Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2020Nr. 227
Kunngerð um serlig bútilboð
Við heimild í § 47, stk. 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
Alment
§ 1. Hendan kunngerðin fevnir um serlig bútilboð, sum verða skipað av sjálvboðnum felagsskapum.
Stk. 2. Almannaverkið og sjálvbodnir felagsskapir samstarva um skipan av serligum bútilboðum.
Stk. 3. Almannaverkið kann veita sjálvbodnum felagsskapum stuðul sambært játtan á fíggjarlógini til at skipa serlig bútilboð.
Stk. 4. Stuðul verður latin til serlig bútilboð, ið eru ætlað persónum, ið hava so víðfevndar sosialar trupulleikar, at hesi ikki eru før fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað.
Sjálvbodnir felagsskapir og serlig bútilboð
§ 2. Sjálvbodnir felagsskapir sbrt. § 1 eru felagsskapir, sum:
1) Hava sjálvboðin sosial hjálparátøk sum týðandi part av sínum grundarlagi, har minstakravið er, at stýrið ella nevndin vanliga gera arbeiðið sjálvboðið og ólønt.
2) Byggja á eitt sjálvboðið grundarlag, tað vil siga eru ikki ásettir í lóggávu og kunnu sjálvir avtaka egið virksemi.
3) Ikki hava sum fremsta endamál at skapa vinning, og har eitt møguligt yvirskot ikki verður lutað út til limir, nevnd ella líknandi, men verður nýtt til at røkka endamáli felagsskapsins við sjálvbodnum sosialum átøkum.
§ 3. Serlig bútilboð eru:
1) tilboð um bústað í longri tíðarskeið,
2) tilboð um fyribils bústað, og
3) tilboð um herbergi og dagtilhald.
Stk. 2. Bútilboð sbrt. stk. 1, nr. 1 og 2 veita búfólki umsorgan, virknisfremjandi stuðul, persónligan og praktiskan stuðul, búvenjing og annan mennandi stuðul.
§ 4. Vanligar reglur um hjálp eftir løgtingslógini og aðrari lóggávu eru galdandi, meðan hildið verður til í bútilboðnum.
Upptøka og samstarv
§ 5. Upptøka í bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 og 2 kann fáast við sjálvur at venda sær beinleiðis til bútilboðið.
Stk. 2. Leiðarin av bútilboðnum tekur avgerð um upptøku og kunnar Almannaverkið, áðrenn avgerð um upptøku í bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 verður tikin.
Stk. 3. Fyritreyt fyri at fáa játtað upptøku í bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 er, at aðrir møguleikar at hjálpa sbrt. almannalóggávuni eru troyttir áðrenn.
§ 6. Í sambandi við upptøku í bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 og 2, skulu búfólk kunnast um rættindi og skyldur undir uppihaldinum, undir hesum um gjaldsreglur og reglur um skilhald.
Stk. 2. Búfólk skulu samtykkja treytirnar fyri uppihaldinum og kunnast um, at upplýsingar viðvíkjandi upptøku o.a. verða útflýggjaðar til Almannaverkið ella aðrar viðkomandi stovnar.
Stk. 3. Umboð fyri bútilboð seta seg í samband við Almannaverkið, ella aðrar viðkomandi hjálparstovnar, um mett verður, at búfólk hava tørv á aðrari hjálp sum t.d. fíggjarligari hjálp, ráðgeving og vegleiðing um persónlig og sosial viðurskifti og viðgerðir.
Gjald fyri serlig bútilboð
§ 7. Búfólk á serligum bútilboðum sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1 og 2 gjalda fyri uppihaldið.
Stk. 2. Mánaðarliga gjaldið fyri bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1, íroknað ljós og hita, kann í mesta lagi verða kr. 1.674. Fevnir gjaldið eisini um kost, kann bútilboðið krevja í mesta lagi kr. 2.015 mánaðarliga afturat hesum gjaldi.
