11. mars 1998Nr. 27
Kunngerð um ásetan av neyðugari upphædd til uppihald í samband við arbeiði skipað gjøgnum Nordjobb
Við heimild í § 33, nr. 10 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum verður fyrisett:
§ 1. Upphæddin, sum verður hildin neyðug til uppihald, er fyri álmanakkaárið 1998 56.000 kr., og verður hon minkað í mun til longdina av dvølinum í Føroyum og alt álmanakkaárið.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 1998.