Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 2010Nr. 28
Kunngerð um bilsmiðútbúgving
Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 16. mars 2006, verður ásett:
Kapittul 1
Endamál og bygnaður
§ 1. Útbúni bilsmiðurin skal verða førur fyri:
1) at leggja til rættis og fremja eina skynsama arbeiðsgongd í sambandi við eftirlit,
2) at finna brek í bensin- og dieselriknum akførum og kunna umvæla ella skifta út slitnar lutir eftir tørvi,
3) at meta um umvælingarmøguleikar og leiðbeina um ta ódýrastu umvælingina við atliti at tí, ið kundin ynskir viðvíkjandi rakstrarkostnaði, ferðslutrygd, útsjónd á akfarinum, brúksvirði og umhvørviskrøvum, og
4) at nýta umvælingarhandbøkur á norðurlendskum ella øðrum fremmanda máli og aðrar atkomuligar upplýsingar, t.d. myndugleikafyriskipanir fyri motorakfør.
Stk. 2. Arbeiðið skal verða gjørt í samsvari við galdandi ferðslulóg, trygdarreglur og umhvørviskrøv.
§ 2. Lærutíðin í yrkisútbúgvingini bilsmiður er 4 ár.
§3. Skúlagongdin er 55 vikur.
Stk. 2. Skúlagongdin er sett saman av 1. skúlaskeiði á 20 vikur og 7 eftirfylgjandi skúlaskeiðum á 5 vikur hvørt.
§ 4. Býtið millum verkligu læruna og skúlagongdina er skipað soleiðis:
1) verklig læra,
2) 1. skúlaskeið, 20 vikur,
3) verklig læra, uml. 20 vikur,
4) 2. skúlaskeið, 5 vikur,
5) verklig læra, uml. 20 vikur,
6) 3. skúlaskeið, 5 vikur,
7) verklig læra, uml. 20 vikur,
8) 4. skúlaskeið, 5 vikur,
9) verklig læra, uml. 20 vikur,
10) 5. skúlaskeið, 5 vikur,
11) verklig læra, uml. 20 vikur,
12) 6. skúlaskeið, 5 vikur,
13) verklig læra, uml. 20 vikur,
14) 7. skúlaskeið, 5 vikur,
15) verklig læra, uml. 20 vikur,
16) 8. skúlaskeið, 5 vikur, og
17) verklig læra restina av tíðini.
Kapittul 2
Innihaldið í útbúgvingini
Skúlaparturin
§ 5. Samlaða skúlagongdin í bilsmiðútbúgvingini er 2200 tímar, av hesum er skemalagda undirvísingartíðin 1980 tímar, samanber § 4, stk. 2 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Skemalagda undirvísingartíðin er lutað sundur sambært § 12, stk. 2 í lógini.
§ 6. Yrkislærugreinirnar fevna um verkliga og ástøðiliga undirvísing, ið sermerkja viðkomandi útbúgving, og skulu veita almennan kunnleika og fakligan yrkisførleika.
Stk. 2. Skemalagda tímatalið til yrkislærugreinir er tilsamans 1300 tímar við hesum lærugreinum:
Bensin- og dieselmotorar, byrjanarstig |
Bensin- og dieselmotorar, vanastig |
El-skipanir, byrjanarstig |
El-skipanir, vanastig |
El-skipanir, framkomið stig |
Bensinmotorar, framkomið stig |
Dieselmotorar, framkomið stig |
Motorstýringar, framkomið stig |
Skrokkur |
Stýrigreiðir og avfjarðing |
Bremsur |
Transmissión |
Fyrstahjálp og brand |
Valfríar yrkislærugreinir |
Stk. 3. Høvuðsevnini í yrkislærugreinunum og tímabýtið verða neyvari lýst í lesiætlan fyri hesar lærugreinir sambært kunngerð nr. 59 frá 14. september 2004 um lesiætlanir fyri yrkislærugreinir.
