Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 2010Nr. 26
Kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla og floksbýtistal
Við heimild í § 5, stk. 1, 2 og 3 og § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:
§ 1. Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 1 til hesa kunngerð, koma undir sáttmálaskyldu.
Stk. 2. Tær yrkisútbúgvingar, ið nevndar eru í fylgiskjali 2 til hesa kunngerð, hevur landsstýrismaðurin stovnsett.
Stk. 3. Teir skúlar, ið nevndir eru í fylgiskjali 2, eru góðkendir at hava undirvísing í teimum yrkisútbúgvingum, sum teir í sama fylgiskjali eru knýttir at.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur umsjón við, at fyrisitingarligu viðurskiftini við atliti at góðkenning eftir stk. 2 er í lagi og í samsvari við fakliga og námsfrøðiliga førleikan, ið krevst.
§ 2. Landsstýrismaðurin setir býtisnevnd, sum skal gera tilmæli um
1) upptøku av lærlingum til yrkisútbúgvingar
2) býti av flokkum millum skúlar
3) nær upptøka fer fram.
Stk. 2. Nevndin er sett saman soleiðis:
1) skúlastjórarnir, sum vara av yrkisskúlum, ið hava undirvísing innan somu útbúgvingar
2) umboð fyri Yrkisdepilin
3) umboð fyri Mentamálaráðið, sum er formaður.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 60 frá 13. mai 2002 um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv.
Mentamálaráðið, tann 23. apríl 2010
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson, (sign.)
Fylgiskjal 1
Mai 2002
Samsvarandi § 1, stk. 1 í hesi kunngerð, koma hesar yrkisútbúgvingar undir sáttmálaskyldu:
Byggiyrkið: |
Byggismiður |
Bygningsmálari |
Bygningssnikkari |
Gartnari |
Glarsmiður |
Gólváleggjari |
Gróthøggari |
Maskinsnikkari |
Múrari |
Møbilsnikkari |
Skipssnikkari |
Timburmaður |
Træskipasmiður |
Urgubyggjari |
El- og samskiftisyrkið: |
Automatiktøkningur (Automatikmekanikari) |
Datamekanikari |
Elektrikari |
Elektroniktøkningur (Elektronikmekanikari) |
Elektrotøkningur (Elektromekanikari) |
IT-supportari (KT-stuðul) |
Miðlatøkningur (Miðlatøknimekanikari) |
Miðlaatstøðari (AV-atstøðari) |
Radio- og sjónvarpstøkningur (Radiomekanikari) |
Fiskaídnaðar-, land- og havbúnaðaryrkið: |
Alari |
Fiskavirkari |
Fiskireiðsskapstøkningur |
Landbúnaðartøkningur |
Flutningsyrkið: |
Bilelektromekanikari |
Bilmálari |
Bilplátusmiður |
Bilsmiður |
Entreprenørmaskinumekanikari |
Flogmekanikari |
Lastbilamekanikari |
Súkklu- /motorsúkklumekanikari |
Grafiska- og miðlayrkið |
Fotografur |
Grafiskur tøkningur |
Miðlagrafikari |
Skeltimálari |
Handils- og skrivstovuyrkið: |
Handil – smásøla |
Grein: |
1) blómuprýði |
2) dekoratør |
3) søluatstøðari |
4) søluatstøðari v/sergrein |
Handil - heilsøla |
Grein: |
5) handilsatstøðari, søla |
6) handilsatstøðari, tænasta |
7) innkeypsatstøðari |
8) logistikkatstøðari |
Skrivstova |
Grein: |
9) advokatskrivari |
10) almenn fyrisiting |
11) búskapur |
12) ferðavinna |
13) fyrisiting |
14) grannskoðan |
15) KT-fyrisiting |
16) læknaskrivari |
