Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. mars 2019Nr. 28
Kunngerð um avhending av kvotum í 2019
Við heimild í § 42, stk. 5 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um avhending av egnari árskvotu fyri eitt ár í senn, roknað fyri hvørt fiskaslag sær.
Treytir og mannagongd
§ 2. Upp í 20% av egnari árskvotu, roknað fyri hvørt fiskaslag sær, kunnu avhendast fyri eitt ár í senn til persón ella felag, sum lýkur treytirnar í §§ 5, 6, 7 og 9 í løgtingslógini. Móttakarin yvirtekur tað avhenda við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja av egnu árskvotuni.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 kunnu í 2019 upp til 100% av egnari árskvotu av kongafiski í Irmingerhavinum og egnari árskvotu av svartkalva í Eysturgrønlandi avhendast fyri eitt ár í senn til persón ella felag, sum lýkur treytirnar í §§ 5, 6, 7 og 9 í løgtingslógini. Móttakari yvirtekur tað avhenda við teimum rættindum og skyldum, sum fylgja av egnu árskvotuni, sambært § 42, stk. 3.
§ 3. Tann, ið avhendar egna árskvotu, skal lata Fiskiveiðieftirlitinum skrivliga fráboðan, sum er váttað av tí, ið avhendar og tí, ið móttekur.
Stk. 2. Í fráboðanini skal vera upplýst, hvørji rættindi verða avhendað, hvør ið avhendar, hvør ið móttekur, og hvør prísurin er.
Stk. 3. Áðrenn avhending av egnari árskvotu kann fara fram, skal Fiskiveiðieftirlitið eftirkanna treytirnar fyri avhendingini og góðkenna avhendingina.
§ 4. Tá avhendingin er góðkend, skal Fiskiveiðieftirlitið alment boða frá hesum á heimasíðuni, www.vorn.fo, við upplýsingum um, hvørji rættindi eru avhendað, hvør ið hevur avhendað, hvør ið hevur móttikið og um prís.
Revsing
§ 5. Er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg, verður tann revsaður við sekt, sum letur inn skeivar ella á annan hátt villleiðandi upplýsingar eftir § 3, stk. 2.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. desember 2019.
Fiskimálaráðið, 19. mars 2019
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)