Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mars 2001Nr. 27
Kunngerð um serlig útbúgvingar- og førleikakrøv til manning við ferðamannaskipum
Við heimild í § 10, stk. 1, § 17, stk. 2, § 24, stk. 2, og § 25, stk. 4, í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum verður ásett:
Skilmarkingar
§ 1. Í hesari kunngerð merkir:
1. »Rakstrarmanning«: Tann manning, ið er ásett fyri skipið, tá ið ferðafólk ikki eru við.
2. »Trygdarmanning«: Tann manning, ið umframt rakstrarmanningina er ásett fyri skipið, tá ið ferðafólk eru við.
3. »Tænastumanning«: Tann manning, ið starvast umborð umframt rakstrar- og trygdarmanningina.
4. »Prógv«: Skjalprógvan fyri lokna útbúgving, ið Mentamálastýrið hevur góðkent.
Málkunnleiki hjá manningini
§ 2. Manningin skal øll hava ein málførleika, ið ger hana føra fyri at samskifta innanhýsis, og lúka ásetingarnar í fylgiskjali nr. 1.
Stk. 2. Áðrenn ferðafólk fara umborð, skulu tey kunnast um tjóðskapin hjá skipinum og trygdarmálið umborð.
Trygdarútbúgving
§ 3. Ein og hvør, ið settur verður í starv sum partur av trygdarmanningini, skal, áðrenn tænastan byrjar, hava tikið eina góðkenda trygdarútbúgving, ið samsvarar við fylgiskjal nr. 2, og hava fingið prógv fyri hesum.
Stk. 2. Ein og hvør, ið er partur av tænastumanningini, skal innan 1 mánaða eftir, at viðkomandi fyrstu ferð er settur í starv á einum av skipunum hjá reiðarínum, taka trygdarútbúgving sambært “Kravt lágmark fyri kunning og grundleggjandi trygdarupplæring og venjing fyri øll sjófólk” í fylgiskjali nr. 2.
Vegleiðing av ferðafólki í neyðstøðu
§ 4. Rakstrar- og trygdarmanningar, ið sambært trygdarskipanini hava til uppgávu at hjálpa ferðafólki tá ein neyðstøða hevur tikið seg upp, skulu, áðrenn tey fara í starv, hava tikið eina útbúgving í at vegleiða ferðafólki í neyðstøðu, sum samsvarar við fylgiskjal nr. 3, og hava fingið prógv fyri hesum.
Stk. 2. Teir í stk. 1 umrøddu persónar og tey av tænastumanningini, ið veita beinleiðis tænastu til ferðafólk á ferðamannaskipum, skulu harafturat, áðrenn tey koma í starv, fáa eina trygdarvenjing fyri starvsfólk, ið veita beinleiðis tænastu til ferðafólk á ferðafólkaøkjum samsvarandi fylgiskjali nr. 4, og hava fingið prógv fyri hesum.
Serkunnleiki um eyðkenni og vansar við ferðamannaskipum
§ 5. Skiparar, yvirmenn og onnur manning við ferðamannaskipum, ið hava serligar skyldur og uppgávur, skulu, tá ið tænastan byrjar, hava tikið eina útbúgving, sum viðvíkur eyðkennum og vansum við ferðamannaskipum samsvarandi fylgiskjali nr. 5, og hava fingið prógv fyri hesum.
Ferðafólkatrygd, surring av farmi og heildarstandur á skrokki
§ 6. Skiparar, yvirstýrimenn, maskinstjórar, fyrstumeistarar og øll, ið hava beinleiðis ábyrgd, tá ið ferðafólk koma umborð og fara í land av ferðamannaskipi, tá ið lossað ella lastað verður, ella farmur verður surraður, ella, tá ið op í skrokkinum á ro-ro ferðamannaskipum skulu latast aftur, skulu, tá ið tænastan byrjar, hava tikið eina góðkenda útbúgving, sum viðvíkur ferðafólkatrygd, surring av farmi og heildarstandi á skrokki samsvarandi fylgiskjali nr. 6, og hava fingið prógv fyri hesum.
Atburður og atferð í vandastøðu
§ 7. Skiparar, yvirstýrimenn, maskinstjórar, fyrstumeistarar og onnur starvsfólk, ið hava ábyrgd av trygdini hjá ferðafólki í neyðstøðu, skulu, tá ið tænastan byrjar, hava tikið eina góðkenda útbúgving, sum viðvíkur atburði og atferð í vandastøðu samsvarandi fylgiskjali nr. 7, og hava fingið prógv fyri hesum.
Tilrættislegging og fremjing av báta- og brandvenjingum
§ 8. Brúgvar- og maskinyvirmenn og tey, sum hava tænastufólk undir sær umborð (yvirhovmeistarar, hovmeistarar, eftirlitsfólk o. fl.) skulu innan eitt ár eftir, at tey eru sett í starv, taka eina góðkenda útbúgving, sum viðvíkur tilrættislegging og fremjing av báta- og brandvenjingum samsvarandi fylgiskjali nr. 8, og hava fingið prógv fyri hesum.
Útbúgving
§ 9. Innihaldið, í teimum í § 3, stk. 1, og §§ 6, 7 og 8 kravdu útbúgvingum, skal góðkennast av Mentamálastýrinum. Útbúgvingarnar verða skipaðar sum skeið. Afturat útbúgvingum sambært §§ 3 og 6 skal upplæring fara fram umborð viðvíkjandi serviðurskiftum á viðkomandi skipi, og prógv fyri, at slík útbúgving er tikin, kann ikki latast, fyrr enn slík serviðurskifti eru viðgjørd.
Stk. 2. Reiðarí kunnu skipa fyri teimum skeiðum, ið nevnd eru í stk. 1, treytað av, at Mentamálastýrið góðkennir tey.
Stk. 3. Góðkenning frá Mentamálastýrinum sambært stk. 2 er treytað av:
1. at ein skrivlig frágreiðing er tøk um útbúgvingina, ið Mentamálastýrið hevur góðkent,
2. at umboð fyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur havt høvi at vera við á einum heilum slíkum skeiði og hevur viðgjørt skeiðið saman við tí ella teimum lærarum, ið halda skeiðið,
3. at Mentamálastýrið við jøvnum millumbili verður kunnað um, hvørjir lærarar ið undirvísa, hvar ið ætlanin er at halda skeið og hvørjar dagar, soleiðis at møguleiki er at hava stakroyndareftirlit, og
4. at reiðarí eftir hvørt skeið sendir Mentamálastýrinum yvirlit yvir teir persónar (føðingardagur og navn skal tilskilast), ið hava tikið skeiðið.
