15. mai 2008Nr. 26
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
§ 1
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, verður § 78 orðað soleiðis:
“§ 78. Vinnuligur fólkaflutningur kann ikki fremjast í verki við støði í grønlendskum ella útlendskum koyrikorti.
Stk. 2. Koyrikort til vinnuligan fólkaflutning kann ikki verða útgivið við støði í einum koyrikorti, nevnt í stk. 1.
Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri handhava av koyrikorti, útgivið í Íslandi, Danmark, Noregi ella einum ES-landi, ella í einum landi, sum eftir avtalu við ES, hevur sett í gildi reglurnar í direktivi ráðsins nr. 91/439/EØF um koyrikort.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 15. mai 2008
Bjørt Samuelsen (sign.)
landsstýrisskvinna
/ Arne Poulsen (sign.)