7. mai 1991Nr. 28
Kunngerð um skyldur at hava hund í bandi í Tórshavnar og Argja kommunum
Við heimild í § 3, stk. 5 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Hundar í Tórshavnar og Argja kommunum skulu á gøtu, vegi, breyt ella øki o.t., sum opin eru fyri vanligari ferðslu, havast í bandi. Bandið skal vera so stutt, at leiðarin hevur hundin tætt inni at sær.
§ 2. Brot á § 1 verða sektað við bót.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er lýst.
Stk. 2. Samstundis fer kunngerð nr. 16 frá 23. apríl 1991 um skyldur at hava hund í bandi í Tórshavnar og Argja kommunu úr gildi.