Stk. 4. Tann, ið skal vera lærari á tí í § 3 umtalaða trygdarskeiði, skal hava tikið eina góðkenda útbúgving í leiðbeiningartøkni. Lærarar, ið Mentamálastýrið longu hevur góðkent og sum, tá ið henda kunngerð fær gildi, í minsta lagi í 2 ár javnan hava verið lærarar á trygdarskeiðum, varðveita tó góðkenning sína til annað verður ásett.
Stk. 5. Sjóvinnufyrisitingin kann loyva einum reiðaríi at seta lagaligari krøv fyri skip í strandasigling í sambandi við tann førleika, sum manning krevur at hava umborð á ferðamannaskipum, um Sjóvinnufyrisitingin metir, at siglingarleiðin hjá skipinum, støddin, byggingarhátturin og bjargingarútbúnaðurin eru slík, at tey ásettu krøvini mugu haldast at vera órímilig ella ógjørlig at seta í verk.
Prógv og gildi teirra v. m.
§ 10. Føroysk prógv, ið verða givin sambært hesari kunngerð, skulu vera í einum sniði, ið Mentamálastýrið hevur góðkent. Teksturin skal vera á føroyskum við einari enskari týðing. Viðvíkjandi próvskjalsstødd sí fylgiskjal nr. 9.
Stk. 2. Fyri skip í strandasigling verður góðtikið, at kravið um útbúgvingarprógv sambært §§ 4 og 5 er lokið, tá eitt navnayvirlit er umborð, ið dagfestir nær, ið útbúgvingin er tikin.
Stk. 3. Eitt prógv hevur bert gildi fyri tað skip, ið útbúgvingin viðvíkur, tó prógv sambært §§ 7 og 8 undantikin. Navnið á skipinum skal standa í próvskjalinum. Prógvið kann tó galda fyri systurskip. Prógv, ið galda fyri annað skipaslag, kunnu latast, verður eykaskeið tikið um tey sereyðkenni, ið viðkomandi skipaslag hevur umframt.
Stk. 4. Prógv, ið verða latin sambært § 3 og § 4, stk. 1, og §§ 6 og 7 galda í 5 ár frá útgávudegi at rokna. Nýtt prógv kann latast, um viðkomandi fer á endurútbúgvingarskeið, ið Mentamálastýrið hevur góðkent, ella um viðkomandi tey seinastu 5 árini í minsta lagi í eitt ár við gildigum prógvi hevur verið í starvi, sum krevur slíkt prógv.
Stk. 5. Avvarðandi, ið skipa fyri viðkomandi útbúgving, lata prógvini. Tann ið prógv letur, hevur skyldu til at skráseta tey í stk. 1 nevndu prógv. Í skrásetingini skulu allar tær upplýsingar vera, ið krevjast til, at prógvið kann endurgerast. Mentamálastýrið kann loyva, at prógv verða skrásett elektroniskt, treytað av, at útskrift altíð er til taks, tá ið sýn og eftirlit við viðkomandi ferðamannaskipi fer fram.
Revsifyriskipan
§ 11. Brot á kunngerðina verða revsað við sekt.
§ 12. Um reiðari ella skipari fremur brot á §§ 2, 3, 4, 5, 6, 7 ella 8 skulu slík brot revsast við sekt, hefti ella fongsli upp í 1 ár.
Stk. 2. Revsingin kann økjast til hefti ella fongsul upp í 2 ár, um brotið er gjørt við vilja ella orsakað av grovum ósketni og um tað í samband við brotið er
1) hendur skaði á ungfólk undir 18 ár, ella vandi hevur verið fyri tí, ella
2) fingin fíggjarligur vinningur, íroknaðar sparingar til viðkomandi sjálvan ella onnur, ella hetta hevur verið ætlanin.
Stk. 3. Verður ikki hald lagt á vinning, ið fingin er í samband við brotið, skal serlig atlit havast til støddina á tí fingna ella ætlaða vinninginum, tá ið sektin verður ásett, smb stk. 2, nr. 2.
Stk. 4. Fyri brot, sum verða framd av partafeløgum, lutafeløgum og slíkum felagsskapum, kann sektin verða áløgd felagnum sum slíkum. Er brotið framt av einari kommunu ella á líkan hátt av kommunalum felagsskapi, sum fevndur er av løgtingslóg um føroyskar kommunur, kann sekt verða løgd á kommunur ella kommunala felagsskapin.
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 13. Henda kunngerð verður sett í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
§ 14. Tey av trygdarmanningini, ið seinni enn 1. oktober 1997 hava tikið eina góðkenda trygdarútbúgving ella, sum síðani tey tóku eina góðkenda trygdarútbúgving í minsta lagi í 6 mánaðir hava siglt, sum partur av trygdarmanningini á føroyskum ferðamannaskipi av sama slagi, verða mett at lúka ásetingarnar í §§ 3 og 4. Áðrenn prógv verður latið, skal reiðaríið tó tryggja sær, at viðkomandi lýkur tey útbúgvingarkrøv, ið viðvíkja teimum sereyðkennum, ið skipið hevur.
Stk. 2. Tey av rakstrarmanningini, ið áðrenn henda kunngerð kom í gildi hava tilskilaða starvstíð á dekki ella í maskinu umborð á einum føroyskum ferðamannaskipi, verða mett at halda ásetingarnar í § 4 um starv umborð á ferðamannaskipum av sama slagi. Yvirmenn, ið hava starvast sum yvirmenn umborð á einum føroyskum ferðamannaskipi í minsta lagi í 1 ár, verða mettir at lúka útbúgvingarkrøvini í §§ 5 og 6, ið galda umborð á ferðamannaskipum av sama slagi. Áðrenn prógv verður latið, skal reiðaíið tó tryggja sær, at viðkomandi lýkur tey útbúgvingarkrøv, ið viðvíkja teimum sereyðkennum, sum skipið hevur.
Fiskimálastýrið, 6. mars 2001
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Andras Kristiansen (sign.)
Fylgiskjal nr. 1
Málførleiki hjá manningum umborð á ferðamannaskipum
§ 1. Á skipum, ið sigla ímillum føroyskar havnir,
1) skal av brúnni bera til at kunna um trygdina umborð gjøgnum hátalaraskipanina bæði á føroyskum, donskum og enskum, og
2) trygdarmanningin skal kunna samskifta við ferðafólkini á føroyskum ella donskum.
§ 2. Á skipum, ið sigla ímillum føroyska og norðurlendska havn, eru ásetingarnar í § 1 galdandi, tó kann samskifti við ferðafólkið fara fram antin á føroyskum, donskum, svenskum ella norskum.
