Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. januar 1993Nr. 23
Kunngerð um skráseting av motorakførum sum hýru- ella skúlavognur
Við heimild í § 4, stk. 4 í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Loyvi krevst at skráseta motorakfør sum hýruvogn ella skúlavogn.
Stk. 2. Umsókn um loyvi verður at senda Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 2. Einstaklingur, ið skrásetur hýru- ella skúlavogn, skal hava koyrikort áteknað til aksturvinnu.
§ 3. Tann, ið skrásetur hýru- ella skúlavogn, skal hava loyvisbræv til aksturvinnu.
§ 4. Í kommunum har kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 (standard hýruvognsreglugerðin) við seinni broytingum er sett í gildi, skal umsøkjarin hava hýruvognsloyvi.
Stk. 2. Í kommunum har hýruvognsreglugerðin ikki er sett í gildi, skulu øll krøv í §§ 5-12 og § 13, stk. 1 og 2 í standardreglugerðini vera uppfylt.
§ 5. Hýruvognur kann einans skrásetast av einstaklingi.
§ 6. Motorakfar uttan skrásetingargjald, sum er skrásett sum hýruvognur ella skúlavognur, er eitt arbeiðsamboð, sum ikki kann nýtast til privata nýtslu.
§ 7. Skúlavognur skal vera ogn hjá koyriskúla og vera skrásettur á skúlan.
§ 8. Tann, ið skrásetur motorakfar uttan skrásetingargjald sum hýruvogn ella skúlavogn, skal til eina og hvørja tíð kunna prógva, at samsvar er millum koyrdar kilometrar og inntøku, sum nærri ásett í reglugerð, og skal hann senda Toll- og Skattstovuni ársroknskap fyri tann ávísa bilin í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at roknskaparárið er lokið.
§ 9. Verða treytirnar fyri skrásetingini sum hýru- ella skúlavognur ikki hildnar, fellur skrásetingargjaldið til gjaldingar.
§ 10. Kravið um afturgjalding av skrásetingargjaldinum, um treytirnar ikki verða hildnar, verður tryggjað við panti í hýru- ella skúlavogninum.
§ 11. Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót.
§ 12. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 61 frá 3. juni 1989 við seinni broytingum um endurrindan av innflutningsgjaldi og skrásetingargjaldi á hýru- og/ella skúlavognum.