§ 7. Almennu lærugreinirnar skulu geva útbúgvingini fakliga breidd og menna lestrarførleika lærlingsins.
Stk. 2. Skemalagda tímatalið til almennar lærugreinir er tilsamans 480 tímar við hesum lærugreinum:
Lærugrein | Tímatal |
Føroyskt E | 80 |
Enskt E | 80 |
Støddfrøði E | 80 |
Náttúrulæra E | 80 |
Umhvørvi E | 80 |
Samfelagslæra E | 80 |
Í alt: | 480 |
§ 8. Vallærugreinirnar skulu stimbra áhugan hjá lærlinginum fyri framhaldandi útbúgving og menna yrkis- og lestrarførleikan.
Stk. 2. Skemalagda tímatalið til vallærugreinir er tilsamans 200 tímar, og innihaldið verður neyvari lýst í viðkomandi lesiætlan.
Verkligi parturin
§ 9. Á læruplássinum skal lærlingurin gjøgnumganga og arbeiða við øllum teimum viðkomandi arbeiðsuppgávunum, sum eru á virkinum. Hesar uppgávur verða neyvari lýstar í arbeiðsætlan fyri verkliga partin, ið avvarðandi yrkisnevnd tilevnir og góðkennir.
Stk. 2. Verkligi parturin hevur til endamáls, at lærlingurin:
1) á framkomnum stigi skal kunna finna brek, stilla, viðlíkahalda, royndarkoyra og umvæla bensin- og dieselrikin akfør við at nýta hóskandi amboð og serliga royndar- og mátiútgerð,
2) sýnir lýtaleysa og trygga framferð, tá ið hann fæst við amboð, tilfar og aðra útgerð,
3) á framkomnum stigi skal kunna leggja til rættis sína egnu arbeiðsgongd og leita fram, lesa og skilja faklig viðkomandi skjøl, og
4) í dagliga yrki sínum skal kunna sýna sjálvstøðugt avrik í uppgávugreiðsluni.
Stk. 3. Verkligi parturin skal leggjast soleiðis til rættis, at lærlingurin fær venjing og framhaldandi mennir seg bæði innan almenn og faklig vinnulig førleikaøki. Verkligi parturin fevnir um hesi arbeiðs- og virkisøki:
1) at finna brek, stilling, viðlíkahald, royndarkoyra og umvæla akfør undir 3.500 kg,
2) at nýta tøkniligar upplýsingar í yrkinum á norðurlendskum og øðrum fremmanda máli, og
3) vanliga kundatænastu.
§ 10. Lærlingurin skal, áðrenn hann tekur sveinaroynd, hava tikið koyrikort til akfar undir 3.500 kg (bólkur B).
Stk. 2. Yrkisnevndin kann í serligum føri víkja frá kravinum í stk. 1.
Stk. 3. Lærlingurin skal byrja koyrifrálæruna, tá ið útbúgvingin byrjar, ella so skjótt hann er fyltur 18 ár.
Kapittul 3
Eftirmeting áðrenn sveinaroynd
1. skúlaskeið
§ 11. Eftir 1. skúlaskeið verður hildin roynd í yrkislærugreinum og próvtøka í almennum lærugreinum sambært § 13 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku tríggjar ferðir í 1. skúlaskeiði.
Stk. 3. Próvtøkurnar í almennum lærugreinum fara fram sambært ásetingum í lesiætlanini fyri einstøku lærugreinina.
Fylgjandi skúlaskeið
§ 12. Fakliga støðið hjá einstaka lærlinginum skal í øllum fylgjandi skúlaskeiðum eftirmetast sambært § 19 í kunngerð um felags reglur fyri yrkisútbúgvingar.
Stk. 2. Í almennum lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út, verður farið til próvtøku eina ferð í 3., eina ferð í 5. og eina ferð í 7. skúlaskeiði.
