Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 2010Nr. 27
Kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar
Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, § 18, stk. 1 og 2 og § 46 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:
Kapittul 1
Útbúgvingarreglur
§ 1. Fyri yrkisútbúgvingar, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent, skulu yrkisnevndirnar samtykkja:
1) útbúgvingartíð og býti millum verkliga læru og skúlagongd,
2) stevnumið fyri verkliga læru og skúlagongd,
3) hvørjar yrkislærugreinir eru partur av útbúgvingunum, og
4) reglur um døming við atliti at yrkislærugreinum og stevnumiðum fyri møguligari yrkis- ella sveinaroynd.
§ 2. Valið av lærugreinum skal taka atlit at viðkomandi yrkisøki og saman við undirvísingini tryggja:
1) fakliga dygd og breidd, so lærlingarnir fáa kunnleika til tilfar, arbeiðsgongdir, tænastuveiting, dygdartilvitan, umhvørvi, mál, náttúruvísind, fyrisiting og vinnubygnað,
2) persónliga menning, so lærlingarnir gerast førir fyri at ogna sær nýggja vitan, fáa sjálvsálit, gerast sjálvbjargnir og menna skapanar-, samstarvs-, samskiftis- og greiningarevni,
3) lestrarførleikan við atliti at framhaldandi útbúgving, og
4) fatanina av samfelagnum og tess menning innan ymisk øki, eins og innlit í viðurskifti í øðrum londum og mentanum teirra.
Kapittul 2
Útbúgvingarbygnaður
§ 3. Yrkisútbúgvingarnar eru settar saman av verkligari læru á læruplássi og skúlagongd á góðkendum yrkisskúla.
Útbúgvingartíð
§ 4. Samlaða útbúgvingartíðin og býtið millum verkliga læru og skúlagongd skal verða ásett í útbúgvingarkunngerðini.
Stk. 2. Skúlagongdin hjá lærlingunum svarar til starvstíðina hjá fulltíðarsettum á arbeiðsmarknaðinum. Skemalagda undirvísingarvirksemið fevnir í mesta lagi um 36 pultstímar um vikuna.
Innihaldið í útbúgvingunum
§ 5. Í útbúgvingarkunngerðini skal endamálið við útbúgvingini verða lýst eins og endamálið við ávikavist yrkislærugreinum, almennum lærugreinum og vallærugreinum.
Stk. 2. Býtið millum yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir skal vanliga verða ávikavist seks tíggjundapartar, tríggir tíggjundapartar og ein tíggjundapartur av samlaðu tíðini.
Stk. 3. Almennar lærugreinir kunnu í serligum føri verða havdar ístaðin fyri yrkislærugreinir.
Stk. 4. Yrkislærugreinir kunnu í serligum føri verða havdar ístaðin fyri vallærugreinir.
Stk. 5. Í einstøku útbúgvingarkunngerðini skal tímatalið í almennum lærugreinum ásetast fyri hvørja lærugrein sær og tilsamans. Í yrkislærugreinum og vallærugreinum skal tímatalið ásetast við vegleiðandi tímatali tilsamans.
Stk. 6. Almennar lærugreinir skulu liggja so tíðliga sum møguligt í útbúgvingini. Mentamálaráðið ger lesiætlanir fyri almennu lærugreinirnar.
Stk. 7. Viðkomandi yrkisnevnd ger lesiætlanir fyri einstøku yrkislærugreinirnar sambært kunngerð nr. 59 frá 14. september 2004 um lesiætlanir í yrkislærugreinum.
