Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. februar 2025Nr. 24
Kunngerð um broyting í kunngerð um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum
(Broytingar í ásetingum um samstarvsráð)
§ 1
Í kunngerð nr. 100 frá 17. juni 2021 um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum, sum broytt við kunngerð nr. 109 frá 25. juni 2021, verður § 23 strikað, og í staðin verður sett:
“§ 23. Landsstýrisfólkið setur eitt samstarvsráð fyri útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing. Endamálið við ráðnum er at fremja samstarv millum teir partar, ið varða av útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing og av sjúkrarøktarfrøðiyrkinum sum heild.
Stk. 2. Ráðið verður mannað við:
1) einum umboði, ið landsstýrisfólkið tilnevnir,
2) einum umboði, ið Kommunufelagið tilnevnir,
3) einum umboði, ið Fróðskaparsetur Føroya tilnevnir,
4) einum umboði, ið Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar tilnevnir,
5) einum umboði, ið landsstýrisfólkið við heilsumálum tilnevnir,
6) einum umboði, ið sjúkrahúsverkið tilnevnir, og
7) einum umboði, ið tey sjúkrarøktarfrøðilesandi velja.
Stk. 3. Partarnir tilnevna, so vítt møguligt, ein mann og eina kvinnu.
Stk. 4. Ráðið verður sett fyri eitt fýra ára tíðarskeið. Einstakir ráðslimir kunnu verða endursettir.
Stk. 5. Landsstýrisfólkið velur formann og skrivara í ráðnum. Ráðið ger sjálvt sína starvsskipan.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 28. februar 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)