26. mars 2021Nr. 25
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Koppseta við avlopsskamtum)
§ 1
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021 og kunngerð nr. 22 frá 10. mars 2021, verður í § 2 sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Um so er, at skamtur loypur av tann dag koppsett verður, kann Sjúkrahúsverkið koppseta onnur enn tey í stk. 1 nevndu bólkunum.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 26. mars 2021
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)