§ 6. Innihaldið í yrkislærugreinunum skal við atliti at viðkomandi yrkisøki fevna um:
1) Tøknilig, náttúrufaklig, fyrisitingarlig og vinnubúskaparlig evni, sum bæði eru verklig og ástøðilig við tilknýti til vanligar arbeiðsuppgávur, arbeiðshættir, maskinur, útbúnað, amboð, tilfar, fyrisiting og fyriskipanir,
2) evni, sum viðvíkja formgeving og dygdartilvitan,
3) yrkiskunnleika í tøkniligum, vinnubúskaparligum, samfelagsligum og søguligum høpi,
4) evni, sum lýsa sambandið millum vøkstur og menning í einum virki, umframt ta fyriskipanarligu, fíggjarligu, tøknifrøðiligu og tænastuveitingarligu menningina,
5) evni, sum viðgera arbeiðsviðurskifti innan yrkisøkið, eitt nú umhvørvis- og trygdarviðurskifti,
6) leitan og nýtslu av vitan og samskifti á føroyskum og einum ella fleiri fremmandamálum,
7) evni, har arbeitt verður við uppgávum, sum krevja støddfrøðiligar og líknandi arbeiðshættir, og
8) evni av samfelagsligum, sosialum og mentanarligum slagi, eitt nú samfelagsbúskapi, arbeiðsmarknaðarviðurskifti og mentanarsøgu.
§ 7. Einstaka útbúgvingarkunngerðin skal fevna um málini fyri verkligu læruna, og við støði í hesum lýsa arbeiðsøkið og arbeiðshættirnar í verkligu læruni. Hesar ásetingar skulu tryggja:
1) at skúlaundirvísingin og verkliga læran styðja hvørja aðra og eru ein heild, og
2) at læruplássini leggja til rættis verkligu læruna í einari hóskandi tíðargongd.
Kapittul 3
Eftirmeting áðrenn yrkis- ella sveinaroynd
§ 8. Einstaka útbúgvingarkunngerðin skal hava eina eftirmetingarætlan fyri alla útbúgvingina.
Stk. 2. Fakliga støðið hjá einstaka lærlinginum skal eftirmetast eftir hvørt skúlaskeið, so lærlingar og lærarar fáa at vita úrslitið av undirvísingini.
Stk. 3. Eftirmeting verður framd sum roynd, próvtøka og innanhýsis eftirmeting.
Stk. 4. Fyri lærugreinir við minni enn 30 undirvísingartímum í einstaka skúlaskeiðinum verður givin ein luttøkuváttan.
Stk. 5. Eftirmetingarskjøl við støðumetum verða undirskrivað av læraranum og latin skúlastjóranum.
Stk. 6. Skúlastjórin hevur ábyrgd av, at próvtøl og støðumet verða skrásett í próvtalsbók.
Stk. 7. Skúlin skal varðveita eftirmetingarskjøl og próvtalsbøkur í minsta lagi 5 ár.
§ 9. Sambært kunngerð nr. 59 frá 13. mai 1997 um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin), verður 13-próvtalsstigin nýttur í sambandi við eftirmeting, roynd og próvtøku.
§ 10. Viðvíkjandi eftirmeting í einari støðisútbúgving ella øðrum útbúgvingum, sum kunnu geva frítøku fyri skúlaundirvísingini ella stytting av lærutíðini, eru ásetingarnar um eftirmeting í viðkomandi útbúgvingarkunngerðum galdandi.
§ 11. Við støði í staðfesta tørvinum skal skúli í samstarvi við lærupláss gera eina ætlan fyri teir lærlingar, sum ikki lúka krøvini sambært § 16, stk.1, § 17, stk. 2, § 18, stk. 2 og § 22, stk. 1.
1. skúlaskeið
Tøkniligar yrkisútbúgvingar
§ 12. 1. skúlaskeið innan tøkniligu yrkisútbúgvingarnar byrjar vanliga í august mánaði og í januar mánaði.
Stk. 2. Sambært § 2 í kunngerð um sáttmálaskylduga útbúgving, upptøku í skúla, floksbýtistal og skúlasamstarv ger býtisnevndin av, nær upptøka fer fram.
§ 13. Áðrenn 1. skúlaskeið er lokið, verður hildin roynd í yrkislærugreinum og próvtøka í almennum lærugreinum, samanber § 14, § 15 og § 16.
