22. mars 2018Nr. 24
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin hjá skipum úr ES londum í føroyskum sjógvi í 2018
(Útseting av gildiskomu um krav um skiljirist í veiðu eftir upsa)
§ 1
Í kunngerð nr. 191 frá 29. desember 2017 um fiskiskapin hjá skipum úr ES londum í føroyskum sjógvi í 2018 verður í § 35, 2. pkt. “1. apríl 2018” broytt til: “1. oktober 2018”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 22. mars 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)