Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. apríl 2024Nr. 26
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2024
(Dagførdar kvotur og felagskvota)
§ 1
Í kunngerð nr. 180 frá 22. desember 2023 um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2024 verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 verður “400.000 tons” broytt til: “543.483 tons”.
2. Í § 2 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Afturat kvotuni í stk. 1 verða 2.400 tons av svartkjafti, ið ikki vórðu fiskað í 2023, flutt til at verða fiskað í 2024.”
3. Í § 3, stk. 1 verður “304.500 tons” broytt til: “447.983 tons”.
4. Í § 3, stk. 2 verður “263.500 tons” broytt til: “394.787 tons”.
5. Í § 4, stk. 1, 1. pkt. verður “197.625 tons” broytt til: “263.490 tons”.
6. Í § 4, stk. 4 verður “197.625 tonsini” broytt til: “263.490 tonsini”.
7. Í § 6, stk. 1, 1. pkt. verður “26.877 tons” broytt til: “40.268 tons”.
8. Í § 7, stk. 1, 1. pkt. verður “34.000 tons” broytt til: “46.196 tons”.
9. Í § 8, stk. 1, 1. pkt. verður “38.998 tons” broytt til: “58.428 tons”.
10. Aftan á § 8, men áðrenn yvirskriftina yvir § 9, verður sett:
“§ 8 a. Í 2024 verða 35.000 tons av svartkjafti latin sum felagskvota við hámarki til eigarar av fiskiførum undir føroyskum flaggi, sum við fiskiársbyrjan í 2024 hava rætt at fiska svartkjaft. Hámarkið hjá hvørjum fiskifari er 2.500 tons. Fiskiskapurin kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Fiskifør, sum bara hava tillutaða kvotu, latin til vinnuligar royndir og verkætlanir á landi sambært § 4 í kunngerð um kvotur av makreli, norðhavssild og svartkjafti til vinnuligar royndir og verkætlanir, fáa ikki lut í kvotuni sambært stk.1.
Stk. 3. Fyri at fáa fiskiloyvi sambært stk. 1, skal egin árskvota, tillutað í 2024 sambært § 4 ella kvota av nøgdunum í §§ 6-8 vera fiskað, samanber tó stk. 2. Somuleiðis skal flutt restkvota frá 2023 til 2024 og avhend kvota í 2024 vera fiskað.
Stk. 4. Eru líkindi fyri, at kvotan í stk. 1 ikki verður fullnýtt, kann landsstýrismaðurin broyta ella taka burtur hámarkið.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 24. apríl 2024
Dennis Holm (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)