17) speditión/shipping |
Matvøruyrkið: |
Bakari |
Kokkur |
Kondittari |
Køksatstøðari |
Matstovuatstøðari |
Meiaristur |
Reseptiónistur |
Slaktari |
Tænari |
Viðskerafrúgv |
Metallyrkið: |
Edilmálmasmiður (Gullsmiður) |
HVS-smiður / montørur |
Ídnaðartøkningur |
Kølitøkningur |
Maskinsmiður |
Metallsmiður |
Plastbátasmiður |
Plátu- og konstruktiónssmiður |
Rustfastur kleinsmiður |
Rørsmiður |
Seglmakari |
Stálskipasmiður |
Tænastu- og tilvirkisyrkið: |
Hárfríðkari |
Klædnavirkari |
Kosmetikari |
Optikari |
Ortopædistur |
Skósmiður |
Skorsteinssópari |
Tannklinikkatstøðari |
Tanntøkningur |
Ursmiður |
Veterinærheilsurøktari |
Fylgiskjal 2
Mai 2002
Samsvarandi § 1, stk. 2 í hesi kunngerð, eru nevndu skúlar góðkendir at hava undirvísing í teimum í fylgiskjali 1 nevndu útbúgvingunum, sum koma undir sáttmálaskyldu, sbr. tó § 2:
Yrki | Skúlar |
Byggiyrkið: |
|
18) Bygningssnikkari | Teknisku skúlarnir |
19) Timburmaður | Teknisku skúlarnir |
|
|
El- og samskiftisyrkið: |
|
Elektrikari | Teknisku skúlarnir |
|
|
Fiskaídnaðar-, land- og havbúnaðaryrkið: |
|
Alari | Fiskivinnuskúlin |
Fiskavirkari | Fiskivinnuskúlin |
Fiskireiðsskapstøkningur | Fiskivinnuskúlin |
Landbúnaðartøkningur | Fiskivinnuskúlin |
|
|
Flutningsyrkið: |
|
Bilsmiður | Teknisku skúlarnir |
|
|
Handils- og skrivstovuyrkið |
|
søluatstøðari | Føroya Handilsskúli |
logistikkatstøðari | Føroya Handilsskúli |
fyrisiting | Føroya Handilsskúli |
KT-fyrisiting | Føroya Handilsskúli |
|
|
Metallyrkið |
|
Maskinsmiður | Teknisku skúlarnir |
Metallsmiður | Teknisku skúlarnir |
Plátu- og konstruktiónssmiður | Teknisku skúlarnir |
Rustfastur kleinsmiður | Teknisku skúlarnir |
Rørsmiður | Teknisku skúlarnir |
Stálskipasmiður | Teknisku skúlarnir |
|
|
Tænastu- og tilvirkisyrkið |
|
Hárfríðkari | Teknisku skúlarnir |
Harumframt eru skúlarnir góðkendir at hava undirvísing í ávísum skúlaskeiðum í hesum útbúgvingum, sbr. tó § 2:
Yrki | Skúlar | Skúlaskeið |
Byggiyrkið: |
|
|
20) Maskinsnikkari | Teknisku skúlarnir | 1. |
21) Møbilsnikkari | Teknisku skúlarnir | 1. |
Skipssnikkari | Teknisku skúlarnir | 1. |
Træskipasmiður | Teknisku skúlarnir | 1. |
|
|
|
El- og samskiftisyrkið: |
|
|
Automatiktøkningur (Automatikmekanikari) | Teknisku skúlarnir | 1. |
Datamekanikari | Teknisku skúlarnir | 1. |
Elektroniktøkningur (Elektronikmekanikari) | Teknisku skúlarnir | 1. |
Elektrotøkningur (Elektromekanikari) | Teknisku skúlarnir | 1. |
Radio- og sjónvarpstøkningur (Radiomekanikari) | Teknisku skúlarnir | 1. |
|
|
|
Flutningsyrkið: |
|
|
Bilelektromekanikari | Teknisku skúlarnir | 1. |
Bilplátusmiður | Teknisku skúlarnir | 1. |
Entreprenørmaskinumekanikari | Teknisku skúlarnir | 1. |
Lastbilamekanikari | Teknisku skúlarnir | 1. |
Súkklu- /motorsúkklumekanikari | Teknisku skúlarnir | 1. |
|
|
|
Metallyrkið |
|
|
Plátu og konstruktiónssmiður | Teknisku skúlarnir | 1. og 2. |
Rustfastur kleinsmiður | Teknisku skúlarnir | 1. 1., 2., 3. og 4. |