27. mars 2009Nr. 26
Kunngerð um broyting í kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum
§ 1
Í kunngerð nr. 4 frá 30. januar 2007 um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2, stk. 1 verður aftaná “samdøgursstovn” sett: “ella aðra samdøgursfyriskipan”
2) Í § 2 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Tá Høvuðsbarnaverndarnevndin setir barn á samdøgursstovn ella aðra samdøgursfyriskipan, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent sambært § 33, stk. 4, rindar avvarðandi barnaverndarøki til landið sambært stk. 1.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2009.
Almannamálaráðið, 27. mars 2009
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)