Stk. 3. Mánaðarliga gjaldið fyri bútilboð sbrt. § 3, stk. 1, nr. 2, íroknað ljós og hita, kann í mesta lagi verða kr. 2.000. Fevnir gjaldið eisini um kost, kann bútilboðið krevja í mesta lagi kr. 2.015 mánaðarliga afturat hesum gjaldi.
Stk. 4. Gjøldini sbrt. stk. 2 og 3 verða javnað sbrt. kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum á hvørjum ári.
§ 8. Einki depositum verður goldið við innflytan í bútilboð.
Fíggjarviðurskifti
§ 9. Stuðul kann verða veittur sjálvbodnum felagsskapum, sum Almannamálaráðið hevur góðkent til at skipa serlig bútilboð.
§ 10. Áðrenn Almannamálaráðið góðkennir sjálvbodnar felagsskapir til at skipa serlig bútilboð, skal frágreiðing latast Almannamálaráðnum um:
1) felagsskapin og sjálvbodna sosiala arbeiðið, undir hesum virðisgrundarlag, mál, karmar um arbeiðið, viðtøkur og reglugerðir,
2) endamál, slag av tilboði sbrt. § 3, stk. 1, nr. 1-3, tal og innrætting av búplássum og felagsrúmum, málbólk og tal á brúkarum umframt reglur um skilhald fyri búfólkini,
3) hvussu hølini lúka vanlig myndugleikakrøv um trygd, undir hesum brunaviðurskifti og arbeiðsvernd,
4) tal av starvsfólkum, undir hesum lutfallið millum lønt og ólønt starvsfólk, og uppgávurnar hjá teimum ymsu starvsfólkunum, og
5) fíggjarætlan, undir hesum lønarútreiðslur og aðrar rakstrarútreiðslur.
§ 11. Sjálvbodnir felagsskapir, sum Almannamálaráðið hevur góðkent til at skipa serlig bútilboð, skulu í seinasta lagi 15. februar lata Almannaverkinum fíggjarætlan, undir hesum lønarútreiðslur og aðrar rakstrarútreiðslur fyri komandi fíggjarár og tvey ætlanarár.
§ 12. Felagsskapir, sum hava fingið játtan um stuðul, skulu í seinasta lagi 1. apríl árið eftir lata Almannaverkinum endaligan roknskap gjørdan av løggildum ella skrásettum grannskoðara saman við einari frágreiðing um arbeiðið og nýtslu av tilboðunum í farna árinum.
Stk. 2. Stuðul verður goldin á konto frammanundan mánaðarliga ella hvønn ársfjórðing eftir avtalu millum felagsskapin og Almannaverkið.
Stk. 3. Ikki brúktur stuðul verður afturgoldin.
§ 13. Stuðul til serlig bútilboð kann ongantíð vera hægri enn kostnaðurin av at reka hesi bútilboð, tá ið gjøld fyri húsaleigu og onnur føst gjøld frá búfólkunum eru trekt frá.
Stk. 2. Stuðul sbrt. hesi kunngerð er treytaður av, at ein partur av arbeiðinum í sambandi við bútilboð er sjálvboðið.
Stk. 3. Stuðul sbrt. hesi kunngerð kann ikki veitast til íløgur til keyp av hølum, umvæling o.s.fr.
Eftirlit og avgerðarmyndugleiki
§ 14. Almannaverkið hevur eftirlit við, at framda virksemið samsvarar ætlaða virkseminum sbrt. § 10.
Stk. 2. Almannaverkið hevur somuleiðis eftirlit við, at veittur stuðul verður brúktur til ætlaða endamálið.
Stk. 3. Eftirlit verður annars framt sbrt. kunngerð um námsfrøðiligt eftirlit.
§ 15. Vísir eftirlitið sbrt. § 14, at umstøðurnar á viðkomandi bútilboði eru broyttar ítøkiliga í mun til játtanargrundarlagið, kann Almannaverkið taka játtanina um stuðul aftur.
Kærumyndugleiki
§ 16. Avgerðir tiknar sbrt. §§ 5 og 6 í hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Gildiskoma
§ 17. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 51 frá 4. juni 2008 um serlig bútilboð.
Almannamálaráðið, 28. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)