6. mars 2001Nr. 26
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum
§ 1
Í kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996 um fiskiskapin á landleiðunum við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 82 frá 25. august 1999, verður í § 1 sett sum stk. 3:
“Stk. 3. Veiða við bummtroli er ikki loyvd.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálastýrið, 6. mars 2001
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Andras Kristiansen (sign.)