Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mars 2025Nr. 27
Kunngerð um hýruvognsreglugerð í Klaksvíkar kommunu
Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 104 frá 19. oktober 1982 um hýruvognskoyring, og eftir ynski frá Klaksvíkar kommunu, verður ásett:
Hýruvognsloyvi
§ 1. Til at reka vinnuligan fólkaflutning við motorakfari, góðkent og innrættað til flutning av í mesta lagi 9 persónum, førarin íroknaður, krevst loyvi. Hetta er tó ikki galdandi, um akfarið einans verður nýtt til sjúkraflutning ella rutukoyring sambært løgtingslóg um fólka- og farmaflutning.
§ 2. Loyvi eftir § 1 verða givin av býráðnum aftaná, at loyvið hevur verið lýst leyst, og umsóknirnar hava verið til ummælis hjá vinnufelag ella vinnurekandi. Hýruvognsloyvið skal gevast honum, sum býráðið metir er best skikkaður, og sum hevur førarabræv til fólkaflutning móti gjaldi. Loyvið er galdandi fyri koyring í og út úr kommununi.
Stk. 2. Har tað letur seg gera, skal loyvið verða treytað av, at tað verður nýtt til fulltíðarvinnu.
Stk. 3. Býráðið ásetir talið av loyvum í kommununi eftir:
1) Talinum av longu fyriliggjandi vinnuloyvum og nýtsluni av hesum.
2) Tørvurin er á eini rímiligari tænastu hjá íbúgvum í kommununi.
3) Møguleikanum fyri rímiligari inntøku hjá teimum vinnurekandi.
Stk. 4. Loyvini verða givin fyri 5 ár í senn og kunnu endurnýggjast, um loyvishavarin ikki grovt ella oftani hevur brotið sínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.
§ 3. Loyvi kann bert verða givið einstaklingum. Ein persónur kann bert fáa eitt loyvi umfatandi ein hýruvogn. Einstaklingur kann tó fáa fleiri loyvi, um so er, at tørvur er á fleiri hýruvognum, uttan at aðrir umsøkjarar eru.
Stk. 2. Loyvið er persónligt og kann hvørki heilt ella lutvíst verða handað øðrum við sølu, láni, leigu, pantseting, fíggjartøku, arvi ella á annan hátt. Við deyða loyvishavarans kann tó verða loyvt, at hjúnafelagi hansara brúkar loyvið í eina nærri ásetta tíð. Loyvt er at hava avloysara at koyra vognin.
§ 4. Eitt hýruvognsloyvi kann takast aftur, um tað í meira enn 3 mánaðir ikki hevur verið í nýtslu.
Stk. 2. Eftir umsókn kann loyvishavarin sleppa undan at nýta eitt loyvi í nærri ásetta tíð. Loyvið skal tá latast inn til býráðið.
Innrætting o.tíl.
§ 5. Einki motorakfar má nýtast til hýruvognskoyring, fyrr enn tað er góðkent av Akstovuni.
§ 6. Loyvi til hýruvognskoyring kann bara verða givið til koyring við akfari, sum er innrættað til í minsta lagi 4 persónar, førarin íroknaður, og hevur minst 4 hurðar. Eingin hýruvognur má nýtast til fleiri persónar, enn hann er góðkendur til.
§ 7. Hýruvognurin skal á fremri helvt á tekjuni hava lykt, sum skal lýsa, tá vognurin er leysur at leiga. Taklyktin má ikki lýsa aftureftir. Lyktin skal vísa grønt ljós uttan at blinda og skal hava áskriftina “Hýruvognur”, “Taxi”, ella støðarnavn, og ljósflatan skal vera millum 75 og 260 cm2.
Stk. 2. Innan fyri forrútin skal vera eitt týðiligt frámerki, tá vognurin er leysur at hýra. Skeltið skal kunna vísa grønt ljós frameftir í lyktatendringartíðini.
§ 8. Í hýruvogninum skal eisini á sjónligum staði vera skelti, sum sigur frá navni og bústaði loyvishavarns, skrásetingarnummari akfarsins, at akfarið er góðkent til vinnuligan fólkaflutning, tal á ferðandi og møguligt navn á hýruvognsstøð. Kortið fæst frá býráðnum.
§ 9. Á sjónligum staði uttan á hýruvogninum skal standa navn á loyvishavara ella bilstøð og telefonnummar við bókstavum ella tølum, ið eru millum 35 og 60 mm høg, og sum skilliga víkja frá í liti frá litinum á akfarinum.
§ 10. Annars galda fyri hýruvognar eftir hesi reglugerð vanligu reglurnar um tilgerð og útgerð av akførum.
Gjald fyri koyring
§ 11. Eintak av galdandi hýruvognstakstum skal vera í hýruvogninum og eftir áheitan verða víst teimum ferðandi. Boð um hetta skal vera sligið upp í vogninum soleiðis, at tann ferðandi lættliga sær hetta.
Nýtsla av loyvum
§ 12. Førarin á einum hýruvogni, sum er leysur, skal beinanvegin koma áheitan um hýrukoyring á møti frá einum og hvørjum plássi í kommununi, um so er, at vegviðurskiftini og veðurviðurskiftini loyva hesum. Er persónur ikki skikkaður at taka við, hevur førarin onga skyldu at koma áheitan um koyring á møti.
Stk. 2. Koyringin skal fara fram uttan steðg og eftir tí skjótasta vegi til tað plássið, tann ferðandi ynskir at koma. Um tann ferðandi ynskir at koyra annan veg, skal hesin vegurin undir vanligum umstøðum fylgjast. So leingi túrur varar, skal bilførarin taka onnur ferðandi ella viðføri uppí og seta onnur av, um tey ferðandi biðja um tað.
§ 13. Býráðið kann áseta nærri treytir í loyvinum um nýtslu av hýruvogninum, limaskap í hýruvognsstøð, eins og tað kann áseta reglur fyri tílíkar støðir.
Revsing, kæra o.a.
§ 14. Loyvið kann takast aftur, um loyvishavarin grovt ella oftani hevur brotið sínar skyldur eftir reglugerðini ella treytunum í loyvinum.
Stk. 2. Avgerðir hjá býráðnum eftir hesi reglugerð kunnu kærast til landsstýrisfólkið innan 14 dagar aftaná, at ein hevur fingið boð um avgerðina.
Stk. 3. Brot á reglurnar í góðkendari hýruvognsreglugerð ella treytirnar í loyvi til hýruvognskoyring koma undir bót.
Fremjingar- og fyribilsreglur
§ 15. Motorakfar, sum skrásett er til hýruvognskoyring, áðrenn ein hýruvognsreglugerð verður sett í gildi, skal innan 6 mánaðir lúka ásetingarnar í §§ 5-13 í reglugerðini. Bygda(r)-/býráðið kann í serstøkum førum leingja um freistina.
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildið dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 13. mars 2025
Jóhan Christiansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)