§ 14. Royndin í yrkislærugreinum er býtt upp í tveir partar, eina skrivliga og eina verkliga roynd. Bæði tann skrivliga og tann verkliga royndin eru samansettar royndir í teimum yrkislærugreinum, sum undirvíst er í á skúlaskeiðnum.
Stk. 2. Til skrivligu royndina fær lærlingurin 120 minuttir til at svara royndarspurningunum.
Stk. 3. Til verkligu royndina verður ein uppgáva gjørd í sambandi við skúlaundirvísingina og ein munnlig framløga við støði í innihaldinum í verkligu uppgávuni.
Stk. 4. Til verkligu royndina fær lærlingurin 20 minuttir til framløguna.
Stk. 5. Loyvdir hjálparmiðlar eru viðkomandi lærubøkur og frálærutilfar, sum er nýtt í undirvísingini, og lummaroknari, ið skúlin hevur góðkent.
Stk. 6. Givið verður eitt próvtal fyri ta skrivligu royndina, og eitt próvtal fyri ta verkligu royndina.
Stk. 7. Yrkisnevndafyrisitingin tilnevnir ein metingardómara til royndina í yrkislærugreinunum.
Stk. 8. Skúlin ger uppgávurnar til royndina í yrkislærugreinunum.
§ 15. Mentamálaráðið tekur út almennar lærugreinir til próvtøkur.
Stk. 2. Próvtøkurnar fara fram sambært ásetingum í viðkomandi útbúgvingarkunngerðum.
Stk. 3. Í teimum lærugreinum, sum Mentamálaráðið ikki tekur út til próvtøku, verður givið støðumet.
Stk. 4. Skúlin skal í seinasta lagi 2 vikur eftir, at skúlaskeiðið er byrjað, boða Mentamálaráðnum frá, hvørjir lærlingar skulu til próvtøku eftir lokið skúlaskeið, og hvørjar lærugreinirnar eru.
Stk. 5. Skúlin letur inn upplýsingarnar á oyðublað, ið Mentamálaráðið ger.
Stk. 6. Skúlin skal alt fyri eitt boða Mentamálaráðnum frá møguligum broytingum.
§ 16. Treytin fyri, at lærlingur kann halda fram á 2. Skúlaskeiði, er:
1) at miðaltalið fyri skrivligu og verkligu yrkisroyndina í minsta lagi er 6. Tó má einki próvtal verða minni enn 5
2) at miðaltalið fyri próvtøl og støðumet í almennum lærugreinum og vallærugreinum er í minsta lagi 6.
Stk. 2. Dømingin skal vera avgjørd og ikki lutfalslig.
1. skúlaskeið
Fyrisitingar-, handils- og skrivstovuútbúgvingar
§ 17. Í fyrisitingar-, handils- og skrivstovuútbúgvingunum er 1. skúlaskeið svarandi til ásetingar í kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøkið.
Stk. 2. Próvtøka eftir 1. skúlaskeið verður hildin sambært kunngerð um próvtøku í grundútbúgvingini innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuyrkið (FHS) og innan hægri handilspróvtøku (HH).
1. skúlaskeið
Fiskivinnu- og landbúnaðarútbúgvingar
§ 18. Í fiskivinnu- og landbúnaðarútbúgvingum er 1. skúlaskeið svarandi til ásetingar í kunngerð um støðisútbúgving og hægri próvtøku innan fiskivinnu.
Stk. 2. Próvtøka eftir 1. skúlaskeið verður hildin sambært kunngerð um próvtøku í støðisútbúgving innan fiskivinnu (SIF) og hægri próvtøku innan fiskivinnu (HIF).
Fylgjandi skúlaskeið
§ 19. Í øllum fylgjandi skúlaskeiðum verður fakliga støðið hjá einstaka lærlinginum eftirmett, sbr. §§ 20, 21 og 22.
§ 20. Í yrkislærugreinunum verður fakliga støðið eftirmett við støðumetum. Talan er um meting lærarans um støðu lærlingsins, tá skúlaskeiðið endar.