§ 3. Á skipum, ið sigla ímillum føroyskar havnir og havnir, sum ikki eru norðurlendskar,
1) skal kunnast um trygdarviðurskiftini umborð gjøgnum hátalaraskipanina bæði á føroyskum, enskum og harumframt teimum málum, ið talað verða í londunum, sum skipið siglir til, og
2) trygdarmanningin skal kunna vera ferðafólki til hjálpar við vegleiðing og upplýsingum á enskum.
§ 4. Á føroyskum skipum, ið sigla ímillum útlendskar havnir,
1) skal ferðafólkið kunnast um trygdarviðurskiftini umborð á tí máli ella málum, ið vitað er, at ferðafólkið talar, og harumframt á enskum, og
2) trygdarmanningin skal kunna vera ferðafólki til hjálpar við vegleiðing og upplýsingum á enskum.
Stk. 2. Í serligum førum, har roknast má við, at ferðafólkið sum heild tosar onnur mál enn tey, sum nevnd eru í stk. 1, kann Sjóvinnufyrisitingin taka avgerð um at broyta tey tilskilaðu málkrøvini.
§ 5. Loyvt er at hava undirhaldarar umborð ella serfrøðingar ella aðrar persónar, sum hava seruppgávur um hendi, men ikki lúka málkrøvini, sum tilskilað eru í §§ 1-4.
Vegleiðing um krøv, ið verða sett um málførleika:
Munnligur málførleiki hjá hvørjum einstøkum av manningini, skal gera viðkomandi føran fyri at samskifta við ferðafólkini á viðkomandi máli. Til vegleiðingar kann nevnast, at hvør einstakur av manningini eigur at hava ein málførleika, ið samsvarar við eitt orðfeingi, sum er umleið 400 neyðug orð. Harafturat verður víst til vegleiðing um málkunnleika frá altjóða sjóferðslufelagsskapinum undir ST, IMO (International Maritime Organisation).
Fylgiskjal nr. 2
Krøv til almenna trygdarútbúgving fyri trygdar- og tænastumanning við ferðamannaskipum
Lærast skal, hvussu neyðugt tað er, altíð at vera útgjørdur til at bera seg rætt at í hvørjari neyðstøðu, og ikki minst, hvussu umráðandi útbúgving og venjing eru.
Trygdarútbúgvingin skal fevna um niðanfyri nevndu evni:
1. Trygd og fyrstuhjálp
1.1. Inngangur:
1. yvirlit yvir innihaldið í útbúgvingini
2. kunning um ymiskar neyðstøður, ið kunnu koma fyri (samanstoyt, stranding, eldsbruni, skipbrot v. m.)
1.2. Trygdarskipan:
1. trygdarumboð, trygdarbólkur og –nevnd,
2. uppgávurnar hjá trygdarskipanini, skyldur og rættindi.
1.3. Trygdaruppsløg og -skelti:
Viðkomandi skal hava kunnleika um
1. áminningar-, forboðs-, ávaringar-, bjargingar- og eldsbrunaskelti.
1.4 Mynstringarlistar:
Viðkomandi skal hava kunnleika um:
1. manningarlista í sambandi við eldsbruna- og bátar,
2. manningarlista, tá ið maður fer fyri borð,
3. ymisk ávaringarmerki og hvat tey merkja,
4. møtingarstøð og uppgávur
5. hvussu eftirlit skal fremjast
1.5 Samskifti:
Viðkomandi skal hava kunnleika um
1. hvussu neyðugt tað er at halda skil á í neyðstøðum,
2. atgerðir til at forða fyri ruðuleika.
1.6 Fyrstahjálp:
Viðkomandi skal hava kunnleika um:
1. tilvitsstig, krampar, andadrátt, puls,
2. sár, bløðingar, beinbrot, brunasár,
3. hvussu skelkur kann fyribyrgjast,
skal evna at brúka:
4. læsta síðulegu,
5. endurlívingarhættir (munn-til-nøs- og munn-til-munn-hættirnar)
2. Bjargingarútgerð og lívbjarging á sjónum
2.1. Bjargingarbátar og -flakar:
Viðkomandi skal hava kunnleika um
1. hvussu bjargingarbátar og –flakar eru bygdir, útgjørdir og merktir,
2. hvørjar eginleikar og møguleikar bjargingarbátar og –flakar hava,
3. hvussu útgerðin er samansett og til hvat, hvør einstakur partur er.
2.2. Neyðradiopeilisendari (EPIRB), radioútgerð og fýrverkstøkni (pyroteknik):
Viðkomandi skal duga at
1. brúka og røkja útgerð,
2. fáast við fýrverk (neyðrakettir, neyðbluss o.a).
2.3. Bjargingarvestar:
Viðkomandi skal
1. hava kunnleika um ymisk sløg av bjargingarvestum og eftirlit við teimum,
2. duga at lata seg í bjargingarvest á rættan hátt.
2.4. Bjargingarringar:
Viðkomandi skal
1. hava kunnleika um ymisk sløg av bjargingarringum og vita, hvussu teir skulu nýtast.
2.5. Bjargingar- og verjubúnar:
Viðkomandi skal
1. hava kunnleika um munin á bjargingar- og verjubúnum,
2. duga at lata seg í búnar á rættan hátt.
2.6. Hvussu bjargingarbátar og –flakar skulu setast út:
Viðkomandi skal duga at:
1. geva røtt boð, tá ið bjargingarflaki skal setast út ella takast umborð,
2. kanna um bjargingarflaki er í lagi, áðrenn hann verður loraður, duga at lora, vita hvussu slepst upp á hann og loysa hann frá skipi. Har ið atstøður eru til tað, skal eisini roynast, hvussu komandi er á flakan eftir leytara úr í minsta lagi 5 metra hædd,
3. leypa á sjógv í bjargingarvesti úr ávísari hædd og taka seg upp á ein bjargingarflaka úr sjónum íklæddur bjargingarvest,
4. í bjargingarvesti at venda einum holvdum bjargingarflaka á rættkjøl aftur.
hava kunnleika um:
5. hvussu bjargingarbátar og -flakar skulu setast út í ringum sjólíkindum,
6. hvat ið skal gerast, eftir at báturin ella flakin er leysur av skipinum,
7. hvussu farast skal um skadd fólk, tá ið farið verður av skipinum og síðani.
2.7. Dvøl umborð í bjargingarbátum og -flakum:
Viðkomandi skal hava kunnleika um
1. lívbjargingarhættir (vanda við kulda),
2. neyðumvæling av bjargingarflakum.
