Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 2020Nr. 26
Kunngerð um útgjald til persónar, sum eru í starvi hjá arbeiðsgevara á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru heimsendir av arbeiðsgevara orsakað av COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 51 frá 17. apríl 2020
Við heimild í § 14 a, stk. 4 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:
Fevnd
§ 1. Fevndir av hesi kunngerð eru arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum, sum senda starvsfólk heim orsakað av COVID-19, og tey starvsfólk, sum hesir arbeiðsgevarar senda heim av somu orsøk.
Stk. 2. Tað er ein treyt, at starvsfólkið framhaldandi er í starvi hjá arbeiðsgevaranum, hóast arbeiðsskyldan heldur uppat heilt ella partvíst.
Rætt til lønarískoyti
§ 2. Rætt til lønarískoyti hevur persónur, sum:
1) er í starvi hjá privatum arbeiðsgevara,
2) av arbeiðsgevaranum er sendur heim heilt ella partvíst orsakað av COVID-19,
3) hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár, og
4) hevur bústað í Føroyum.
Umsókn o.a.
§ 3. Fyri at starvsfólkið skal koma undir hesa skipan, skal arbeiðsgevarin fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 7 dagar eftir, at arbeiðsgevarin hevur sent starvsfólkið heim.
Stk. 2. Starvsfólkið hevur skyldu til at fara til arbeiðis eftir tørvi og boðum arbeiðsgevarans. Arbeiðsgevarin boðar Arbeiðsloysisskipanini frá broytingum í arbeiðsskylduni hjá starvsfólkinum.
Stk. 3. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja, at starvsfólkið við sínari undirskrift váttar, at upplýsingarnar, sum eru í umsóknarblaðnum, eru rættar.
Stk. 4. Í serligum førum kann Arbeiðsloysisskipanin víkja frá freistini í stk. 1.
Avgreiðsla og útgjald
§ 4. Lønarískoytið sambært hesi kunngerð er 115,38 krónur um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Ískoytið verður veitt í sama lutfalli, sum arbeiðsskyldan minkar.
Stk. 2. Ískoytið til lønina verður útgoldið eftir hvørt útgjaldsskeið, ásett av Arbeiðsloysisskipanini. Eitt útgjaldsskeið fevnir um 14 álmanakkadagar og 10 útgjaldsdagar svarandi til tvær arbeiðsvikur.
Stk. 3. Ískoytið til lønina verður, eftir vanligu reglunum í skattalógini um útgjald av A-inntøkum, ávíst starvsfólkinum eftir hvørt útgjaldsskeið, við tí freist, Arbeiðsloysisskipanin hevur fyri neyðini til at avgreiða útgjaldið.
Onnur inntøka
§ 5. 1) Allar A-inntøkur skulu upplýsast fyri Arbeiðsloysisskipanini.
Stk. 2. 1) Lønarískoytið fyri eitt útgjaldsskeið kann verða skert, um samlaða upphæddin av lønarískoyti og A-inntøkum, sum starvsfólk hevur vunnið rætt til frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2, nr. 2 í hesi kunngerð, fer upp um 27.000 krónur um mánaðin.
Stk. 3. 1) Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 27.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við 50 oyrum.
Stk. 4. 1) Fyri hvørja krónu, sum samlaða upphæddin sambært stk. 2 fer upp um 37.000 krónur um mánaðin, verður lønarískoytið skert við einari krónu.
Stk. 5. 1) Tá samlaða A-inntøkan frá arbeiðsgevara, sum ikki er arbeiðsgevarin sambært § 2, nr. 2 í hesi kunngerð, fer upp um 32.000 krónur um mánaðin, dettur rætturin til lønarískoyti burtur.
Stk. 6. 1) Hevur ella fær starvsfólkið rætt til sjúkradagpening undir sjúku, skal viðkomandi alt fyri eitt boða Arbeiðsloysisskipanini frá hesum. Lønarískoytið verður skert við sjúkradagpeninginum.
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 12. mars 2020.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. mars 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 51 frá 17. apríl 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri útgjaldsskeið sambært § 14 a í løgtingslógini frá og við 20. apríl 2020.”