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Kærunevndin kann víkja frá freistini í stk. 1, um serlig orsøk er til tað.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 15. frá 6. mars 2007 um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar.
Stk. 2. Stuðul latin sbrt. kunngerð nr. 15 frá 6. mars 2007 um afturgjaldsskyldu í sambandi við bústaðarbroytingar verður viðgjørdur eftir higartil galdandi reglum.
Almannamálaráðið, 28. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)