Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. apríl 2011Nr. 27
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit
§ 1
Í kunngerð nr. 6 frá 26. januar 2009 um gjøld fyri veterinerar og heilsufrøðiligar kanningar og eftirlit verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 6, stk. 1, 1. pkt. verður “33 kr.” broytt til “26 kr.”
2) Í § 6, stk. 1, verður sett sum nýtt pkt. 2: “Gjaldið verður gjørt upp við støði í nøgdini av livandi vekt, sum var tikin inn á virkið kalendaraárið frammanundan.”
3) § 7, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fyri váttan, kanning ella eftirlit við livandi dýrum, heruppií akvakulturdýrum, ella úrdráttum úr dýrum, í Føroyum og í samhandlinum við ES, verða, umframt ein grundupphædd, ið fevnir um fyrireikingar- og flutningskostnað upp á 1725 kr, rindað hesi gjøld:
1) 345 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 06.00 og 17.00,
2) 517 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 17.00 og 22.00, og
3) 690 kr. um tíman fyri hvørt eftirlitsfólk, um talan er um gerandisdagar millum kl. 22.00 og 06.00, leygardagar eftir kl. 14 og sunnu- og halgidagar.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 11. apríl 2011
Johan Dahl (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)