Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. apríl 2024Nr. 25
Kunngerð um broyting í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski
(Upsi, toskur og hýsa fevnd av skylduni at flyta øki, um íblandingin av ungfiski er ov høg o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 118 frá 20. juli 2021 um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 25, stk. 4, § 34, stk. 1, nr. 2 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021 og løgtingslóg nr. 155 frá 20. desember 2023, verður ásett:”
2. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Er íblandingin av ungfiski, sambært § 2, stk. 1, størri enn tað hámark, ið ásett er sambært § 2, stk. 2, skal skiparin beinanvegin boða Vørn frá umvegis fráboðanarskipanina á heimasíðuni www.vorn.fo ella umvegis elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
Stk. 2. Er íblandingin av ungfiski av ávikavist upsa, toski ella hýsu størri enn tað hámark, ið ásett er sambært § 2, stk. 2, skal fiskifarið alt fyri eitt gevast at fiska í økinum. Fiskifar, sum roynir við troli, línu ella snellu, skal flyta í minsta lagi 5 fjórðingar frá eini og hvørjari knattstøðu á ávikavist tóvinum, setuni ella fiskiøkinum næstu 72 tímarnar.
Stk. 3. Er íblandingin av ungfiski av ávikavist svartkjafti, sild ella makreli størri enn tað hámark, ið ásett er sambært § 2, stk. 2, skal fiskifarið alt fyri eitt gevast at fiska í økinum, og skal fiskifarið flyta í minsta lagi 10 fjórðingar frá eini og hvørjari knattstøðu á tóvinum næstu 72 tímarnar.
Stk. 4. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski.”
3. § 4 og yvirskriftin yvir § 4 verða strikaðar.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 16. apríl 2024
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)