21. mars 2002Nr. 25
Kunngerð um heilivágsskrá (farmakopé) og fyrimyndarreglur á heilivági
Við heimild í § 28 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, verður ásett:
§ 1. Við galdandi føroyska farmakopé er at skilja:
European Pharmakopeia 4th Edition 2002.
European Pharmakopeia 4th Edition, 1st Supplement frá 1. apríl 2002.
European Pharmakopeia 4th Edition, 2nd Supplement frá 1. juli 2002.
§ 2. Danske Lægemiddelstandarder, Lægemiddelstyrelsen 2002 verður sett í gildi fyri Føroyar.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 5. februar 2001 um heilivágsskrá (farmakopé) og fyrimyndarreglur á heilivági.
Almanna- og heilsumálastýrið 21. mars 2002
Sámal Petur í Grund (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)