Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
1. mars 2023Nr. 28
Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju
(Strika kravið um, at íløgufeløg skulu vera vinningsbýtisgevandi, kærumyndugleikin broyttur o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 31 frá 27. apríl 2010 um umsiting av ogn hjá ómyndugum og persónum undir verju, sum broytt við kunngerð nr. 35 frá 8. apríl 2019 og kunngerð nr. 37 frá 31. mars 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður “verjumálslógini, Anordning nr. 397 frá 20. apríl 2010” broytt til: “anordning”.
2. Í § 6, nr. 2 verður “vinningsbýtisgevandi” strikað.
3. Í § 7, stk. 1, 1. pkt. verður “vinnisbýtisgevandi” strikað.
4. Í § 10, stk. 4 verður ““lov om finansiel virksomhed”” broytt til: “bekendtgørelse af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed”.
5. Í § 20, stk. 2 verður “almannapensjónslógini” broytt til: “løgtingslóg um almannapensjónir o.a.”.
6. Í § 23, stk. 2 verður “á cd-rom ella” strikað.
7. Í § 34, stk. 1 verður “verjumálslógini” broytt til: “anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven”.
8. Í § 40 verður “Kærunevndina í almanna- familju- og heilsumálum” broytt til: “Føroya kærustovn”.
9. Í § 41, stk. 1 og 2 verður “Almannamálaráðið” broytt til: “landsstýrismannin” og í stk. 2, 2. pkt. verður “Almannamálaráðnum” broytt til: “landsstýrismanninum”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmálaráðið, 1. mars 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Nella Festirstein (sign.)