Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. apríl 2014Nr. 23
Kunngerð um fakligan førleika hjá lærarum í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 19. juli 2019
Við heimild í § 17, stk. 6 í løgtingslóg nr. 62 frá 15. mai 2012 um gymnasialar útbúgvingar, verður ásett:
Endamál
§ 1. Til tess, at undirvísingin í einari lærugrein kann fara fram sambært krøvunum í námsætlanunum, er yvirskipaða treytin, at lærarin hevur fullan fakligan førleika t.e., at hann hevur eitt breitt fakligt, háttalagsbundið og vísindaligt støði í teimum lærugreinum, hann undirvísir í.
Fakligur førleiki
§ 2. Tá ið leiðari útbúgvingarstovnsins setir lærara í starv, skal hann meta um og gera av, um lærarin hevur fakligan førleika.
Stk. 2. Fakligur førleiki í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum er treytaður av, at lærarin hevur lokið kandidat- ella masterútbúgving frá fróðskaparsetri ella øðrum akademiskum útbúgvingarstovni í einari ella fleiri lærugreinum í gymnasialu lærugreinarøðini. Kandidat- ella masterstig vil siga í minsta lagi 300 ECTS.
Stk. 3. Um lærari ikki hevur lokið hesa útbúgving, kann fakligur førleiki eisini verða góðkendur, um lærarin á annan hátt hevur útvegað sær førleikarnar, sum eru nærri lýstar í rundskriv sambært § 3, stk. 1.
Stk. 4. Í teimum tøkniligu lærugreinunum, sum eru tøkni, tøknifrøði, kunningartøkni og vallærugreinar innan sama øki, og í teim búskaparligu lærugreinunum, sum eru virkisbúskapur, sølubúskapur og vallærugreinar innan hesi øki, kann neyðugur fakligur førleiki eisini verða fingin til vega, við eini samanseting av loknari hægri útbúgving, meiri enn bachelor, frá verkfrøðiháskúla, handilsháskúla ella fróðskaparsetri og skjalprógvaðum førleikagevandi arbeiði ella skjalprógvaðari uppstigandi eftirútbúgving, sum samanlagt svara til førleikarnar sum eru nærri lýstar í rundskriv sambært § 3, stk. 1.
Stk. 5 Umframt málsligan førleika í høvuðsmálinum í undirvísingini skal lærarin:
1) hava hollan fakliga førleika innan kjarna- og ískoytisøkini, innan grundleggjandi ástøði, og arbeiðshættir,
2) hava fakligan førleika innan nær skyld stuðulsfak,
3) hava royndir í at nýta fakligar hjálparmiðlar, eitt nú tíðarhóskandi KT-nýtslu,
4) vera førur fyri at gera fakligar metingar av undirvísingartilfari.
§ 3. Krøvini til fakligan førleika verða nærri lýst í rundskrivi.
Stk. 2. 1) Í lærugreinunum føroyskum, lestrarmenning, tilfeingi og tilfeingisfrøði verða føroyskar leiðreglur gjørdar.
Stk. 3. Annars verða donsku leiðreglurnar nýttar, í samsvari við samstarvsavtalu millum Mentamálaráðið og Undervisningsministeriet.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 7. apríl 2014
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)