Kapittul 4
Sveinaroynd
§ 13. Tá ið lærlingurin hevur staðið skúlapartin, og áðrenn lærlingurin hevur lokið verkligu læruna, verður farið til sveinaroynd.
Stk. 2. Treytin fyri at verða tikin upp til sveinaroynd er, at lærlingur hevur staðið øll skúlaskeiðini sambært § 11 og §12.
Stk. 3. Sveinaroyndin er býtt upp í tveir partar:
1) skrivlig roynd, og
2) verklig roynd.
Stk. 4. Tann skrivliga royndin er ein samansett roynd innan yrkislærugreinirnar. Loyvdir hjálparmiðlar í hesum sambandi eru nýttar lærubøkur, fylgiskjøl og lummaroknari, góðkend av skúlanum. Lærlingurin fær 180 minuttir til at svara spurningunum.
Stk. 5. Verkliga royndin fevnir um uppgávur innan persónbilavinnuna og fevnir um at taka sundur, finna brek, stilla motor, funktiónsroyndir, útskiftan, ísetan og roynd, sum lærlingurin ger í sambandi við skúlaundirvísingina. Lærlingurin fær í alt 12 tímar til at loysa uppgávurnar.
Stk. 6. Uppgávurnar verða býttar millum lærlingarnar við lutakasti. Verkstaðarhandbók og annað skrivligt tilfar skal vera tøkt hjá lærlinginum, meðan hann loysir uppgávuna. Royndin verður mett at vera liðug, tá ið lærlingurin sigur frá, og amboð o.a. eru reinsað og fingin uppá pláss.
Stk. 7. Lærarin og metingardómararnir skulu vera hjástaddir, meðan sveinaroyndin verður gjørd.
§ 14. Tá ið mett verður um skrivligu royndina, geva lærarin og báðir metingardómararnir í felag eitt próvtal. Í metingini verður dentur lagdur á førleikan hjá lærlinginum, sum ásett er í málunum fyri útbúgvingini, sambært § 7.
Stk. 2. Tá ið mett verður um verkligu royndina, geva lærarin og báðir metingardómararnir í felag próvtal fyri ávikavist:
1) tekniskan førleika, og
2) almennan og persónligan førleika til sjálvstøðugt og við nøktandi úrsliti at leggja til rættis og loysa arbeiðsuppgávur.
Stk. 3. Fyri at fara upp til verkliga partin av sveinaroyndini skal lærlingurin hava fingið í minsta lagið próvtalið 6 fyri skrivligu royndina.
Stk. 4. Fyri at standa sveinaroyndina krevst, at próvtalið fyri skrivligu royndina og miðaltalið av próvtølunum fyri verkligu royndina bæði eru í minsta lagi 6.
Stk. 5. Sveinaroyndarpróvtalið er miðaltalið av próvtalinum fyri skrivligu royndina og miðalpróvtalinum fyri verkligu royndina.
Stk. 6. Lærlingurin fær upplýst próvtøku úrslitið frá læraranum og báðum metingardómarunum beint eftir, at royndin er liðug.
Stk. 7. Skúlin sendir upplýsingarnar um próvtal lærlingsins, sum er givið eftir stk. 5, til avvarðandi yrkisnevnd.
Sjúkra- og endurpróvtøka
§ 15. Sjúkra- og endurroynd verður skipað samsvarandi § 6, stk. 2 í kunngerð um próvtøkur í yrkis- og serlærugreinum og fremjingarreglur fyri yrkis- og sveinaroyndir, samanber eisini § 2, stk. 2 í kunngerðini um próvtøl (próvtalskunngerðin).
Kapittul 5
Gildiskoma
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er eisini galdandi fyri lærlingar, sum hava byrjað læruna, áðrenn kunngerðin kemur í gildi.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 6 frá 1. februar 2007 um bilsmiðútbúgving
Mentamálaráðið, 23. apríl 2010
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Una Joensen (sign.)