Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2004Nr. 28
Kunngerð um skúlabókasøvn
Við heimild í § 23, stk. 3 í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2000, og í § 17, stk. 3 í løgtingslóg nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, verður ásett:
§ 1. Í hvørjum sjálvstøðugum skúla, sbrt. fólkaskúlalógini § 30, stk. 1, verður skipað eitt skúlabókasavn sum námsfrøðiligur tænastudepil. Skúlabókasavnið er liður í dagliga virksemi skúlans og partur av galdandi bókasavnsskipan.
Stk. 2. Endamálið hjá skúlabókasavninum er,
1) at stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini og at menna hugin hjá næminginum at lesa og læra og
2) at styðja ta dagligu undirvísingina og geva næmingum og lærarum skúlans atgongd til bøkur og annað hóskandi tilfar á tílíkan hátt, at bókasavnstilfar verður ein sjálvsagdur táttur í virki næmingsins.
§ 2. Skúlabókasavnið skal vera í egnum hølum í skúlanum, tó kunnu fólkabókasavn og skúlabókasavn vera í somu hølum.
Stk. 2. Skúlabókasavnið skal í minsta lagi fevna um hóskandi handbókasavn, flokka- og bólkasavn og hava úrval av føgrum bókmentum og yrkisbókmentum. Harumframt skal tað hava eitt savn við undirvísingaramboðum.
Stk. 3. Í skúlabókasavninum skulu vera til taks undirvísingarmiðlar til undirvísingina í skúlanum. Úrvalið skal vera so fjølbroytt, at tað nøktar tørvin í øllum lærugreinunum og aldursstigum og til tvørgreinaliga undirvísing.
Stk. 4. Skúlabókasavnið skal hava námsfrøðiligan verkstað, har bæði lærarar og næmingar kunnu viðgera og framleiða tilfar til undirvísing, verkætlanaruppgávu o.t.
§ 3. Alt tilfar í skúlabókasavninum skal verða skrásett. Skrásetingin eigur at vera eftir tí leisti og teirri skipan, sum Føroya landsbókasavn stingur út í kortið.
Stk. 2. Alt útlán skal verða skrásett.
§ 4. Skúlabókavørðurin skal hava útbúgving sum skúlabókavørður. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera frávik frá hesum.
Stk. 2. Skúlaleiðarin kann seta skúlabókavørðinum hjálparfólk, um tørvur er á tí. Hjálparfólkið skal hava sama førleika, sum ásett er í stk. 2.
§ 5. Skúlabókavørðurin leiðbeinir næmingum og lærarum.
Stk. 2. Skúlabókavørðurin útvegar tilfar og amboð til skúlabókasavnið. Er fólkabókasavn á staðnum, verður hetta gjørt í samstarvi við tað.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 125 frá 1. oktober 1990 um skúlabókasøvn.
Mentamálaráðið, 18. mai 2004
Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)