23. apríl 2013Nr. 26
Kunngerð um broyting í kunngerð um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m.
§ 1
Í kunngerð nr. 152 frá 18. desember 2012 um loðsprógv og loðsfrítøkuskjal v.m. verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 8 verður sum nýtt stk. 2 sett:
“Stk. 2. Sjóvinnustýrið kann geva undantak frá siglingarkrøvunum í stk. 1, um umsøkjarin skjalprógvar at hava drúgvar royndir í sigling inn og út úr viðkomandi havn við viðkomandi skipaslagi og -stødd og við tí verður mettur at hava gjølligan kunnleika til økið.”
Stk. 2 verður eftir hetta stk. 3.
2. Í § 10 verður aftaná orðingina “latin inn” sett: “, ella skjalprógvar at lúka kravið í § 8, stk. 2.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 23. apríl 2013
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Jóanna Djurhuus (sign.)