Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 29-04-2010
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2010 A - Hefti 9 A frá 29. apríl 2010
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

23. apríl 2010Nr. 25

Kunngerð um elektrikaraútbúgving

Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, og § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:

Kapittul 1

Endamál og bygnaður

§ 1. Útbúgvingin til elektrikara skal:

1)   geva lærlinginum førleika at útinna tað handverk, ið er knýtt at arbeiðinum,

2)   leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving,

3)   menna tann einstaka og hjálpa viðkomandi til samfelagsliga fatan,

4)   geva lærlinginum førleika at samstarva við sínar arbeiðsfelagar og leiðsluna á virkinum,

5)   geva lærlinginum førleika at tilrættaleggja arbeiðið á skilagóðan hátt, og

6)   geva lærlinginum førleika at seta seg inn í galdandi reglur og lóggávu innan starvsøkið.

Stk. 2. Tann útbúni elektrikarin skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og í samsvari við galdandi reglur og lóggávu. Elektrikarin skal kunna finna brek, umvæla, góðskutryggja og halda viðlíka elektriskar skipanir.

Stk. 3. Yrkisútbúgvingin hevur tvær sergreinir:

1)   ljós- og stýringartøkni, og

2)   samskiftis- og tryggingartøkni

Stk. 4. Sergreinin verður vald, tá ið lærusáttmáli verður skrivaður við virkið. Virkið skal vera góðkent sum lærupláss í viðkomandi sergrein.

Stk. 5. Skúlagongdin í sergreinini ljós- og stýringartøkni fer fram í føroyskum yrkisskúla.

Stk. 6. Í sergreinini samskiftis- og tryggingartøkni fer 1. skúlaskeið fram í føroyskum yrkisskúla. Innihaldið í hesum skúlaskeiði er tað sama sum í sergreinini ljós- og stýringartøkni. Írestandi skúlaskeiðini fara fram á donskum yrkisskúla.

§ 2. Lærutíðin í sergreinini ljós- og stýringartøkni er 4 ár.

Stk. 2. Í sergreinini samskiftis- og tryggingartøkni er lærutíðin sambært longdini á útbúgvingini í Danmark.

§ 3. Skúlagongdin í sergreinini ljós- og stýringartøkni er 55 vikur.

Stk. 2. Býtið millum verkligu læruna og skúlagongdina er skipað soleiðis:

1)   Verklig læra,

2)   1. skúlaskeið, 20 vikur,

3)   verklig læra , uml. 30 vikur,

4)   2. skúlaskeið, 10 vikur,

5)   verklig læra , uml. 30 vikur,

6)   3. skúlaskeið, 10 vikur,

7)   verklig læra , uml. 30 vikur,

8)   4. skúlaskeið, 10 vikur,

9)   verklig læra , uml. 30 vikur,

10) 5. skúlaskeið, 5 vikur, og

11) verklig læra restina av lærutíðini.

Kapittul 2

Innihaldið í útbúgvingini

Skúlaparturin

§4. Samlaða skúlagongdin í elektrikaraútbúgvingini er 2200 tímar, av hesum er skemalagda undirvísingartíðin 1980 tímar, sbr. 4, stk. 2 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.

Stk. 2. Skemalagda undirvísingartíðin er lutað sundur sbr. § 12, stk. 2 í lógini.

§ 5. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir fyri sergreinina ljós- og stýringartøkni er tilsamans 1320 tímar við hesum lærugreinum:

 

Lærugrein

Ravmagnslæra

Diagramlæra

Stýringar

Innlegging og elektrotøkni, byrjanarstig

Innlegging og tilgerðartøkni, vanastig

Innlegging og dimensionering, framkomið stig

Elektrotøkni, vanastig

Elektrotøkni, framkomið stig

Góðskustýring, byrjanarstig

Góðskustýring, vanastig

Góðskustýring, framkomið stig

Stýringartøkni, vanastig

Stýringartøkni, framkomið stig

Sjálvirkandi skipanir, framkomið stig

Vitugar innleggingar, framkomið stig

Ljósskipanir, framkomið stig

Orkutøkni

 

§ 6. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum verða neyvari lýst í lesiætlan fyri hesar lærugreinir, sbr. kunngerð um lesiætlanir í yrkislærugreinum.

§ 7. Skemalagda tímatalið til almennar lærugreinir fyri sergreinina ljós- og stýringartøkni er tilsamans 460 tímar við hesum lærugreinum:

Lærugrein

Tímatal

Føroyskt E

80

Enskt E

80

Støddfrøði E

80

Støddfrøði D

60

Alisfrøði E

80

Arbeiðsumhvørvi

80

Í alt:

460

 

§ 8. Skemalagda tímatalið til vallærugreinir er tilsamans 200 tímar, og innihaldið verður neyvari lýst í viðkomandi lesiætlan.

