6. mars 2001Nr. 28
Kunngerð um broyting í kunngerð um sernámsfrøðiligan stuðul til næmingar við likamligum ella sálarligum breki
§ 1
Í kunngerð nr. 94 frá 22. juni 2000 um sernámsfrøðiligan stuðul til næmingar við likamligum ella sálarligum breki, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í heimildarorðingini verða orðini “í § 7, stk. 1, í løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni við seinni broytingum” broytt til: “í § 11, stk. 2 og 4, í løgtingslóg nr. 41 frá 23. apríl 1999 um støðisútbúgving innan tøkni,”.
2. Í heimildarorðingini verða orðini “í § 17, stk. 2, í løgtingslóg nr. 128 frá 21. mai 1993 um tøkniligar yrkisútbúgvingar” broytt til: “í § 15, stk. 4, í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar.”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálastýrið, 6. mars 2001
Tórbjørn Jacobsen (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)