2.8. Bjarging á sjónum:
Viðkomandi skal:
1. duga at brúka mann-fyri-borð bát til savnan av flakum og at bjarga fólki í sjónum,
2. vita skil á, hvussu bjarging við tyrlum fer fram,
3. Eldsløkking
3.1. Støðisvitan um eldsbruna og sløkkiástøði:
Viðkomandi skal hava kunnleika um:
1. brandtrýkantin, brunaflokking, brandorsøkir, eldskvæmni, útbreiðsla, tilgongd,
2. eldsvandi og fyribyrging av eldi.
3.2. Føst sløkkiútgerð:
Viðkomandi skal hava
1. kunnleika um sprinklara- og CO2-útgerð.
3.3. Leys sløkkiútgerð:
Viðkomandi skal hava
1. kunnleika um, hvussu sløkkjarar við vatni, CO2, pulvuri og skúmi eru gjørdir og virka.
3.4. Eldsløkking í verki:
Viðkomandi skal duga:
1. at sløkkja eld við leysum sløkkjarum og sløkkiteppi,
2. at sløkkja eld í fólki
4. »Kenn skip títt«. Verður hildið umborð
4.1. Ávaringarskipanir um borð í skipinum:
Viðkomandi skal vita
1. hvat báta- og eldávaringarbákn merkja,
2. hvar eldávaringarknøttar (eldávaringardósir) eru og, hvussu tær skulu brúkast,
3. um aðrar ávaringarskipanir umborð.
4.2. Bjargingar- og eldsløkkingarútgerð:
Viðkomandi skal vita:
1. hvar útgerðin er og duga at brúka hana.
4.3. Bjargingarbátar og -flakar:
Viðkomandi skal:
1. duga at lora bjargingarbát, vita hvussu farast skal í hann, hvussu hann skal setast út og loysast frá skipinum,
2. vita, hvar útgerðin er umborð á bjargingarbátum og -flakum og duga at brúka hana.
3. duga at lora bjargingarflaka, vita hvussu farast skal uppá hann, hvussu hann skal setast út og loysast,
4.4. Vatntættar hurðar og eldtryggar hurðar:
Viðkomandi skal:
1. vita, hvar hesar eru,
2. duga at lata tær upp og aftur.
4.5. Tilskilaður leiklutur á trygdarskipan:
Viðkomandi skal
1. kenna uppgávurnar.
»Kenn skip títt« útbúgvingin skal takast av nýggjum, tá ið farið verður á annað skip. Verður farið á systurskip krevur viðkomandi tó bert at læra tað, sum kann vera øðrvísi á hesum í mun til hitt skipið.
Tá ið trygdarútbúgvingin verður løgd til rættis, skal STCW-reglugerðin, deild A-VI/1, § 1 haldast.
STCW-reglugerðin, deild A-VI/1, § 1 er umsett niðanfyri:
Kravt lágmark fyri kunning og grundleggjandi trygdarupplæring og venjing fyri øll sjófólk.
Grundútbúgving um megintættir:
1. Áðrenn fólkið fær sín setning umborð, eiga øll, ið starvast ella eru mynstraðir á eitt havskip, ferðafólk kortini undantikin, at taka eina góðkenda útbúgving, ið gevur teimum eina grundvitan um persónligar lívbjargingarhættir, ella at fáa so munagóða upplýsing og vegleiðing, at tey :
· duga at samskifta við onnur umborð um grundleggjandi trygdarspurningar og at skilja ímyndir, skelti og ávaringarbákn, sum hava við trygd at gera,
· vita, hvat gerast skal, um eitt fólk fer fyri borð, um ein verður varur við eld ella royk, ella um eldávaring ella ávaringarbákn um at fara av skipinum verður givið,
· vita hvar samlingarstøðir eru, hvaðani bátar verða settir út og kenna neyðútgongdir,
· duga at finna bjargingarvestar og at lata seg í teir á rættan hátt,
· duga at geva eldávaring og at hava grundvitan um, hvussu leysir eldsløkkjarar skulu brúkast,
· beinanvegin at leggja uppí um vanlukkutilburðir henda ella heilsulig vandastøða tekur seg upp, áðrenn boð verða send eftir serkønari hjálp umborð og
· duga at lata eldtryggar veður- og vatntættar hurðar upp og aftur.
Fylgiskjal nr. 3
Hetta fylgiskjalið er ein umseting av STCW-reglugerðini, A-V/2 partinum, § 1, ið er skrivaður eftir A-V/3 partinum, § 1, sum skotin varð upp í 1996. Munurin á hesum báðum pørtunum er, at V/2 bert vísir til ro-ro ferðamannaskip, V/3 afturímóti vísir til onnur ferðamannaskip enn ro-ro skip.
Kravt lágmark fyri útbúgving og førleika hjá
skipara, yvirmonnum, undirmonnum og øðrum starvsfólki við ferðamannaskipum
Útbúgving í at halda skil á stórum mannamúgvum:
1. Tann upplæringin í at halda skil á stórum mannamúgvum, sum eftir Reglugerð V/2, § 4, og V/3, § 4, krevst fyri tey av manningini, ið eftir mynstringarlistanum eru sett at hjálpa ferðafólki í neyðstøðu, skal fevna um, men krevur ikki at vera avmarkað til
1) kunnleika um lívbjargingarútgerð og eftirlitsætlanir, ið bera í sær, at viðkomandi:
1. skal duga mynstringarlista og neyðstøðuleiðbeiningar
2. kenna neyðútgongdir, og
3. vita hvørjar avmarkingar eru við brúki av lyftum,
2) førleika til at hjálpa ferðafólki, ið er á veg á savningarstøðir og útsetingarstøðir, og undir hesum duga at
1. sissa og á skilligan hátt at vegleiða ferðafólki,
2. halda skil á í durum, gongdum og á trappum, tá ið tað krevst,
3. síggja til, at allir rýmingarvegir eru farandi,
4. flyta brekaði og onnur, ið krevja serliga hjálp, burtur á skjótan og lagaligan hátt,
5. leita í kømrum, gongdum, toilettum eftir fólki.
3) mannagongd í sambandi við mynstring, undir hesum at
1. vita, hvussu umráðandi tað er, at halda skil á í neyðstøðum,
2. duga at forða fyri, til at ræðsla kemur á fólk ella minka um hana,
3. duga at brúka ferðafólkalistar, har slíkir eru til taks, til at telja fólk, tá farið verður av skipinum, og
4. kunna tryggja, at ferðafólk eru væl ílatin og hava latið seg í bjargingarvestar sínar á rættan hátt.
