Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2020Nr. 226
Kunngerð um námsfrøðiligt eftirlit
Við heimild í § 69, stk. 2, í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
§ 1. Henda kunngerð ásetir nærri reglur um eftirlit við tænastum sambært kapitli 5 og 6 í løgtingslógini, undir hesum námsfrøðiligt eftirlit.
§ 2. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við innihaldinum av teimum tilboðum og tænastum, ið Almannaverkið, avvarðandi sjálvsognarstovnar og privatir veitarar veita sambært løgtingslógini ella kunngerð við heimild í hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Eftirlitið fevnir um stuðulstænastu, virknistænastu, umlætting og bústaðir.
§ 3. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við:
1) at tilboð og tænastur virka sambært ætlan og virkisætlan, sambært § 3, stk. 3 og § 33 í løgtingslógini,
2) at bygnaðurin virkar,
3) at búfólk og persónar, sum fáa tilboð og tænastur sambært § 2, trívast og mennast,
4) at hølisviðurskifti eru hóskandi,
5) at fakliga støðið hjá starvsfólki er nøktandi,
6) at samstarvið við aðrar myndugleikar virkar,
7) at tryggjaðar búfyriskipanir í roynd og veru eru tryggjaðar, og at fyriskipanin er hóskandi, og
8) at inntriv verða framd í samsvari við góðkenning og ásetingar sambært løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin.
§ 4. Øll neyðug skjøl verða útflýggjað í sambandi við eftirlitið, undir hesum avrit av virkisætlan, tilfar, sum lýsir ætlan fyri avvarðandisamstarvi, avrit av skrivligum klagum um tilboð og tænastur, avrit av fundarfrásagnum frá starvsfólkafundum og annað viðkomandi tilfar.
§ 5. Í sambandi við eftirlitið kann verða skipað fyri samrøðum við búfólk og persónar, sum fáa tilboð og tænastur sambært § 2, og teirra avvarðandi.
§ 6. Eftir hvørja vitjan verður eftirlitsfrágreiðing skrivað.
Stk. 2. Endalig eftirlitsfrágreiðing skal latast landsstýrismanninum, Almannaverkinum, ábyrgdarfólki á avvarðandi sjálvsognarstovnum og privatum veitarum, møguligum borgararáði og avvarðandiráði og avvarðandi áhugafelagi í seinasta lagi 6 mánaðir eftir vitjanina.
§ 7. Verður í eftirlitsfrágreiðingini staðfest, at tørvur er á ábótum, kann landsstýrismaðurin áleggja teimum, sum eru nevnd í § 2, innan fyri eina nærri ásetta freist at seta neyðug tiltøk í verk fyri at bøta um umstøðurnar.
§ 8. Landsstýrismaðurin skipar fyri óheftum, námsfrøðiligum eftirliti sambært hesi kunngerð í minsta lagi annað hvørt ár.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann um neyðugt skipa soleiðis fyri, at eftirlitið verður fingið til vega frá útlendskum, privatum ella almennum veitara.
Stk. 3. Eftirlitið kann verða skipað sum fráboðað og ófráboðað eftirlit.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 28. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)