Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2020Nr. 225
Kunngerð um veitingar til persónar, ið eru staddir uttanlands
Við heimild í § 6, stk. 1 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
§ 1. Persónur, sum er staddur uttanlands, hevur rætt til veitingar sbrt. løgtingslógini, tá:
1) persónurin er uttanlands í sambandi við samveru við síni børn,
2) persónurin er uttanlands í sjúkraørindum,
3) persónurin vitjar avvarðandi uttanlands, ið eru álvarsliga sjúk,
4) persónurin av heilsumyndugleikanum er sendur sum fylgjari hjá persóni, ið er uttanlands í sjúkraørindum, ella
5) persónurin av øðrum serligum orsakum er staddur uttanlands.
Stk. 2. Rætturin eftir stk. 1 er treytaður av, at persónurin lýkur treytirnar sbrt. løgtingslógini.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 28. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)