Fylgiskjal nr. 4
Hetta fylgiskjalið er ein umseting av STCW-reglugerðini, A-V/2 partinum, § 3 og A-V/3 partinum, § 3, sum varð skotin upp í 1996. Hesir báðir partar eru eins.
Trygdarvenjing fyri fólk, ið veitir beinleiðis tænastu til ferðafólk í ferðafólkaøkjum.
3. Tann trygdarvenjing, ið sambært reglugerð V/2, § 6, og V/3, § 6, krevst afturat skal í minsta lagi tryggja, at viðkomandi fær innlit í:
1) Samskifti og kann samskifta við ferðafólk í neyðstøðu, annaðhvørt
1. viðkomandi ger tað á tí máli, ið størri parturin av ferðafólkinum á farleiðini talar,
2. ella hjálpist við ein enskan grundorðalista við einføldum leiðbeiningum, ið er ein fullgóður máti at samskifta við ferðafólk, ið krevja hjálp, antin ferðafólkið og viðkomandi tosa sama mál ella ikki,
3. ella ber ikki til at gera tað munnliga, í staðin noyðist at samskifta á annan hátt í einari neyðstøðu, eitt nú við handabrøgdum, til at gera ferðafólki varug við leiðbeiningar, hvar savningarstøðir, bjargingarútgerð ella neyðútgongdir eru,
4. ella í tann mun, sum nágreiniligar trygdarleiðbeiningar eru ferðafólki tilgongdar á teirra egna máli, og
5. teimum málum, sum boð gjøgnum hátalarar verða givin á í neyðstøðu ella meðan venjingar fara fram til at vegleiða ferðafólki og til at stýra teirri hjálp, ið manningin veitir ferðafólkinum.
2) Bjargingarútgerð og duga at vísa ferðafólki, hvussu persónlig trygdarútgerð skal nýtast.
Fylgiskjal nr. 5
Hetta fylgiskjalið er ein umseting av STCW-reglugerðini, A-V/2 partinum, § 2. Útbúgvingarkrøv til onnur ferðamannaskip enn ro-ro skip eru at finna í A-V/3 partinum, § 2, sum skotin varð upp í 1996, og samsvarar við § 2.1 niðanfyri, orðini »trygd hjá ferðafólki og manning, skipi og farmi« verða broytt til »trygd hjá fólki og skipi«
Upplæring í sambandi við ro-ro ferðamannaskip
2. Upplæringin í sambandi við ro-ro ferðamannaskip, ið krevst sambært reglugerð V/2, § 5, skal í minsta lagi tryggja, at viðkomandi fær tann førleika, ið nýtist til tað starv og tað arbeiði og ábyrgd, ið viðkomandi fær, eins og tilskilað niðanfyri:
Bygnaður og vansar í sambandi við sigling:
1. Viðkomandi skal duga á at skyna og skilja til fulnar, hvørjar vansar, ið skipið kann vera fyri, og vita hvussu drívmegi kann avmarkast við skipinum, m.a. við at seinka ferðina í ringum líkindum, við trygdini hjá ferðafólki og manning, skipi og farmi fyri eyga.
Mannagongd fyri hvussu op í skrokkinum skulu latast upp og aftur og læsast:
2. Viðkomandi skal væl og virðiliga duga at brúka tilskilaðar mannagongdir fyri, hvussu bóg-, hekku- og síðuportur og rampar skulu latast upp og aftur og læsast og, hvussu tilhoyrandi skipanir skulu røkjast.
Lógir, reglur og avtalur viðvíkjandi ro-ro ferðamannaskipum:
3. Viðkomandi skal til lítar skilja og útinna í verki tey altjóða og innlendsku krøv, ið galda fyri ro-ro ferðamannaskip í tann mun, tey víkja at skipinum og tí arbeiði, ið skal gerast.
Krøv og avmarkingar viðvíkjandi støðugfesti (stabiliteti) og kraftávirkan umborð:
4. Viðkomandi skal á skynsaman hátt duga at leggja upp fyri teirri ávirkan, sum kraftávirkan hevur á skipið sum heild, viðbreknir partar íroknaðir, sum eitt nú bógportur og onnur op, ið hava læsingar, sum halda skrokkin vatntættan, og taka atlit til serlig støðugleikaviðurskifti, sum kunnu hava ávirkan á trygdina umborð á ro-ro ferðamannaskipum.
Mannagongdir fyri hvussu serlig útgerð umborð á ro-ro ferðamannaskipum skal røkjast:
5. Viðkomandi skal til lítar duga tær mannagongdir, ið eru umborð fyri, hvussu útgerð ella útbúnaður skal røkjast, ið er serstakur fyri ro-ro ferðamannaskip sum eitt nú bóg-, hekku- og síðuportur, rennuop og tilhoyrandi skipanir.
Leiðbeiningar um hvussu farmur skal surrast og lastskipingartól:
6. Viðkomandi skal til lítar duga at brúka leiðbeiningar um surring av farmi t.e. øllum sløgum av akførum og jarnbreytarvognum, har hetta krevst, og at ætla um og leggja upp fyri kraftávirkan á bildekki.
Pláss ætlað til vandamiklan farm:
7. Viðkomandi skal duga at taka neyðug fyrivarni og hava í huga tær avmarkingar, sum eru á teimum plássum, ið ætlað eru til vandamiklan farm.
Neyðstøðumannagongdir:
8. Viðkomandi skal til lítar duga at brúka allar sermannagongdir, ið miða ímóti at:
8.1 forða ella minka um vandan fyri, at sjógvur kemur inn á bildekkið,
8.2 fáa sjógv av bildekki aftur, og
8.3 minka um ta ávirkan, ið sjógvur hevur á bildekki.
Fylgiskjal nr. 6
Hetta fylgiskjalið er ein umseting av STCW-reglugerðini, A-V/2 partinum, § 4, broytingin íroknað, sum skotin varð upp í 1996 saman við A-V/3partinum, § 4.
