Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 23-03-2001
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

6. mars 2001Nr. 25

Kunngerð um undirvísingarførleika á yrkisskúlum

Við heimild í § 45 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 10. mai 2000, § 17, stk. 5, í løgtingslóg nr. 107 frá 29. desember 1998 um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið (FHS-útbúgvingar), § 17, stk. 5, í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni (SIT-útbúgvingar), § 13, stk. 4, í løgtingslóg nr. 42 frá 23. apríl 1999 um hægri tøkniliga próvtøku (HT-útbúgvingar) og § 13, stk. 4, í løgtingslóg nr. 43 frá 23. apríl 1999 um hægri handilspróvtøku (HH-útbúgvingar), verður ásett:

§ 1. Lærarahópurin á tí einstaka yrkisskúlanum verður settur soleiðis saman, at málini fyri útbúgvingunum, sum skúlin bjóðar út, verða rokkin. Tað verður her í millum tryggjað, at undirvísingin í allari skúlagongdini kann verða gjøgnumførd á ein heildarkunnandi hátt, fevnandi bæði um verkliga og ástøðiliga undirvísing, og at tey, sum eru í útbúgving, fáa neyðugar almennar og serligar førleikar út frá egnum fortreytum.

§ 2. Lærari, sum undirvísir í verkligum yrkislærugreinum, skal, fyri at verða settur í starv, hava grundútbúgving sum yrkislærdur innan viðkomandi fakøki, ella hava hægri viðkomandi útbúgving, umframt vanliga í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir.

Stk. 2. Lærari, sum undirvísir í lærugreinum á D-stigi og lægri, skal, fyri at verða settur í starv, í minsta lagi hava hóskandi útbúgving í einum ella fleiri fakøkjum, umframt tíðarhóskandi vinnulívsroyndir.

§ 3. Lærari, sum undirvísir á C-stigi, skal, fyri at verða settur í starv, hava eina viðkomandi hægri útbúgving, í minsta lagi á bachelor-stigi. Síðustillaður við bachelor er lærari við aðrari hægri útbúgving og serfrøðingavitan, ið er fingin til vega gjøgnum yrkisliga eftirútbúgving og arbeiðsroyndir, og sum er góðkend av landsstýrismanninum.

§ 4. Lærari, sum undirvísir á A-og B-stigi, skal, fyri at verða settur í starv, hava viðkomandi útbúgving á kandidatstigi. Í tí einstøku undirvísingarlærugreinini skal hann í minsta lagi hava útbúgving, ið svarar til síðu- ella hjágreinastig. Síðustillaður við kandidat er lærari við aðrari hægri útbúgving og serfrøðingavitan, ið er fingin til vega gjøgnum yrkisliga eftirútbúgving og arbeiðsroyndir, og sum er góðkend av landsstýrismanninum.

§ 5. Landsstýrismaðurin ásetir í samráð við skúlarnar nærri um førleikan at undirvísa í einstøku lærugreinini.

§ 6. Fyri lærarar, sum undirvísa í vinnulívstengdum lærugreinum á A-, B- og C-stigi, eru vanliga í minsta lagi 2 ára tíðarhóskandi vinnulívsroyndir kravdar.

§ 7. Hóast ásetingunum frammanfyri, kann lærari, sum higartil hevur undirvíst í eini lærugrein á gymnasialum stigi uttan at lúka krøvini í §§ 3 og 4, halda fram at undirvísa í henni, treytað av at hansara útbúgvingarliga førleikastøði í seinasta lagi 4 ár eftir, at henda kunngerð er komin í gildi, í minsta lagi svarar til førleikakrøvini í §§ 3 og 4, sbr. eisini § 10. Skúlastjórin og lærarin avtala í felag, hvussu komast kann upp á nevnda støði.

§ 8. Í seinasta lagi 2 ár eftir at lærari er settur í fast starv, skal hann hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum landsstýrismaðurin skipar fyri ella hevur góðkent, sbr. Námsfrøðikunngerðina, um henda útbúgving ikki er lokin frammanundan.

§ 9. Tað áliggur skúlastjóranum, í samráð við lærararnar, at skipa fakliga og námsfrøðiliga eftirútbúgving við atliti at neyðugari dagføring av førleika læraranna, her í millum í tvørfakligum samstarvi.

Stk. 2. Hvør einstakur lærari hevur sjálvur ábyrgd av, at fakliga og námsfrøðiliga vitan hansara verður hildin viðlíka.

§ 10. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn gera undantøk frá ásetingunum í hesi kunngerð, tá ið hildið verður, at heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi. Landsstýrismaðurin kann biðja um tilráðing frá skúlanum í slíkum málum.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2001.

 

Mentamálastýrið, 6. mars 2001

 

Tórbjørn Jacobsen (sign.)

landsstýrismaður

 

/ Petur Petersen (sign.)