Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mars 2019Nr. 27
Kunngerð um fiskiskapin eftir rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2019
Við heimild í § 5, stk. 2, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 2, nr. 2 og 10 og stk. 3 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir rækjum í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi í 2019 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið.
Rækjukvota og atgongd at fiska
§ 2. Sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi í 2019 fiska 1.200 tons av rækjum í Eysturgrønlandi.
Stk. 2. Rættindi at fiska rækjur, sambært stk. 1, verða latin teimum, sum í 2018 høvdu rætt til fiskiloyvi við egnari árskvotu at veiða rækjur við fiskifari undir føroyskum flaggi. Fiskiskapurin í 2019 verður skipaður við egnari árskvotu. Tá egin árskvota verður latin rættindahavara í 2019, skulu atlit takast at ásetingunum um brúksskyldu í § 41, stk. 2 og 3 í løgtingslógini.
Fiskiloyvi
§ 3. Fiskiskapur í grønlendskum sjógvi, sambært hesi kunngerð, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert fara til fiskiskap í grønlendskum sjógvi, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir føroysk fiskifør, sum Grønland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki.
Stk. 4. Fiskiloyvi til kvotu sambært § 2 er, um fiskiloyvi verður latið persónum ella feløgum sambært § 2, samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2019 eftir ásetingunum í § 5 í løgtingslógini.
§ 4. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í grønlendskum sjógvi.
Sýni
§ 5. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 6. Fiskifør, ið fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 7. Fiskifør, sum veiða í grønlendskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Veiðifráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Stk. 2. Fiskifør skulu somuleiðis senda grønlendskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiskiveiðiumveldinum hjá Grønlandi.
Revsing
§ 8. Brot á § 3, stk. 1 og 3 og § 7 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki fylgir boðum sambært §§ 5 ella 6.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 3, stk. 1 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2019.
Fiskimálaráðið, 20. mars 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 12 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiveiðiumveldið hjá Grønlandi.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Komutíð til eftirlitsstað |
PT |
Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin um veiðu undanfarna samdøgur skal sendast, tá fiskiskapurin fyri dagin er liðugur og í seinasta lagi kl. 12 UTC dagin eftir. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiveiðiumveldi Grønlands.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit and control report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Komutíð til eftirlitsstað |
PT |
Mett klokkutíð, komið verður til eftirlitsstaðið í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |