Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. mars 2022Nr. 24
Kunngerð um upplæring fyri skipsyvirmenn á skjóttgangandi førum, fevnd av HSC-koduni
Við heimild í § 1, stk. 2, § 7, stk. 2, § 31 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og í § 10, stk. 1, § 17, stk. 4, § 21 a, stk. 1 og § 24, stk. 3 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011 og løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, og í samráð við umboð fyri reiðarafeløgini og sjómannafeløgini, verður ásett:
Øki
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri skjóttgangandi før, ið eru fevnd av HSC-koduni.
Stk. 2. §§ 3, 7 og 12 eru harafturat galdandi fyri útlendsk skjóttgangandi før, sum regluliga koma í føroyska havn.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) HSC-kodan: International Code of Safety for High Speed Crafts, 1994/2000, við seinni broytingum.
2) Skjóttgangandi far: Far, ið er fevnt av HSC-koduni, sum nærri ásett í kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um byggi- og útgerðarkrøv o.a. (Fráboðan B), kapittul X.
3) Skipsyvirmaður: Brúgvayvirmaður ella maskinyvirmaður, sum hevur brúgvavakt ella maskinvakt.
4) Brúgvayvirmaður: Stýrimaður ella skipari, ið hevur vakt á brúnni á skjóttgangandi fari, ella sum stýrir, tá lagt verður at.
5) Type Rating: Serlig verklig roynd, ið skal skjalprógva neyðugar førleikar til at gera tænastu sum skipsyvirmaður á skjóttgangandi fari.
Upplæring fyri skipsyvirmenn
§ 3. Áðrenn skipsyvirmaður kann fara í tænastu á skjóttgangandi fari, skal reiðarin tryggja, at skipsyvirmaðurin hevur fingið upplæring sambært § 4 og hevur galdandi Type Rating prógv sambært § 9.
§ 4. Upplæring fyri skipsyvirmenn skal fevna um starvsvenjing og siglingartíð í 1 til 2 vikur umborð á skjóttgangandi farinum. Skipsyvirmaður í upplæring skal ikki verða roknaður sum partur av minstu trygdarmanningini.
Stk. 2. Umframt førleikar og royndir skipsyvirmansins, skal starvsvenjingin taka støði í serligu siglingarviðurskiftunum og rakstrarviðurskiftunum, sum gera seg galdandi fyri skjóttgangandi farið, ið skipsyvirmaðurin skal gera tænastu á.
Stk. 3. Starvsvenjingin, sambært stk. 1 og 2 skal millum annað geva viðkomandi innlit í:
1) Rakstrarskipanir umborð, undir hesum samskiftisútgerð, siglingartól, elektroniskar skipanir, trýstskipanir, hydraulikkskipanir, lensipumpu og brandpumpu.
2) Fráboðanir í rakstarskipanum og eftirlitsskipanum um brek, undir hesum í siglingartólum og maskinútbúnaðinum og um handfaring av slíkum fráboðanum.
3) Serligu stýrieginleikunum og rakstraravmarkingum á skjóttgangandi farinum.
4) Samskifti á brúnni og siglingarmannagongdir.
5) Stabilitet og skaðastabilitet á skjóttgangandi farinum.
Stk. 4. Siglingartíðin sambært stk. 1, kann fyri ein part gerast við simolatorvenjingum.
Stk. 5. Eftir upplæringina sambært stk. 1, skal reiðarin tryggja, at skipsyvirmaðurin stendur verkliga roynd, samanber § 2, nr. 5, umborð á skjóttgangandi farinum á farleiðini, ið skipsyvirmaðurin skal gera tænastu.
Serlig siglingarupplæring fyri brúgvayvirmenn
§ 5. Áðrenn brúgvayvirmaður kann fara í tænastu á skjóttgangandi fari, skal reiðarin tryggja, at brúgvayvirmaðurin fær serliga upplæring í at føra skjóttgangandi farið á teirri farleið, ið brúgvayvirmaðurin skal gera tænastu á. Upplæringin skal fevna um, og serliga taka atlit til:
1) Veðurlíkindini, undir hesum vindviðurskiftini og streymviðurskiftini, sum kunnu væntast á farleiðini, undir hesum eisini í sambandi við at leggja at, og
2) hvørja ávirkan aldur kunnu hava fyri siglingina og tey fyrivarni, sum kunnu setast í verk til tess at handfara slíkar ávirkanir.
§ 6. Áðrenn brúgvayvirmaður kann fara í sjálvstøðuga tænastu umborð á skjóttgangandi fari, sum siglir við ferðafólki í millum føroyskar havnir, skal reiðarin tryggja, at brúgvayvirmaðurin, umframt at hava fingið upplæring sambært §§ 4 og 5, hevur fingið hóskandi upplæring og venjing, sum ger hann føran fyri, at sigla farið trygt innanfyri ásettu karmarnar í trygdarvegleiðingini, sambært § 7.
Trygdarvegleiðing fyri skjóttgangandi før, sum sigla við ferðafólkum millum føroyskar havnir
§ 7. Reiðari skal í samstarvi við brúgvayvirmenninar gera eina trygdarvegleiðing, sum ásetir karmarnar fyri raksturin og trygga nýtslu av skjóttgangandi farinum fyri hvørja farleið og havn, ið siglt verður á.
Stk. 2. Trygdarvegleiðingin skal verða grundað á eina samlaða váðameting, sum skal taka støði í millum annað rakstrarligum royndum við skjóttgangandi farinum, atløguviðurskiftunum, botnviðurskiftunum og vanligastu veðurlíkindunum, undir hesum vindviðurskiftunum, alduviðurskiftunum og streymviðurskiftunum á ítøkiligu farleiðini.
Stk. 3. Í trygdarvegleiðingini skulu verða ásett ítøkilig mørk fyri, nær skjóttgangandi farið kann nýtast, umframt tey fyrivarni, ið skulu takast, tá ið umstøðurnar nærkast ásettu mørkunum fyri trygga nýtslu av skjóttgangandi farinum.
Stk. 4. Reiðarin skal skráseta og kanna ótilætlaðar hendingar við skjóttgangandi farinum, og um tað við støði í hesum verður mett neyðugt, gera tillagingar í trygdarvegleiðingini.
Eftirlit
§ 8. Sjóvinnustýrið kannar, hvørt upplæringin sambært §§ 4-6 og trygdarvegleiðingin sambært § 7 eru nøktandi í mun til siglingarvirksemið.
Type Rating prógv
§ 9. Fyri at fáa Type Rating prógv krevst skjalprógv fyri, at skipsyvirmaður hevur fingið upplæring og staðið roynd, sambært § 4.
§ 10. Sjóvinnustýrið útskrivar Type Rating prógv eftir umsókn reiðarans.
Stk. 2. Umsóknin skal sendast Sjóvinnustýrinum elektroniskt.
Stk. 3. Type Rating prógv er í gildi í 2 ár, roknað frá tí degi, tað er dagfest.
§ 11. Fyri at endurnýggja Type Rating prógv krevst, at skipsyvirmaðurin hevur siglingarroyndir við skjóttgangandi farinum á farleiðini, sum prógvið er galdandi fyri, í minsta lagi:
1) 10 dagar seinasta mánaðin,
2) 45 dagar teir seinastu 12 mánaðirnar, ella
3) 3 mánaðir seinastu 24 mánaðirnar.
Revsing
§ 12. Brot reiðarans á §§ 3 og 5-7 verður revsað við sekt.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2022.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 1. mars 2022
Magnus Rasmussen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)