26. mars 1984Nr. 23
Kunngerð um broyting í kunngerð um veiðu eftir hummara á landleiðini
Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinri broytingum um fiskiveiðu á landleiðini, hevur landsstýrið saman við løgtingsins fiskivinnunevnd fyrisett:
§ 1
Í kunngerð nr. 5 frá 20. januar 1984 um veiðu eftir hummara á landleiðiní verða meskarnir í teinunum í § 1 broyttir til:
»Tað er ikki loyvt at nýta teinar (rúsur) við smærri meskum enn 22,5 mm X 35 mm (mált innan).«
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi beinan vegin.
FØROYA LANDSSTÝRI, 26. mars 1984.
Anfinn Kallsberg
landsstýrismaður
/ Julianna Klett