Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. desember 2020Nr. 228
Kunngerð um stuðulstænastu
Við heimild í § 35, stk. 3 og § 36, stk. 4 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur verður ásett:
§ 1. Stuðulstænasta verður veitt fyri at menna og endurmenna førleikar hjá tí einstaka, soleiðis at viðkomandi kann liva eitt sjálvstøðugt, innihaldsríkt, virkið og støðugt lív.
Stk. 2. Tænastan verður veitt sum:
1) námsfrøðilig leiðbeining,
2) umsorgan og praktisk hjálp til dagligar uppgávur og fíggjarviðurskifti,
3) fylgjari til sosial tiltøk, og
4) vøka og hjávera, ið er uttanfyri ábyrgdarøkið hjá kommunu og heilsuverkinum.
Stk. 3. Stuðulstænasta fevnir ikki um persónliga røkt ella sjúkrarøkt. Er talan um barn, fevnir stuðulstænastan um persónliga røkt.
Áseting av stuðulstímum
§ 2. Almannaverkið tekur avgerð um stuðulstænasta verður veitt, hvussu stuðulstænastan verður veitt, og hvussu nógvir stuðulstímar verða veittir.
Stk. 2. Almannaverkið ásetir tal av stuðulstímum soleiðis:
1) Lættan tørv upp til 5 tímar um vikuna.
2) Miðal tørv millum 5 og 10 tímar um vikuna.
3) Stóran tørv millum 10 og 20 tímar um vikuna.
Stk. 3. Persónur kann í mesta lagi fáa stuðulstænastu 20 tímar um vikuna.
Stk. 4. Almannaverkið kann víkja frá mest loyvda tímatali í stk. 3 vegna vantandi pláss á bústaði sambært §§ 45 ella 46 í løgtingslógini ella vegna serligar umstøður.
Stk. 5. Avgerðin sambært stk. 1-4 verður tikin við støði í ynski og tørvi hjá persóni, sosialfakligari meting og fíggjarliga rásarúminum fyri tænastu hjá Almannaverkinum.
Stk. 6. Persónur, sum hevur fingið játtað stuðulstænastu, verður settur á bíðilista, um tænastan ikki er tøk.
Stk. 7. Almannaverkið skal í minsta lagi árliga endurskoða játtaða tímatalið.
Virkisætlan
§ 3. Almannaverkið tilevnar virkisætlan saman við honum, sum fær stuðulstænastu. Er talan um barn ella persón, sum hevur verja, verður virkisætlanin tilevnað saman við foreldrum, verja ella dagligum umsorganarpersóni.
Stk. 2. Ynskir tann, sum fær stuðulstænastu, ikki at viðvirka til at gera virkisætlan, ger Almannaverkið virkisætlan, sum starvsfólk arbeiða eftir.
Stk. 3. Almannaverkið skal tryggja, at virkisætlan er partur av ætlan sambært § 3, stk. 3 og 4 í løgtingslógini, tá talan er um persón, sum hevur umfatandi og samansettan tørv.
§ 4. Almannaverkið kann endurrinda stuðulsfólki meirútreiðslur av virkseminum av játtaðu stuðulstímunum og sum ikki kunnu rindast av øðrum skipanum, t.d. fylgjarakorti.
Borgarastýrd stuðulstænasta
§ 5. Stuðulstænasta sambært § 1, stk. 2, nr. 2-4, kann veitast soleiðis, at persónur, sum fær stuðulstænastu, sjálvur ger av, hvør skal virka sum stuðulsfólk, hvat stuðulstænastan skal nýtast til, og nær.
Stk. 2. Treytin er, at persónurin sjálvur, verji, dagligi umsorganarpersónurin ella foreldur, tá talan er um barn, kann gera av, hvør skal virka sum stuðulsfólk, hvat stuðulstænastan skal nýtast til, og nær.
Stk. 3. Stuðulsfólk verður sett í starv hjá Almannaverkinum og verður lønt sambært sáttmála. Almannaverkið skal góðkenna tann, ið settur verður.
Stk. 4. Maki, foreldur og systkin kunnu ikki setast sum stuðulsfólk sambært stk.1.
Stk. 5. Stuðulstænasta, sum fevnir um minni enn 2 tímar um vikuna, kann ikki skipast sum borgarastýrd stuðulstænasta.
Stk. 6. Almannaverkið kann í serligum førum víkja frá minsta tímatalinum í stk. 5.
Kæra
§ 6. Avgerð hjá Almannaverkinum sambært hesi kunngerð kann kærast til kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Gildiskoma
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 28. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)