Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mars 2019Nr. 24
Kunngerð um at skipa serligan skúla ella undirvísingartilboð
Við heimild í § 45, stk. 7 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 30. apríl 2018, verður ásett:
Skipan og málbólkur
§ 1. Serflokkar eru undirvísingartilboð í fólkaskúlanum, har veitt verður serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligur stuðul.
Stk. 2. Málbólkurin eru næmingar í fólkaskúlanum, sum ikki fáa nøktandi skúlatilboð í vanligu skipanini í fólkaskúlanum.
Stk. 3. Miðað verður eftir, at næmingarnir taka 9. floks prógvi ella 9. fl. við støðumetingarskjali kunngerð um próvtøkur fólkaskúlans.
§ 2. Eftir góðkenning Mentamálaráðsins, sambært § 7, stk. 2 í kunngerð um serundirvísing, sernámsfrøðilig átøk og sernámsfrøðiligan stuðul, verða serflokkar skipaðir.
Stk. 2. Góðkenning Mentamálaráðsins er grundað á tilmæli frá Sernámi og Undirvísingarstýrinum í samráð við einstaka skúlan ella skúlaeind ella skúlaøki, har serflokkurin verður staðsettur.
§ 3. Serflokkur verður skipaður sum serligt skipað undirvísingartilboð undir skúlaleiðsluni í tí skúla, har serflokkurin er staðsettur og við sernámsfrøðiligari ráðgeving frá Sernámi.
§ 4. Sernám hevur vegna Mentamálaráðið, yvirlit og innlit yvir næmingatal, skipan og arbeiðið í serflokkunum.
Leiðsluviðurskifti og starvsfólkaviðurskifti
§ 5. Starvsfólkini verða sett í skúlanum, arbeiða í serflokkinum, og eru skipað í toymi við toymisleiðara sambært avtalu um sjálvstýrandi toymi í serflokkum.
Stk. 2. Starvsfólk eru lærarar og námsfrøðingar við møguligari eftirútbúgving innan serøkið.
§ 6. Skúlaleiðarin setur toymisleiðara eftir tilmæli frá setanarbólki. Setanarbólkurin er umboð fyri skúlastýrið, Sernám, starvsfólk, og skúlaleiðarin. Skúlaleiðarin er formaður í bólkinum.
Stk. 2. Toymisleiðarin er fólkaskúlalærari við eftirútbúgving innan serøkið ella hevur aðra samsvarandi námsfrøðiliga útbúgving við eftirútbúgving innan serøkið.
Stk. 3. Skúlaleiðarin setur starvsfólk eftir tilmæli frá setanarbólki. Setanarbólkurin er umboð fyri skúlastýrið, Sernám, toymisleiðari umframt skúlaleiðaran, sum er formaður í bólkinum.
§ 7. Toymisleiðarin samskipar og hevur dagligu og fakligu leiðsluna og ábyrgdina av arbeiðinum í serflokkinum.
Stk. 2. Starvsfólkini í serflokki luttaka á námsfrøðiligum fundum og øðrum felags tiltøkum í skúlanum.
Hølisviðurskifti
§ 8. Serflokkur hevur egin høli, sum skulu vera egnað til endamálið.
Stk. 2. Serflokkur hevur atgongd til fakhølini og serhølini í skúlanum. Hetta verður samskipað við leiðslu skúlans.
Játtan
§ 9. Starvsfólkatal og samanseting er skipað við grundarlagi í normeringini 1 til 3 millum starvsfólk og næmingar.
Stk. 2. Í serligum førum grundað á tørvin hjá einstøku næmingum í serflokkinum, kann víkjast frá ásetingini í stk. 1.
§ 10. Næmingar í serflokki telja sum aðrir næmingar í skúlanum, tá ið tað viðvíkur føstum rakstrarútreiðslum hjá skúlanum.
Innihald og skipan
§ 11. Toymisleiðarin ger í samráð við toymið ársætlan og skipan fyri serflokkin, sum skal verða tøk við skúlaársbyrjan.
§ 12. Toymisleiðarin ger í samráð við toymið í serflokkinum, og í samstarvi við førleikastovna og Sernám, einstaklinga læruætlan og menningarætlan fyri næmingin. Ætlanin skal verða gjørd, í seinasta lagi tveir mánaðir eftir, at næmingurin er byrjaður í serflokkinum, og avrit av ætlanini skal sendast til Sernám. Hesar skulu eftirmetast hálvárliga.
Stk. 2. Hvør næmingur og foreldur ella avvarðandi hevur eitt kontaktfólk í serflokkinum.
Stk. 3. Undirvísingin verður skipað við støði í persónligu fortreytunum, sosialu fortreytunum og fakligu fortreytunum hjá einstaka næminginum.
Stk. 4. Skúladagurin hjá næmingum í serflokki er vanliga frá kl. 08.00-13.00.
Tilknýti til Sernám og Førleikastovu
§ 13. Sernám er høvuðsráðgevandi eindin og skal hava yvirlit og innlit í, hvat serflokkurin fevnir um.
Stk. 2. Tilknýtið og atgongd til servitan frá Sernámi er skipað eftir avtalaðum leisti við Sernám, við m.ø. hesum tættum:
1) Regluliga supervisjón.
2) Regluliga sernámsfrøðiliga ráðgeving.
3) Atgongd til sálarfrøðing eftir tørvi.
4) Annað eftir nærri avtalu millum skúlan og Sernám.
Stk. 3. Tilknýtið og atgongd til servitan frá Førleikastovuni fatar um:
1) Vegleiðing og ráðgeving innan tey fakøki, ið Førleikastovan fevnir um.
2) Vegleiðing og ráðgeving viðvíkjandi tilfarsvali o.a.
Ávísing, tilráðing og upptøka
§ 14. Ávísing til serflokk er treytað av, at mett verður, at tað er gagnligt fyri næmingin at fáa undirvísing í serflokki í styttri ella longri tíðarskeið.
§ 15. Sernám og viðkomandi skúli skulu gera meting og tilráðing til, at næmingur fer í serflokk. Henda tilráðing verður gjørd í samráð við foreldur og næming í tí vavi, tað er hóskandi.
Stk. 2. Næmingur kann bert vera fluttur í serflokk í samráð við og eftir tilmæli frá Sernámi og foreldrum ella avvarðandi.
§ 16. Í upptøkubólkinum til serflokkin er toymisleiðarin fyri serflokkin, sum er formaður. Hini umboðini eru umboð fyri Sernám, umboð fyri leiðslu skúlans ella Førleikastovuna og umboð frá skúlanum, har næmingurin er innskrivaður.
§ 17. Upptøka fer fram samstundis sum upptøkan í skúlan annars, og skal verða avgreidd í seinasta lagi í mai mánaði til komandi skúlaárið.
Stk. 2. Í serligum førum kann víkjast frá stk. 1, soleiðis at upptøka fer fram í úrtíð, tó eftir sama leisti sum árliga upptøkan sbrt. stk. 1
§ 18. Næmingar kunnu koma úr skúlum í øðrum kommunum. Skúlin boðar avvarðandi kommunu frá, um næmingur flytur í serflokk í aðrari kommunu.
§ 19. Um næmingur gongur í serflokki hjá øðrum skúlamyndugleika, enn í tí kommunu, hann er búsettur, verða skúlaútreiðslurnar goldnar av kommununi, har næmingurin býr.
Gildiskoma
§ 20. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 19. mars 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)