STCW-reglugerðin, A-V/2 partur, § 4 við teirri uppskotnu broytingini:
Útbúgving í ferðafólkatrygd, surring av farmi og heildarstandi á skrokki:
4. Útbúgvingin viðvíkjandi ferðafólkatrygd, surring av farmi og heildarstandi (skrogintegritet) á skrokki, ið sambært reglugerð V/2, § 7, krevst fyri skiparar, yvirstýrimenn, maskinstjórar, 1. maskinmeistarar og persónar, ið hava ábyrgd av at fáa ferðafólk umborð ella í land, av at lasta, lossa og surra farm og at lata aftur op í skrokki, skal í minsta lagi tryggja, at viðkomandi fær tann førleika, ið krevst í tí starvi og til tað arbeiðið og ta ábyrgd, ið honum/henni verður litið upp í hendur, eins og niðanfyri er tilskilað:
Mannagongdir í samband við at skip verður fermt og ferðafólk kemur umborð:
1. Førleiki til lítar at brúka tær mannagongdir, ið settar eru í verk á skipinum við atliti til:
1. innskipan ella avskipan av akførum, jarnbreytarvognum og øðrum farmaflutningsakførum, og boðskifti í hesum sambandi,
2. tá ið rampa verður lyft ella lækka,
3. tá ið heingidekk verða riggað til ella av,
4. tá ið ferðafólk koma umborð og fara í land við serligum umhugsni fyri brekaðum og øðrum, ið krevja serliga hjálp.
Flutningur av vandamiklum farmi:
2. Førleiki til at brúka allar trygdarfyriskipanir, mannagongdir ella ásetingar viðvíkjandi flutningi av vandamiklum farmi við ro-ro ferðamannaskipum.
Surring av farmi:
3. Viðkomandi skal:
1. til lítar duga at brúka ásetingarnar í »The Code og Safe Practice for Cargo Stowage and Securing« , ið galda fyri akfør, jarnbreytavognar og onnur farmaflutningsakfør, og
2. duga til lítar at brúka farmsurringarútgerð og -tilfar, ið er til taks og leggja upp fyri teimum avmarkingum slík útgerð og tilfar kann hava.
Útrokning av støðugfesti (stabiliteti), rættlegu (trim) og kraftávirkan:
4. Viðkomandi skal:
1. duga at brúka tær upplýsingar, ið eru til taks um støðugfesti og kraftávirkan, á rættan hátt,
2. duga at rokna støðugfesti og rættlegu út fyri ymiskar fermingarumstøður við teimum lastskipingartólum ella telduforritum, ið eru tøk,
3. duga at rokna last á dekki út, og
4. duga at rokna út, hvussu støðugfesti, rættlega og kraftstig ávirkast, um kjølfesti (barlast) og brenniolja verða flutt,
5. duga at lata op í skrokki upp og aftur og læsa tey forsvarliga.
5. Viðkomandi skal:
1. duga til lítar at brúka tær mannagongdir, ið galda á skipinum, tá ið bóg-, hekku- og síðuportur og rampar skulu latast upp ella aftur, og á rættan hátt duga at nýta tilhoyrandi skipanir, og
2. duga at eftirkanna, um tey eru forsvarliga læst og tøtt.
Luft á ro-ro dekki:
6. Viðkomandi skal:
1. duga at brúka luftkanningarútgerð í ro-ro rúmum, har slík útgerð er til taks, og
2. til lítar duga at brúka tær mannagongdir, ið settar eru í verk á skipinum fyri luftskifti í ro-ro lastrúmum, meðan akfør verða inn- og avskipað, meðan siglt verður og í neyðstøðu.
A-V/3, § 4, ið skotin varð upp í 1996:
Ferðafólkatrygd
Útbúgvingin í ferðafólkatrygd, ið sambært reglugerð V/3, § 7, krevst fyri skiparar, yvirstýrimenn og persónar, ið hava ábyrgd av at fáa ferðafólk umborð ella í land, av at lasta, lossa og surra farm og at lata aftur op í skrokki, skal í minsta lagi tryggja, at viðkomandi fær tann førleika, ið krevst til tað arbeiðið viðkomandi ger og ta ábyrgd hann/hon hava í sambandi við, at ferðafólk koma umborð ella fara í land við serligum umhugsni fyri brekaðum og øðrum, ið krevja hjálp.
Fylgiskjal nr. 7
Hetta fylgiskjalið er ein umseting av STCW-reglugerðini, A-V/2 partinum, § 5, og A V/3 partinum, § 5. Hesir báðir partar eru eins.
Útbúgving viðvíkjandi stýring og atferð í vandastøðu
5. Skiparar, yvirstýrimenn, maskinstjórar, 1. maskinmeistarar og øll, sum í neyðstøðu hava ábyrgd av trygdini hjá ferðafólkinum skulu:
.1 við góðum úrsliti hava tikið ta góðkendu útbúgving viðvíkjandi stýring og atferð í vandastøðu, ið krevst sambært V/2, § 8, og V/3, § 8, og sum samsvarar við starv teirra, skyldur og ábyrgd eins og tilskilað er í talvu A-V/2, og
.2 kunna leggja fram váttan fyri, at førleikastøðið er í samsvari við ta mannagongd og tær fyritreytir fyri meting av førleika, ið tilskilað eru í teigunum 3 og 4 í talvu A-V/2.
Talva A-V/2
Útgreining av lágmarksførleikakrøvum í sambandi við stýring og atferð í vandastøðu
Teigur 1 |
Teigur 2 |
Teigur 3 |
Teigur 4 |
Førleiki |
Vitan, fatan og dugnaskapur |
Mátar at vátta førleika |
Krøv til døming av førleika |
Áseta neyðstøðumannagongdir umborð |
Kunnleiki um: 1. skipabygnað og innrætting 2. trygdarreglur 3. neyðstøðuætlanir og –mannagongdir Grundreglur og týdningur teirra fyri skilagóðar neyðstøðumannagongdir á tí tilskilaða skipinum og sum fevna um: 1. tørvin á at leggja til rættis og venja neyðstøðumannagongdir umborð 2. týdningin av at øll manningin aktar og heldur ætlaðar neyð-støðumannagongdir so væl sum til ber í einari møguligari neyðstøðu.