§ 21. Í almennum lærugreinum og vallærugreinum verður fakliga støðið eftirmett við støðumetum og próvtøkum, sambært ásetingunum í kunngerðum fyri einstøku útbúgvingina.
Stk. 2. Í teimum lærugreinum, sum Mentamálaráðið ikki tekur út til próvtøku, verður givið støðumet.
§ 22. Treytin fyri, at lærlingur kann halda fram á næsta skúlaskeiði, er:
1) at miðaltalið av støðumetum í yrkislærugreinum er í minsta lagi 6. Tó má einki próvtal verða minni enn 5.
2) at miðaltalið fyri próvtøl og støðumet í almennum lærugreinum og vallærugreinum er í minsta lagi 6.
Stk.2. Dømingin skal vera avgjørd og ikki lutfalslig.
Skúlaummæli
§ 23. Í seinasta lagi 14 dagar eftir lokið skúlaskeið, letur skúlin lærlinginum og viðkomandi læruplássi eitt ummæli við øllum próvtølum og støðumetum, samanber § 16, stk. 1 og § 22, stk. 1.
Stk. 2. Skúlaummælið skal ikki hava aðrar metingar ella útsagnir um lærlingin enn tær, sum nevndar eru í stk. 1.
Kapittul 4
Yrkis- og sveinaroynd
§ 24. Reglur fyri møguligari yrkis- ella sveinaroynd, sum er partur av eftirmetingarætlanini í útbúgvingarkunngerðini, skulu fevna um:
1) upptøku til yrkis- ella sveinaroynd,
2) uppgávusløg í yrkis- ella sveinaroyndum, og
3) døming, her í millum reglur um próvtalsgeving
Stk. 2. Fyri at lærlingur kann taka yrkis- ella sveinaroynd, skal hann frammanundan hava lokið krøvini sambært § 16, stk. 1, § 17, stk. 2 § 18, stk. 2 og § 22, stk. 1.
Stk. 3. Sveinaroyndin fer fram sambært kunngerð nr. 64 frá 31. mai 2002 um próvtøkur í yrkislærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir.
§ 25. Í sambandi við yrkis- ella sveinaroynd verður 13-próvtalsstigin nýttur sambært kunngerð um próvtalsstiga og aðra døming (próvtalskunngerðin).
§ 26. Um miðalpróvtal verður givið við støði í einum ella fleiri lutapróvtølum, skal í einstøku útbúgvingarkunngerðini vera reglur um útrokning av miðalpróvtali, her í millum hvussu próvtøl verða avrundað.
Stk. 2. Tann endaliga dømingin av royndini skal einans lýsast við próvtali.
Stk. 3. Dømingin skal vera avgjørd og ikki lutfalslig.
Skúlaváttan
§ 27. Eftir seinasta skúlaskeið letur skúlin lærlinginum skúlaváttan. Í skúlaváttanini skulu standa tær sergreinir, sum lærlingurin hevur tikið, umframt øll próvtøl í sambandi við yrkis- ella sveinaroyndina.
Stk. 2. Aðrar metingar ella útsagnir mugu ikki setast í skúlaváttanina.
Stk. 3. Mentamálaráðið ger oyðubløðini til skúlaváttanirnar.
Stk. 4. Avrit av skúlaváttanini skal latast til viðkomandi lærupláss og til Yrkisdepilin.
Stk. 5. Skúlaváttan kann bert gevast lærlingi, sum hevur staðið yrkis- ella sveinaroynd sambært reglunum í einstøku útbúgvingarkunngerðini.
Stk. 6. Gevst lærlingur áðrenn fullførda útbúgving, skal skúlin lata lærlinginum eina váttan fyri tann partin av skúlagongdini, hann hevur luttikið í.
