4. apríl 2016Nr. 24
Kunngerð um ískoyti til tannviðgerð hjá privatstarvandi tannrøktara
Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015 verður ásett:
§ 1. Heilsutrygd kann veita ískoyti til tannviðgerð hjá privatstarvandi tannrøktara. Ískoyti verður veitt samsvarandi sáttmálanum millum Tannrøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
§ 2. Nærri ásetingar um treytir og skyldur o.a. hjá tannrøktarum eru í sáttmálanum millum Tannrøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsu- og innlendismálaráðið, 4. apríl 2016
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)