Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 2020Nr. 27
Kunngerð um rætt til stuðul til sjálvstøðug vinnurekandi í sambandi við COVID-19
Við heimild í § 12 a, stk. 3 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 18. mars 2020 og í samráð við stýrið fyri ALS, verður ásett:
Rætt at tekna trygging
§ 1. Rætt at tekna sjálvbodna trygging sum sjálvstøðugt vinnurekandi og harvið rætt til stuðul sambært hesi kunngerð hevur tann, sum:
1) hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár,
2) hevur bústað í Føroyum,
3) hevur inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugur vinnurekandi, og
4) ikki fær rikið sítt virksemi til fulnar vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 smittuni.
Umsókn o.a.
§ 2. Fyri at koma undir hesa trygging skal tann sjálvstøðugi vinnurekandi fylla út og senda Arbeiðsloysisskipanini eitt av Arbeiðsloysisskipanini tilevnað umsóknarblað soleiðis, at tað er Arbeiðsloysisskipanini í hendi í seinasta lagi 14 dagar eftir, at tann sjálvstøðugi vinnurekandi ikki fær rikið sítt virksemi vegna avleiðingar av teimum átøkum, sum eru sett í verk fyri at basa spjaðing av COVID-19 smittuni.
Stk. 2. Í sambandi við umsóknina skal tann vinnurekandi vátta at lúka treytirnar í § 1 í hesi kunngerð og § 2 í kunngerð um arbeiðsloysistrygging fyri sjálvstøðug vinnurekandi. Arbeiðsloysisskipanin kann krevja prógv fyri hesum.
Stk. 3. Tryggingin kann í fyrsta lagi fáa gildi frá tí degi, Arbeiðsloysisskipanin hevur fingið skrivliga umsókn.
Stk. 4. Arbeiðsloysisskipanin kann í serligum førum víkja frá freistini, ásettari í stk. 1 og 3.
Inngjald
§ 3. Gjaldið fyri tryggingina er kr. 3.000,-.
Stk. 2. Gjaldið verður rindað Arbeiðsloysisskipanini, samstundis sum tryggingin verður teknað.
Útgjald
§ 4. Stuðul sambært hesi kunngerð er 115,38 krónur um tíman fyri í mesta lagi 40 tímar um vikuna. Stuðul verður veittur í sama lutfalli, sum virksemið minkar.
Stk. 2. Stuðulin sambært hesi kunngerð verður skerdur við inntøkum, sum tann sjálvstøðugi vinnurekandi vinnur sær rætt til, eftir at hann hevur fingið rætt til stuðul. Tað áliggur tryggingartakaranum at boða Arbeiðsloysisskipanini frá aðrari inntøku, tá rætturin til slíka inntøku er vunnin.
Stk. 3. Aðrar inntøkur sambært stk. 2 verða umroknaðar til tímar, í hesi kunngerð nevndir arbeiðstímar, sum stuðul ikki verður goldin fyri. Arbeiðstímarnir verða roknaðir sum vunna inntøkan í útgjaldsskeiðinum, býtt við 132,69.
Stk. 4. Um tíðarskeiðið, tann sjálvstøðugi vinnurekandi hevur arbeitt í einum stuðulstíðarskeiði, er longri enn talið av arbeiðstímum, sum verða roknaðir sambært stk. 3, verður stuðul tó ikki goldin fyri hetta tíðarskeið.
Uppsøgn
§ 5. Trygging hjá sjálvstøðugum vinnurekandi er galdandi so leingi, løgtingslóg nr. 25 frá 18. mars 2020 um broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing er galdandi og í mesta lagi eitt ár frá tí degi, tryggingin er teknað.
Reglur annars
§ 6. Tann tryggjaði hevur skyldu at boða Arbeiðsloysisskipanini frá øllum broytingum í viðurskiftum, sum kunnu ávirka tryggingarviðurskiftini.
Gildiskoma
§ 7. Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 12. mars 2020.
Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 23. mars 2020
Helgi Abrahamsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Herálvur Joensen (sign.)