26. mars 1996Nr. 26
Kunngerð um innflutning av eplum úr Hollandi
Við heimild í , “lov nr. 370 af 21. december 1938 for Færøerne om bekæmpelse af smitsomme plantesygdomme og skadedyr” hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Allur innflutningur av eplum úr Hollandi skal hava heilsuváttan um, at eplini ikki eru smittað við sjúkuni “Brúnbakteriosu”.
§ 2. Tollverkið, gjaldstovan og innflytarin hava eftirlit við, at neyðuga váttanin er við vøruni, áðrenn tær verða avgreiddar og útflýggjaðar.
Stk. 2. Innflytarin ber allar útreiðslur, sum standast av hesi fyriskipan.
§ 3. Brot á hesa kunngerð verður revsað eftir lógini.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.