12. apríl 2024Nr. 24
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak frá at skula landa svartkjaft í Føroyum til og við 15. juni 2024)
§ 1
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 10. mars 2020, kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021, kunngerð nr. 127 frá 24. august 2021, kunngerð nr. 154 frá 6. desember 2021, kunngerð nr. 50 frá 22. apríl 2022, kunngerð nr. 128 frá 19. september 2022, kunngerð nr. 1 frá 10. januar 2023, kunngerð nr. 46 frá 12. apríl 2023, kunngerð nr. 92 frá 25. juli 2023, kunngerð nr. 120 frá 14. november 2023 og kunngerð nr. 1 frá 11. januar 2024 verður í § 1 sum nr. 8 sett:
“8) Svartkjaftur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 16. juni 2024.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 12. apríl 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Elin Mortensen (sign.)