|
Døming við støði í góðkendari venjing, royndum við einum ella fleiri gjørdum neyðsstøðuætlanum og verkligari roynd. |
Neyðstøðumannagongdir umborð á skipinum tryggja tilbúgving í neyðstøðum. |
Hvussu tilfeingi verður best nýtt |
Førleiki til at fáa sum mest burtur úr tilfeinginum við atliti til : 1. at tilfeingið, ið er til taks í neyðstøðu, kann vera avmarkað, og 2. at neyðugt er í fullan mun at brúka ta manning og ta útgerð, ið er til taks í løtuni og annars ikki at vera ráðaleysur, tá ið á stendur. Førleiki til at leggja til rættis lívlíkar venjingar til tess at varðveita eitt tilbúgvingarstig, ið hevur støði í royndum av vanlukkum, ið fyrr eru hendar umborð á ferðamannaskipum og síðani at eftirmeta venjingarnar, tá ið tær eru lidnar. |
Døming við støði í góðkendari venjing, verkligari roynd og venjing og royndum við neyðstøðumannagongdum umborð. |
Vanlukkuætlanir ið vísa, hvussu tilfeingið, ið er fyri hond, verður best nýtt. Uppgávur og ábyrgd verða býtt eftir tí førleika, hvør einstakur hevur. Gjøllig útgreining av hvussu leiklutir og ábyrgd skulu býtast millum bólkar og millum einstaklingar er gjølla útgreinað. |
Eftirkanna atburð í neyðstøðum |
Førleiki til at gera eina skjóta meting og at gera munadygg tiltøk í neyðstøðu í samsvari við gjørdar neyðstøðumannagongdir. Leiðaraevni Evni til at vera leiðari hjá øðrum í neyðstøðu, undir hesum duga: 1. at vera til fyrimyndar í neyðstøðu, 2. at vera ráðfastur við tí í huga, at neyðugt er at bera skjótt at í neyðstøðu, 3. at eggja, stuðla og sissa ferðafólk og onnur, 4. handfaring av strongd Duga á at skyna, nær tekin um strongd vísa seg hjá viðkomandi sjálvum og øðrum av hjálparmanningini á skipinum. Innlit í hví strongd kemur á fólk í neyðstøðu, kann stimbra einstaklingin og gera hann betur føran fyri at akta boð og gera eftir ásettum mannagongdum. |
Døming við støði í góð-kendari venjing, verkligari roynd og venjing og royndum við neyðstøðumannagongdum umborð. |
Mannagongd og framferð samsvara við ásettar grundreglur og ætlanir um atburð í vandastøðu umborð. Endamál og ætlan skulu sampakka við viðkomandi neyðstøðu og skulu leggja upp fyri umstøðum, og at tilfeingið, ið er til taks, verður nýtt til fulnar. Atburðurin hjá manningini skal stuðla til at halda skil og tamarhald á støðuni. |
Leiða ferðafólk og onnur av manningini í neyðstøðum |
Atferð og atburður Evni til at leiða ferðafólk og onnur av manningini í neyðstøðu, ið umfatar at hava: 1. skil fyri vanligari atferð hjá ferðafólki og øðrum av manningini í neyðstøðu, íroknað møguleikan: 1.1 at ofta gongur ein løta, áðrenn fólk viðurkenna, at neyðstøða er íkomin, 1.2 at ræðsla kemur á summi, so at tey bera seg skilaleyst at og ikki til fulnar fata tað, ið fram fer, og tískil ikki lýða boð so væl, sum tey høvdu kunna undir vanligum umstøðum, 2. skil fyri, at summi ferðafólk og onnur av manningini kanska: 2.1 fara et leita eftir avvarðandi, vinum og/ ella ognarlutum sínum beinan vegin okkurt berst á, 2.2 leita sær skjól í kømrum sínum ella aðrastaðni umborð, har tey halda, at eingin vandi er, 2.3 hava lyndi til at fara í ovara borð, tá ið skipið fær slagsíðu . 3. skil fyri, hvørjir trupulleikar, ið kunnu standast av, at ræðsla kemur á fólk, tá ið familjur verða skildar sundur. |
Døming við støði í góð-kendari venjing, verkligari roynd og venjing og royndum við neyðstøðumannagongdum umborð. |
Manningin skal stuðla til at halda skil og tamarhald á støðuni. |
Stovna og varðveita munadygt samskifti |
Førleiki til at stovna og halda munadyggum samskiftum uppi, undir hesum vita 1. hvussu umráðandi greið og nágreinilig boð og fráboðanir eru, og 2. tørvin á at stuðla og upplýsa ferðafólki og øðrum av manningini, og eygleiða atferð teirra. Førleiki til at veita ferðafólki og øðrum av manning-ini týðandi upplýsingar í neyðstøðu, og til at kunna tey um støðuna og boða frá, hvat tey eiga at gera og nær, við atliti til: 1. málið, ið meginparturin av ferðafólkinum talar og onnur av manningini, ið eru umborð á ferðini, 2. at møguliga í einari neyðstøðu gerst neyðugt at samskifta á annan hátt, tá ið munnligt samskifti ikki ber til, eitt nú við handabrøgdum til at benda fólki á leiðbeiningar, mynstringarstøðir, bjargingarútgerð ella neyðútgongdir. 3. tey mál, sum í neyðstøðu ella meðan venj-ingar fara fram, verða brúkt til at geva fráboðanir gjøgnum há-talarar við tí fyri eyga at vegleiða ferðafólki og at leiðbeina manningini, ið hjálpir ferðafólkinum.
|
Døming við støði í góð-kendari venjing, royndum og verkligari roynd. |
Upplýsingar frá øllum tilgongdum keldum verða fingnar til vega, mettar og váttaðar skjótast gjørligt og gjøgnumgingnar meðan neyðstøðan stendur við. Upplýsingar, ið einstaklingar, bólkar av hjálparmanning og ferðafólk fáa, skulu vera nágreiniligar, viðkomandi og latast í góðari tíð. Upplýsingar veita ferða-fólkum kunning um slagið av neyðstøðu, og um tær atgerðir, ið kravdar verða av teimum. |
Fylgiskjal nr. 8
Útbúgving í at leggja til rættis og fremja báta- og brandvenjingar
Endamálið við útbúgvingini
Endamálið við útbúgvingini er at styrkja leiðslu í sambandi við báta- og brandvenjingar umborð, venjing í at flyta ferðafólk av skipi íroknað. Miðað verður ímóti
1. at tryggja at viðkomandi dugir reglurnar til lítar, sum viðvíkja tilbúgving umborð á ferðamannaskipum í samband við eldsløkking, burturflutning av ferðafólki og nýtslu av bjargingarútgerð,
2. at yvirmenn og leiðandi tænastustarvsfólk øll skilja, hvussu umráðandi tað er, at tær kravdu venjingarnar eru væl fyrireikaðar, og at teimum er kunnugt, hvørji krøv, ið setast mugu, tá ið venjingar verða fyrireikaðar og lagdar til rættis,
3. at munagóð eftirmeting, ið fevnir um øll, ið luttikið hava í slíkum venjingum, verður gjørd aftaná, og at kunnleiki fæst um, hvussu slík eftirmeting verður løgd til rættis á besta hátt soleiðis, at hon kann stuðla til, at venjingarnar verða dyggari og betri,
4. at tryggja, at venjingar fáa alla manningina til lítar at skilja, hvussu umráðandi trygdartilbúgving á høgum støði er,
5. at tryggja, at partarnir verða havdir í huga, tá ið venjing fer fram, sum í fylgiskjali nr. 3 viðvíkja stýring av stórum mannamúgvum og fylgiskjali nr. 4 um samskifti við ferðafólk í neyðstøðu og vegleiðing til ferðafólk um, hvussu persónlig bjargingarútgerð skal brúkast, og harvið stuðla til, at yvirmenn og tey, sum hava tænastustarvsfólk undir sær umborð, gerast før fyri at fremja ella hjálpa til at fremja ta útbúgving, ið sambært kunngerðini skal ella eigur at fremjast umborð,
6. at tryggja, at manningin til fulnar veit, hvussu farast skal um eldsløkkingar- og bjargingarútgerð og undir hesum stuðla til samstarv millum ymsar manningarbólkar, tá ið eldsløkking og bjarging fer fram.
