Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. apríl 2011Nr. 24
Fráboðan um at broyta fráboðan um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar
§ 1
Í fráboðan nr. 84 frá 30. september 2008 um býti av málsøkjum landsstýrisins millum landsstýrismenninar, sum seinast broytt við fráboðan nr. 14 frá 21. februar 2011, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Landsstýrismenninir eru:
Í fíggjarmálum: Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.
Í mentamálum: Helena Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.
Í vinnumálum: Johan Dahl, Sambandsflokkurin, Vágur.
Í almannamálum: Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin, Sandavágur.
Í heilsumálum: John Johannesen, Javnaðarflokkurin, Tórshavn.
Stk. 2. Varaløgmaður er Aksel V. Johannesen. Berst honum frá, er tann varaløgmaður, sum er næstur honum sambært regluni í stýrisskipanarlógini § 36, 2. og 3. pkt.”
2) Aftaná § 7 verður sett inn:
“§ 7 a. Løgmaður hevur harumframt tær heimildir og skyldur, sum áður hava verið lagdar til landsstýrismannin í uttanríkismálum, fiskivinnumálum og innlendismálum sbrt. hesi fráboðan”
§ 2
Fráboðanin fær gildi 6. apríl 2011.
Løgmansskrivstovan, 6. apríl 2011
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)