Starvsváttan
§ 28. Eftir lokna læru skal viðkomandi lærupláss geva lærlingi eina starvsváttan um verkliga partin. Um so er, at fleiri virki eru partar av lærusáttmálanum, gevur hvørt virki sær eina starvsváttan.
Stk. 2. Avrit av starvsváttanini skal latast til Yrkisdepilin.
Stk. 3. Starvsváttanin skal fevna um:
1) heitið á útbúgvingini, umframt heitið á møguligari sergrein ella yrki,
2) navnið á virkinum,
3) navnið á útisetavirki, og nær lærlingurin hevur verið har,
4) váttan um, at verkliga læran er framd samsvarandi galdandi reglum,
5) undirskrift virkisleiðarans, og
6) navn og føðingardagur lærlingsins.
Stk. 4. Yrkisdepilin ger oyðubløðini til starvsváttanirnar.
Stk. 5. Ein starvsváttan kann eftir samtykt frá viðkomandi yrkisnevnd fevna um aðrar, enn tær í stk. 3 nevndu upplýsingar, tá ið tað snýr seg um upptøku til yrkis- ella sveinaroynd.
Stk. 6. Starvsváttanin skal ikki hava metandi útsagnir um lærlingin.
Stk. 7. Gevst lærlingur áðrenn fullførda útbúgving, skal læruplássi lata lærlinginum eina váttan fyri tann partin av verkligu læruni, hann hevur luttikið í.
Læru- ella sveinabræv
§ 29. Tá ið lærlingur hevur lokið skúlagongdina og verkligu læruna, verður læru- ella sveinabræv útskrivað við støði í skúlaváttanini sambært § 27, og starvsváttanini sambært § 28.
Stk. 2. Yrkisdepilin skrivar út læru- ella sveinabrævið.
Stk. 3. Í útbúgving, sum einans hevur skúlagongd, er skúlaváttanin at rokna sum læru- ella sveinabræv.
§ 30. Læru- ella sveinabrævið skal fevna um:
1) heitið á útbúgvingini, umframt heitið á møguligari sergrein ella yrki,
2) heimild fyri útbúgvingini,
3) tilvísing til hjáløgdu skúlaváttan,
4) tilvísing til hjáløgdu starvsváttan,
5) navnið á tí, ið hevur skrivað læru- ella sveinabrævið, og
6) navn og føðingardagur lærlingsins.
Stk. 2. Læru- ella sveinabrævið skal ikki hava metandi útsagnir um lærlingin.
Kapittul 5
Kærur
§ 31. Kæra um avgerð skúlastjórans í námsfrøðiligum máli ella kæra um avgerð, tikin í sambandi við próvtøku, her í millum um áseting av próvtali, kann leggjast fyri landsstýrismannin.
Stk. 2. Um lærlingur ikki er myndugur, verður avgerð skúlastjórans eisini send tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
Stk. 3. Kæra í námsfrøðiligum máli verður skrivliga latin skúlastjóranum innan 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd lærlinginum. Skúlastjórin ummælir kæruna og gevur tí, ið kærir, møguleika fyri innan 7 dagar at gera viðmerkingar til ummæli skúlastjórans. Málið verður sent landsstýrismanninum saman við ummæli skúlastjórans og møguligum viðmerkingum frá kærara.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger av, um avgerð skúlastjórans skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, sum kært hevur.
Kapittul 6
Aðrar ásetingar
§ 32. Um skúlagongdin í ávísari yrkisútbúgving ikki fer fram á føroyskum skúla, verður skúlaparturin í útbúgvingini skipaður eftir teimum reglum, ið eru galdandi í viðkomandi landi.
Kapittul 7
Gildiskoma
§ 33. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er eisini galdandi fyri lærlingar, sum byrjað hava læruna, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 119 frá 20. desember 2006 um felags útbúgvingarreglur og útbúgvingarbygnað fyri yrkisútbúgvingar.
Mentamálaráðið, tann 23. apríl 2010
Helena Dam á Neystabø (sign.)
landsstýriskvinna
/ Leivur Harryson (sign.)