Krøv til útbúgvingarætlan og endamálið við útbúgvingini.
Um Undirvísingar- og Mentamálastýrið skal góðkenna eitt skeið, skal ein skeiðsætlan vera til taks, ið vísir, at omanfyri nevndu endamál verða havd í huga, og skal skeiðið í minsta lagi:
1. Veita luttakarunum hollan kunnleika um tey serútbúgvingar- og førleikakrøv, ið sett verða manning umborð á ferðamannaskipum, og sum tilskilað eru í kunngerð við fylgiskjølum og um innihaldið í Meddelelse B frá Søfartsstyrelsen um krøv í sambandi við venjingar umborð.
2. Veita luttakarunum kunnleika um reglugerð I/14 í STCW-sáttmálanum og ásetingar hennara um, at nýmynstraði skulu upplýsast um sínar seruppgávur og um innihaldið í Meddelelse B frá Søfartsstyrelsen um krøv, ið sett verða ferðamannaskipum viðvíkjandi fyribyrging av eldi og í nýtslu av bjargingarútgerð.
3. Veita luttakarunum hollan kunnleika um útgreindar leiðbeiningar viðvíkjandi
hvussu báta- og brandvenjingar skulu leggjast til rættis,
hvussu báta- og brandvenjingar skulu fremjast í verki, og
hvussu venjingar skulu eftirmetast.
Fylgiskjal nr. 9
Krøv um próvskjalastødd
Próvskjalið skal vera í A5 stødd (14,8 x 21,0 cm) og á ovara bredda skal navn og búmerki standa hjá tí stovni ella fyritøku, sum letur tað.
Í listanum yvir tey krøv, ið viðkomandi lýkur, skulu tey heiti nýtast, ið niðanfyri eru tilskilað. Bert tey krøv á listanum, ið viðkomandi lýkur tann dag prógvið er dagsett, skulu nevnast, ella verða krøv, ið ikki eru galdandi, strikað út. Dagurin, tá ið prógvið fer úr gildi, skal bert tilskilast, um krøv sambært § 3 og § 4, stk. 1 ella §§ 6 ella 7 í kunngerðini standa á listanum yvir krøv, ið viðkomandi lýkur. Fyri ferðamannaskip í innanoyggjasigling krevst ikki ensk umseting.
Navn á virki/stovni Búmerki
PRÓGV
Certificate
FYRI ÚTBÚGVING OG VENJING
of education and training
FYRI MANNING VIÐ RO-RO FERÐAMANNASKIPUM
for personnel on ro-ro passenger ships
Við hesum verður váttað, at |
|
This is to certify that
Fødd/-ur tann |
|
who was born at
við kravdum úrsliti hevur tikið eina útbúgving, ið lýkur niðanfyri nevndu krøv:
satisfactorily has completed education and training complying with requirements as stated below:
Útbúgving Education and training |
Krøv Requirement |
Vegleiðing av ferðafólki í neyðstøðu Crowd Management Training |
STCW V/2-4 |
Trygdarvenjing Safety Training |
STCW V/2-6 |
Almenn trygdarútbúgving General Safety Education and Training |
Føroyskt krav faroese national requirement |
Kunnleiki um ro-ro ferðamannaskip Familiarazation training |
STCW V/2-5 |
Ferðafólkatrygd, surring av farmi, heildarstandur á skrokki Passenger safety, cargo safety and hull integrity |
STCW V/2-7 |
Atburður og atferð í vandastøðu Crisis management and human behaviour |
STCW V/2-8 |
Tilrættislegging og fremjing av báta- og brandvenjingum Planning and conduct of fire drills and abandon ship drills |
Føroyskt krav faroese national requirement |
Prógvið er galdandi fyri tænastu umborð á |
|
This certificate is valid for service on Navn á skipi / Name of ship
Hetta prógv gongur út tann |
|
This certificate expires on |
|
Við heimild frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum
As autorized by the Faroese Education Authority
------------------------------------- ------------------------------------
Staður og dagf./ Place and date Undirskrift/ Signature
Stempul/ Stamp
Navn á virki/stovni Búmerki
PRÓGV
Certificate
FYRI ÚTBÚGVING OG VENJING
of education and training
FYRI MANNING VIÐ FERÐAMANNASKIPUM, RO-RO FERÐAMANNASKIP UNDANTIKIN
for personnel on passenger ships other than ro-ro passenger ships
Við hesum verður váttað, at |
|
This is to certify that
Fødd/-ur tann |
|
who was born at
við kravdum úrsliti hevur tikið eina útbúgving, ið lýkur niðanfyri nevndu krøv:
satisfactorily has completed education and training complying with requirements as stated below:
Útbúgving Education and training |
Krøv Requirement |
Vegleiðing av ferðafólki í neyðstøðu Crowd Management Training |
STCW V/2-4 |
Trygdarvenjing Safety Training |
STCW V/2-6 |
Almenn trygdarútbúgving General Safety Education and Training |
Føroyskt krav faroese national requirement |
Kunnleiki um ferðamannaskip Familiarazation training |
STCW V/2-5 |
Ferðafólkatrygd Passenger safety |
STCW V/2-7 |
Atburður og atferð í vandastøðu Crisis management and human behaviour |
STCW V/2-8 |
Tilrættislegging og fremjing av báta- og brandvenjingum Planning and conduct of fire drills and abandon ship drills |
Føroyskt krav faroese national requirement |
Prógvið er galdandi fyri tænastu umborð á |
|
This certificate is valid for service on Navn á skipi / Name of ship
Hetta prógv gongur út |
|
This certificate expires on |
|
Við heimild frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum
As autorized by the Faroese Education Authority
------------------------------------- ------------------------------------
Staður og dagf./ Place and date Undirskrift/ Signature
Stempul/ Stamp