Verkligi parturin

§ 9. Á læruplássinum skal lærlingurin gjøgnumganga og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á virkinum. Hesar uppgávur verða neyvari lýstar í arbeiðsætlan fyri verkliga partin, ið avvarðandi yrkisnevnd tilevnir og góðkennir.

Stk. 2. Um læruplássið ikki kann geva lærlinginum møguleika at arbeiða við øllum arbeiðsuppgávunum í sergreinini, kann læruplássið gera avtalu við útisetavirki, so at lærlingurin fær upplæring í teimum arbeiðsuppgávum, sum vanta.

Stk. 3. Avvarðandi yrkisnevnd skal góðkenna avtalur eftir stk. 2 millum lærupláss og útisetavirki.

Kapittul 3

Eftirmeting áðrenn sveinaroynd

1. skúlaskeið

§ 10. Eftir 1. skúlaskeið verður hildin roynd í yrkislærugreinum og próvtøka í almennum lærugreinum sambært § 13 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.

Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku tríggjar ferðir í 1. skúlaskeiði.

Stk. 3. Próvtøkurnar í almennum lærugreinum fara fram sambært ásetingum í lesiætlanini fyri einstøku lærugreinina.

Fylgjandi skúlaskeið

§ 11. Fakliga støðið hjá einstaka lærlinginum skal í øllum fylgjandi skúlaskeiðum eftirmetast sambært § 19 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.

Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku eina ferð í 2. og eina ferð í 3. skúlaskeiði.

Kapittul 4

Sveinaroynd

§ 12. Tá ið lærlingurin hevur staðið skúlapartin, og áðrenn lærlingurin hevur lokið verkligu læruna, verður farið til sveinaroynd.

Stk. 2. Treytin fyri at verða tikin upp til sveinaroynd er, at lærlingur hevur staðið øll skúlaskeiðini sambært § 10 og §11.

Stk. 3. Sveinaroyndin er býtt upp í tveir partar:

1)   skrivlig roynd, og

2)   verklig roynd.

Stk. 4. Tann skrivliga royndin er ein samansett roynd innan yrkislærugreinirnar. Loyvdir hjálparmiðlar í hesum sambandi eru nýttar lærubøkur, fylgiskjøl og lummaroknari, góðkend av skúlanum. Lærlingurin fær 120 minuttir til at svara spurningunum.

Stk. 5. Til verkligu royndina verður ein uppgáva gjørd í sambandi við skúlaundirvísingina og ein munnlig framløga við støði í tí elektrotøkniliga innihaldinum í verkligu uppgávuni.

Stk. 6. Tann verkliga uppgávan verður annaðhvørt gjørd einsæris ella í bólki.

Stk. 7. Lærlingurin ella bólkurin fær 100 klokkutímar til verkligu uppgávuna og 20 minuttir til framløguna fyri hvønn lærling.

§ 13. Fyri skrivliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir í felag eitt próvtal.

Stk. 2. Fyri verkliga partin av sveinaroyndini geva lærarin og báðir metingardómararnir í felag próvtal fyri ávikavist útinning av verkligu uppgávuni og munnliga yvirhoyring í elektrotøkniliga innihaldinum í uppgávuni.

Stk. 3. Í dømingini av avrikinum verður dentur lagdur á, at lærlingurin vísir hollan kunnleika til fakliga grundarlagið í yrkinum, og at lærlingurin loysir settu uppgávurnar sjálvstøðugt og á ein fullgóðan hátt.

Stk. 4. Fyri at standa royndina krevst, at próvtalið fyri skrivligu royndina og miðaltalið av próvtølunum fyri verkligu royndina bæði eru í minsta lagi 6.

Stk. 5. Sveinaroyndarpróvtalið er miðaltalið av próvtalinum fyri skrivligu royndina og miðalpróvtalinum fyri verkligu royndina.

Stk. 6. Lærlingurin fær upplýst próvtøkuúrslitið frá læraranum og báðum metingardómarunum beint eftir, at royndin er liðug.

Stk. 7. Skúlin sendir upplýsingarnar um próvtal lærlingsins, sum er givið eftir stk. 5, til avvarðandi yrkisnevnd.

Sjúkra- og endurroynd

§ 14. Sjúkra- og endurroynd verður skipað samsvarandi § 6, stk. 2 í kunngerð um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir.

Kapittul 5

Gildiskoma

§ 15. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er er eisini galdandi fyri lærlingar, sum hava byrjað læruna, áðrenn kunngerðin kemur í gildi.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 1 frá 2. januar 2007 um elektrikaraútbúgving.

 

 

 

Mentamálaráðið, 23. apríl 2010

 

Helena Dam á Neystabø (sign.)

landsstýriskvinna

 

/ Leivur Harryson (sign.)