Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. februar 2025Nr. 23
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya
(Nýggj heimild fyri samstarvsráð og málsligar broytingar)
§ 1
Í kunngerð nr. 97 frá 17. juni 2021 um útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 108 frá 25. juni 2021, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 7, § 5, stk. 4, § 8, stk. 4, og § 15, stk. 3, 1. pkt. verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
2. Í § 4, stk. 3, § 9, stk. 1 og tvær staðni í § 17, stk. 5 verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”.
3. Í § 7, stk. 2 verður “landsstýrismaðurin” broytt til: “landsstýrisfólkið”.
4. Í § 17, stk. 7 verður “landstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”.
5. Aftan á § 16 verður í kapittul 2 sett:
“Samstarvsráð
§ 16 a. Rektarin kann eftir tørvi seta samstarvsráð fyri hvørja einstaka útbúgving ella hvørji einstøk útbúgvingarøki, sbr. tó § 16 a, stk. 5.
Stk. 2. Endamálið við samstarvsráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini ella útbúgvingarøkinum og av viðkomandi starvsøki sum heild.
Stk. 3. Samstarvsráðini verða sett umboðandi viðkomandi áhugapartar, við atliti at javnstøðu.
Stk. 4. Rektarin skipar fyri nærri innanhýsis starvsskipan fyri samstarvsráðini.
Stk. 5. Samstarvsráð fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina, námsfrøðiútbúgvingina og fólkaskúlalæraraútbúgvingina verða sett sbrt. ásetingunum í teimum serstøku kunngerðunum, sum galda fyri útbúgvingarnar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 28. februar 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)