Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. mars 2018Nr. 28
Kunngerð um treytir fyri landing í Føroyum og uppboðssøla av veiddum fiski, sum seinast broytt við kunngerð nr. 40 frá 16. apríl 2019
Við heimild í § 49, stk. 2, § 50, stk. 2 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Landing í Føroyum
§ 1. Nevndu fiskasløg eru fevnd av kravinum um at øll veiða hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi skal landast um bryggjukant í Føroyum:
1) Blálonga.
2) Brosma.
3) Gulllaksur.
4) Havtaska.
5) Heystgýtandi sild.
6) Hvítingur.
7) Hýsa.
8) Hummari.
9) Kalvi.
10) Kongafiskur.
11) Liri.
12) Longa.
13) Makrelur.
14) Norðhavssild.
15) Reyðsprøka.
16) Skøta.
17) Steinbítur.
18) Svartkalvi.
19) Svartkjaftur.
20) Toskur.
21) Tunga.
22) Upsi.
Stk. 2. Øll veiða skal landast um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum.
Uppboðssøla av veiddum fiski
§ 2. Í minsta lagi 25% av allari veiðu, umroknað til runda vekt, hjá føroyskum fiskifari í einum ári skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum. Undantikin hesi treyt er veiða av rættindum keypt á uppboðssølu sambært §§ 14-18 í løgtingslógini.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 fevnir um ósløgdan fisk, sløgdan fisk við høvdi og sløgdan fisk uttan høvd.
Stk. 3. 1) Ásetingin í stk. 1 fevnir um fiskasløgini í § 1, stk. 1, tó ikki nr. 8, hummari.
Stk. 4. Tað áliggur uppboðssøluhaldara at gera formliga reglugerð fyri uppboðssølur. Reglugerðin skal vera tøk alment og góðtikin av Fiskimálaráðnum.
Revsireglur
§ 3. Brot á §§ 1 og 2 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildiskoma
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2018. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 179 frá 29. desember 2017.
Stk. 2. Fyri 2018 verður uppgerðin fyri sølupartin á uppboðssølu gjørd fyri tíðarskeiðið 1. apríl til 31. desember 2018.
Stk. 3. 1) 2) § 1, stk. 1, nr. 19 er ikki galdandi í tíðarskeiðinum frá tí henda kunngerð kemur í gildi til og við 14. juni 2019.
Fiskimálaráðið, 23. mars 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)