Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. apríl 2005Nr. 26
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 73 frá 16. november 2004 um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2 verður “og uppihald” strikað.
2) Í § 4 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Velur ein sjúklingur sjálvur eitt annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi til, ber sjúklingurin sjálvur ferðaútreiðslurnar millum sjálvvalda uppihaldsstaðið og viðgerðarstaðið.”
3) Í § 7 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Treytin fyri at kunna verða ávístur sum fylgjari er, at fylgjarin er sálarliga og likamliga fullførur.
4) Í § 10 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Sjúklingar, sum hava bíðað eftir transplantatión ella líknandi í longri tíð, kunnu fáa ávíst annað uppihaldsstað í bíðitíðini enn tað frammanundan ávísta uppihaldsstaðið. Almanna- og heilsumálaráðið tekur avgerð um annað uppihaldsstað.”
Stk. 3 verður hereftir stk. 4.
5) Í § 10 verður sum stk. 5 sett:
“Stk. 5. Sjúklingar yngri enn 18 ár kunnu verða ávístir til at nýta Ronald McDonald Huset sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Almanna- og heilsumálaráðið tekur avgerð um annað uppihaldsstað.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðin fær virknað frá 1. januar 2005.
Almanna- og heilsumálaráðið, 6. apríl 2005
Hans Pauli Støm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)