Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. desember 2025Nr. 227
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi í 2026, sum broytt við kunngerð nr. 11 frá 30. januar 2026
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 2, nr. 2 og 4 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í serbúskaparøkinum hjá Noregi norðan fyri 62°N í 2026 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg fyri 2026.
Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2026 fiska 3.034 tons av toski, 1.172 tons av hýsu, 425 tons av upsa og 400 tons av øðrum botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N.
Stk. 2. Av heildarkvotunum sambært stk. 1 verða 2.879 tons av toski, 1.136 tons av hýsu, 408 tons av upsa og 390 tons av øðrum botnfiski latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N, undantikin kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 3. Av heildarkvotunum sambært stk. 1 verða 84 tons av toski, 20 tons av hýsu, 9 tons av upsa og 4 tons av øðrum botnfiski, sum eru áður seld uppboðssølurættindi, har gildistíðin er runnin, útlutað rættindahavarum sum egnar árskvotur til egið fiskifar við veiðiloyvi.
Stk. 4. Av heildarkvotunum sambært stk. 1 verða 71 tons av toski, 17 tons av hýsu, 8 tons av upsa og 6 tons av øðrum botnfiski sett av til áður seld 8 ára rættindi á uppboði.
Fiskiloyvi
§ 3. Fiskiskapur eftir botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað er á lista yvir fiskifør, ið norskir myndugleikar hava givið loyvi at fiska í norskum sjógvi. Til fiskiskap eftir kvotum sambært § 2, stk. 2 og 3 krevst veiðiloyvi fyri at fáa fiskiloyvi.
§ 4. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í norskum sjógvi norðan fyri 62°N.
Atgongd at fiska í norskum sjógvi 1)
§ 4 a. 1) Fiskifør undir føroyskum flaggi hava í 2026 atgongd at fiska 6.306 tons av toski, 1.484 tons av hýsu og 553 tons av øðrum botnfiski sum hjáveiðu í norskum sjógvi norðan fyri 62°N burtur av kvotunum, sum føroysk fiskifør hava rætt at fiska í russiskum sjógvi í Barentshavinum í 2026 sambært kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2026.
Stk. 2. Atgongdin at fiska kvotuna sambært stk. 1 verður latin teimum, sum í 2025 høvdu rætt til egna árskvotu av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N, undantikin kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til, í sama lutfalli sum egna árskvotan av botnfiski í russiskum sjógvi.
Stk. 3. Fiskiskapur burtur av atgongd sambært stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Eygleiðari
§ 5. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð, sbr. § 34, stk. 2, nr. 4, 3. pkt. í løgtingslógini. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Fráboðanir
§ 6. Fiskifar, sum fiskar í norskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skal senda Vørn elektroniskar fráboðanir sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í norskan sjógv.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr norskum sjógvi.
Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda norskum myndugleikum elektroniskar fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í norskum sjógvi.
§ 6 a. 1) Fiskifar, sum fiskar burtur av atgongd sambært § 4 a í norskum sjógvi, skal hvørja viku senda veiðifráboðan sambært skjali 2 til russiskar myndugleikar.
Revsing
§ 7. 1) Brot á §§ 6 og 6 a verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært § 5, 1. pkt., ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 5.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026 og fer úr gildi 1. januar 2027.
Tilfeingis- og vinnumálaráðið, 30. desember 2025
Eirikur í Jákupsstovu (sign.)
landsstýrismaður
/ Pól E. Egholm (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í norskan sjógv.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
|
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
|
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
|
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
|
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
|
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
|
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
|
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
|
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
|
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
|
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
|
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
|
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
|
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
|
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
|
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
|
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
|
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
|
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
|
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
|
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
|
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
|
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
|
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
|
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
|
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
|
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
|
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
|
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
|
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
|
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
|
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
|
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
|
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
|
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
|
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
|
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
|
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr norskum sjógvi.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
|
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
|
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
|
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
|
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
|
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
|
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
|
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
|
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
|
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
|
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
|
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
|
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
|
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
|
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
|
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
|
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
|
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
|
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til |
|
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
|
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
|
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
|
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
|
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |
Skjal 2 1)
Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar
Veiðifráboðan skal sendast hvørja viku við veiðinøgd undanfarnu viku.
Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn, teldupost: vorn@vorn.fo og fmc@vorn.fo.
CATCH REPORT
(WHEN FISHING RUSSIAN QUOTA OUTSIDE OF THE RUSSIAN EEZ)
To: Severomorskoe Territorial Department of the Federal Agency for Fisheries
e-mail: murmansk@murmansk.fish.gov.ru
Type of Report:_____________
(daily, weekly, decade, monthly)
Unique numbering from the beginning of the year__________
Fishing period (dates):____________________________
|
Fishing Area |
Date and Time UTC | ||
|
|
Entry |
Exit | |
|
|
| ||
|
|
| ||
|
Vessel Name |
| ||
|
Registration Number |
| ||
|
Call Sign |
| ||
|
Flag state/ Port of registry |
| ||
|
Telephone, fax, e-mail of fishing vessel |
| ||
|
Ship owner |
| ||
|
Address, telephone, fax, e-mail of the ship owner |
| ||
|
Current position at time of transmission |
| ||
|
Date and time of transmission (UTC) |
| ||
|
Russian fishing Licence Nr. |
| ||
|
Type of fishing gear |
| ||
|
Species |
Live weight, kg |
Quota specification | ||||
|
Norwegian EEZ |
NEAFC Regulatory Area in the Barents sea |
Vessel quota under the Russian fishing Licence | ||||
|
Catch at reported period |
Accumulated catch since January, 1-st |
Catch at reported period |
Accumulated catch since January, 1-st | |||
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
|
|
|
|
|
|
Russian quota |
|
Remarks: | ||||||
Signature Master's Name